hósdagur 2. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 147 - 2. august 2007
tíðindi
Leygakvøldið fer
Páll Finnur Páll
á pall á Summar
Festivalinum, við
sær hava teir nýggju
útgávuna Fram á
hermótið. Men teir
lova, at eisini tey
gomlu hittini sleppa
við. Tí kann roknast
við eini syngið við
konsert í besta
Frændur stíli
Útgáva
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Páll Finnur Páll gav í sam
bandi við Ólavsøkukonsert
ina triðju fløguna Fram á
hermótið út. Vit hittu teir
báðar Páll Hammer og Finn
Jensen og prátaðu við teir
um fløguna, framførsluna á
Ólavsøkukonsertini og kom
andi
framførsluna
á
Summar Festivalinum.
Hava tað stuttligt
Tað ljóðaði longu fyri fleiri
árum síðan, at Páll Finnur
Páll fóru at gevast á topp
inum, og tí er nærliggjandi
at spyrja, um hetta er síðsta
fløga hjá bólkinum?
Nei, vit hava longu tilfar
til í øllum førum eina fløgu
afturat, sigur Páll og Finnur
leggur afturat:
So leingið, sum vit hava
tað stuttligt saman, allir eru
vinmenn, og fólk enn tímir
at lurta eftir okkum, so er
eingin orsøk til at gevast.
Eg veit væl, at vit áður hava
sagt, at vit ætlaðu at gevast
toppinum, men sum er, er
eingin orsøk til at gevast.
Eg skal ikki siga tað, at um
eingin dámar hesa fløguna,
at støðan ikki verður ein
onnur.
Pen fløga
Nýggja fløgan brýtur rætti
liga nógv frá seinastu fløg
uni, ljóðblandið er penari.
Ljóðblandarin á teimum
báðum undanfarnu fløgun
um, Jón McBirnie, situr
ikki longur handan blandi
knøttarnar, ístaðin er popp
framleiðarin Hans Poulsen
valdur. Hetta hoyrist aftur.
Rokkljóðið á seinastu fløgu
er lagt á hillina, á tann hátt
liggur fløgan tættari ta
fyrstu fløguna, Bermenn.
Tað liggur í tí melodiska
í sangunum, at hendan
fløgan er eitt sindur penari
enn Førist, greiður Finnur
frá.
Ljóðið var gott á Førist,
men vit vóru ikki allir heilt
nøgdir við tað. Summir
vildu heldur aftur til hitt
gamla. Vit vekta allir tað
melodiska høgt og valdu at
brúka Hans Poulsen til ljóð
blandingina, tí hann við sín
um rótum í gospel útgávum
t.d. Salt hevur víst, at hann
dugur væl hetta. So vit vit
aðu, um hann var við uppá
tað, og tað var hann beinan
vegin. Eg haldi, at hann
hevur gjørt tað gott. Hann
er øgiliga professionellur,
og alt gekk sum smurt,
greiður Finnur frá.
Upptøkurnar av fløguni
hava limirnir sjálvir staðið
fyri og upptøkurnar eru
gjørdar í egnum upptøku
hølum. Hetta hevur sambært
teimum bæði fyrimunar og
vansar. Eitt nú var fløgan
90% liðugt upptikin fyri 18
mánaðum síðan, og síðan tá
hava teir arbeitt við smálut
um og við at fínpussa. Hetta
er gott fyri endaliga úrslitið,
men hevur eisini seinkað
útgávuni.
Vorðnir vaksnir
Tað er ikki bert á tí tónlistar
liga økinum, at Páll Finnur
Páll hevur flutt seg.
Eg haldi vit eru blivnir
eitt sindur meira vaksnir,
tekstirnir hjá Páll Oddur
eru t.d. ikki líka fúlir sum
áður, sigur Finnur.
Men tú hoyrir álíkavæl
enn, at tað eru vit, leggur
Páll afturat.
Man hoyrir samstundis
eisini uppaftur betur munin
á, hvat eg havi skrivað, og
hvat Páll Oddur hevur skriv
að, man sær vit útvikla okk
um ymiskt, vísir Finnur á.
Finnur hevur seinastu
árini arbeitt nógv sum ein
staklingur og saman við
øðrum tónleikarum enn
teimum í Páll Finnur Páll,
sjálvur metur hann, at hetta
hevur verið mennandi.
Eg fái nýggjar impulsir,
og havi okkurt nýtt við inn í
Páll Finnur Páll, sum bólk
urin eisini tekur til sín, og
so møtist man í miðjuni.
Skerd útgávukonsert
Ólavsøkukonsertin
var
útgávukonsert fyri nýggju
fløguna,
men
sambært
teimum báðum var hetta ein
blanda uppliving. Teir eru
samdir um, at tað er skilagott,
at
Føroya
Undirhalds
tónleikarafelag hevur valt at
leita sær hjálp við fyri
skipanini. Eins og teir eru
glaðir fyri at somikið væl av
fólki møtti upp. Teir halda at
tað var stuttligt at spæla fyri
teimum. Men samstundis
vóru teir noyddir at skera
sína spæliskrá niður í helvt,
tí at aðrir bólkar ikki hildu
seg til tað tíðina, ið teir høvdu
fingið tillutaða, uttan at
fyrireikararnir gjørdu nakað
við hetta.
Tað er keðiligt, at gera
eina skrá, sum byggir upp
til tað heilt stóra klimaksið,
og so at klimaksið ikki
kemur, sigur Páll og Finnur
heldur fram:
Vit máttu so velja, hvørji
løg vit skuldu lata vera við
at spæla, og vit valdu so at
geva fólkinum tað, sum tey
vildu hoyra, nevniliga øll
hittini. So tí var nokkso
nógv av tí nýggja tilfarinum
skorið burt.
Hetta er sjálvandi harmi
ligt,
tá
talan
er
um
útgávukonsert.
Gleða seg til
Summar Festivalin
Í vikuskiftinum fer Páll
Finnur Páll aftur á pall, og
tá verður tað ikki við skerd
ari skrá. Summar Festivalur
in hevur aftur í ár bjóðað
bólkinum til Klaksvíkar.
Hetta er ein framførsla, ið
teir gleða seg til.
Vit spældu har í fjør og
tað var ræðuliga stuttligt.
Tá spældu vit tíðliga, og
tað var gott lív í, í ár spæla
vit eitt sindur seinni, so tá
átti tað at verið uppaftur
betri, so tað gleða vit okk
um nógv til. Vit eru har fyri
teirra skuld, so vit vóna at
áskoðararnir fara at hugna
sær, sigur Finnur.
Vit rokna við, at
áskoðararnir nokk vera eitt
sindur eldri enn tey, sum vit
vanliga spæla fyri, og tað er
spennandi. Tað hevur riggað
væl at spælt fyri teimum
eldru á eitt nú G!. Tey vóru
næstan villari enn tey ungu,
leggur Páll afturat.
Ein gevaldig æra
Páll Finnur Páll eru fleiri
ferðir
samanbornir
við
størsta
klaksvíksbólkin
nakrantíð Frændur. Hetta er
ein samanbering, sum limir
nir eru sera ernir av.
Eg haldi at Frændur eru
tað størsta frambrotið nakr
antíð í føroyskum tónleiki,
tí er tað ein gevaldig æra at
verða samanbornir við teir.
Okkara stóri dreymur er at
sleppa at spæla eina stóra
felagskonsert við Frændum,
har vit allir eru á palli í
senn, greiður Finnur frá.
Ja, eina konsert har vit
spæla teirra løg og teir
okkara, leggur Páll afturat.
Samanberingin er rætti
liga nærliggjandi, serliga
tí, at hesir bólkar framum
nakrar aðrar í Føroyum
megna at fáa eina fjøld at
syngja við, tá teir spæla
síni egnu løg. Blandingin
av orðum, ið eru líkatil og
viðgera viðkomandi evni
og fangandi melodiskum
løgum rakar í báðum førum
beint í hjarta á føroysku
fólkasálini. Páll Finnur Páll
hevur tó ongantíð lagt seg
eftir at ljóða sum Frændur.
Limirnir hava allir ymiskar
bólkar, ið teimum dámar,
men felags er, at allir dáma
teir væl Beatles.
Tað melodiska fellur
okkum natúrligt. Vit hava
allir gott oyra, vil eg
pástanda. Men vit eru ikki
heimsins bestu tónleikarar,
so tað fellur okkum natúrligt
at gera einfaldan tónleik,
hjá okkum eru akkordirnar
berandi, sigur Finnur
Vit gera tónleik, sum vit
halda vera feitan, og gera
soleiðis tónleik til okkum
sjálvar, vísir Páll á
Hóast Páll Finnur Páll
hevur spælt á flest øllum
føroyskum pallum, og hava
metið á 15 teimum bestu,
so eru enn mál, ið bólkurin
fegin vil røkka.
Enn eru mál
Okkara sangir eru komnir
í sangbøkur, tað eru vit
glaðir fyri. Men tá eg var til
ólavsøkusangin, so hugsaði
eg, at tað hevði veriið
stuttligt at fingið fólk at
sungið Páll Finnur Páll løg
har, t.d. kundu tey sungið
Herbergið, sigur Finnur.
Ella kundu tey sungið
lúraran ístaðin fyri Eitt
sunnukvøld í plantasjuni,
tað hevði ikki verið verri,
heldur Páll, áðrenn teir fara
víðari til venjing við hinum
limunum í bólkinum.
Nýtt og gott gamalt
á Summar Festivalinum
Páll Finnur Páll gav í sam
bandi við Ólavsøkukonsertina
triðju fløguna Fram á her
mótið út