hósdagur 2. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 147 - 2. august 2007
Salka Valka er
umvæld og er sum
nýggj, men tá Robert
Østborg keypti Sølku
Vølku í Oslo, var ikki
nógv gott eftir av
stolta farinum, sum
Durita Holm á sinni
førdi um heimshøvini
Vit Vitja
Sølku Vølku
orð: Dagfinn Olsen
Myndir; Jens Kr. Vang
Salka Valka er kend millum
føroyingar, tí við hesum
farinum sigldi Durita Holm
um heimshøvini. Filmur og
bók eru gjørd um ferðina,
sum tískil er fest í huga
føroyinga.
Salka Valka
hevur
í
hesum døgum ligið í Vágs
botni. Tað er norðmanninum
Robert Østborg fyri at
takka, tí hann keypti Sølku
Vølku í Oslo, men tá var
lítið gott eftir av henni, og
hevði hann ikki keypt hana,
so hevði hon helst verið
vrak í dag.
Robert Østborg er kendur
í Føroyum og hevur vitjað
her fimm ferðir, men tá við
øðrum bátum. Í dag fegnast
hann um, at hann kann
koma við søguríka farinum
til Føroya.
Broytt
Durita seldi bátin í Oslo,
men tá eg keypti Sølku
Vølku, var hon illa farin.
Eg havi nú høvuðsumvælt
Sølku Vølku, og nógv er
skift út, sigur Robert, og
leggur afturat, at hann er
tann 3. í røðini av eigarum,
ið eitur Robert.
Salka Valka er nakað
broytt í útdsjónd, og serliga
er tað stýrhúsið, sum er
komið afturat, ið broytir
myndina.
Fólk hava ilt við at
trúgva, at hetta er sami
bátur, sum Durita Holm
gjørdi kendan, sigur Robert
Østborg, sum hevur ferðast
við bátinum til ymsar før
oyskar havnir, nú hann
hevur verið í Føroyum í
summar.
Hann er úr Sagvåg í
Noreg og í gerandisdegnum
er hann byggiharri.
Robert vísir fegin skipið
fram og hann hevur dreymar
um, at Salka Valka kann
nýtast at sigla við føroying
um í norska skergarðnum,
tí sum hann sigur, so eru
føroyingar sera ofta í Noreg
og fleiri vitja við smá
bátum.
Salka Valka er óivað í
betri standi nú, enn nakran
tíð áður, sigur Robert.
Rósar farinum
Robert Østborg er einsa
mallur á ferðini til Føroya
við Sølku Vølku. Hann
vísir fegin skipið fram, tá
vit vitja umborð.
Hann rósar farinum.
Salka Valka er sera sjó
gott far, sigur hann, meðan
hann tekur harmonikuna
eftir áheitan frá mynda
manninum, og brátt ljóða
tónarnir til Sildavalsin í
nýggja stýrhúsinum á Sølku
Vølku.
Serstakt við Sølku Vølku
er, at skrokkurin er úr
betongi. Fleiri bátar eru av
hesum slagnum, men góðsk
an er ójøvn, men Salka
Valka er bygd á skipasmiðju
í Onglandi ´í 1978, og
góðskan er í lagi, sigur
Robert.
Aftur til Noregs
Meðan myndamaðurin fer í
lítlu jolluna, ið hongur aftur
Sølku Vølku, og rør út á
Vestaru Vág fyri at taka
myndir av bátinum, greiðir
Robert frá, at hann nú
leggur leiðina heimaftur.
Eg fari inn á Tvøroyri
og leggi meg har at bíða
eftir røttu líkindunum til
heimferðina
til
Noregs,
sigur Robert Østborg, sum
tó sigur, at hann heilt víst
ætlar sær aftur til Føroya,
og at hetta tískil ikki er
síðstu ferð Salka Valka er at
síggja í føroyskum sjógvi.
Salka Valka aftur í føroyskum sjógvi
Meðan myndamaðurin fer í lítlu jolluna, ið hongur aftur Sølku Vølku, og rør út á Vestaru Vág fyri at taka myndir av bátinum,
greiðir Robert frá, at hann nú leggur leiðina heimaftur
- Eg fari inn á Tvøroyri og leggi meg har at bíða eftir røttu
líkindunum til heimferðina til Noregs, sigur Robert Østborg,
sum tó sigur, at hann heilt víst ætlar sær aftur til Føroya,
og at hetta tískil ikki er síðstu ferð Salka Valka er at síggja í
føroyskum sjógvi
- Salka Valka er sera sjógott far, sigur hann, meðan hann tekur
harmonikuna eftir áheitan frá myndamanninum, og brátt
ljóða tónarnir til Sildavalsin í nýggja stýrhúsinum á Sølku
Vølku
Tveir seglbátar úr Póllandi komu í Vágsbotn mikudagin. Teir
komu úr Íslandi og róstu ikki ferðini, tí veðrið var ikki av tí
besta
Leita eftir skjaldbøku
í Klaksvík
Í Klaksvík hava summi annað enn Summarfestival
at hugsa um. Norðlýsið.fo veit at siga, at í
Klaksvík er ein sonevnd sumpskjaldbøka
burturblivin og at leitað verður eftir henni. Hon er
blivin burtur við húsini undir Klakki 14.
Skjaldbøkan er á leið 15 til 18 cm til longdar.
Jógvan vitjar Kall í Klaksvík
Fríggjdagin 3. august millum kl. 14.00 til 15.00 vitjar Jógvan
Hansen í Kall Handlinum í Klaksvík. Hann fer at práta við fólk
og skriva autografar. Jógvan er í Føroyum í sambandi við
Summarfestivalin í Klaksvík. Saman við sær hevur hann fleiri av
somu íslendskar tónleikarunum, sum spæla á fløguni hjá honum.
Konsertin við Jógvan á Summarfestivalinum verður kl. 24.00
fríggjakvøldið. Í sambandi við tiltakið í Kall Handlinum í
Klaksvík fríggjadagin verður fløgan seld fyri 150,00.