hósdagur 2. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 147 - 2. august 2007
Herfyri kom annað
av teimum nýggju
skipunum, sum Faroe
Seafood hevur keypt,
á Havnina, og nú í
vikuskiftinum kemur
tað sienna. Skipini
hava fingið nøvnini
Rókur og Lerkur
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Við bryggjuna í Saltangará
liggur snøggi ísfiskatrolarin,
Rókur, merktur Runavík og
hevur bókstavirnar og tølini
FD 1205.
Rókur er annar av tveim
um ísfiskatrolarum, sum
Faroe Seafood hevur keypt.
Rókur er keyptur úr Írlandi,
og Lerkur úr Skotlandi.
Skipini eru bygd sum
systurskip,
men
Lerkur
hevur enn ikki somu longd,
sum Rókur hevur.
Rókur er eitt vet longri
enn hini skipini hjá Faroe
Seafood, Bakur og Stelkur.
Bæði tey nýggju skipini
hava verið í Skagen, har
maskinurnar eru yvirhál
aðar.
Lerkur er nú eisini á veg
heim og verður á Havnini í
vikuskiftinum.
Lerkur leingjast
Faroe Seafood hevur gjørt
avtalu
við
Tórshavnar
Skipasmiðju um at leingja
Lerk, og hetta arbeiði fer í
gongd so skjótt, skipið
kemur higar til lands.
Á
Tórshavnar
Skipa
smiðju munnu teir fara at
verða lidnir við sektiónina,
sum skal setast upp í
skipið.
Maskinverkstaðurin FJM
í Runavík setir nýggja
verksmiðju í bæði skipini,
og síðan er okkurt smávegis
at gera í lastini.
Rókur verður klárur til
fiskiskap nakað eftir hálvan
august, og tá fer hann at
partrola saman við Stelki.
Bæði Bakur og Stelkur fara
úr vinnu eitt stutt skifti
hvør, meðan motorarnir
verða
yvirhálaðir
í
Klaksvík.
Rókur og Stelkur
Ætlandi fer Bakur fyrst til
Klaksvíkar, og tá fara
Stelkur og Rókur at partrola.
Tá so Bakur kemur aftur,
og Stelkur fer norður, fara
Rókur
og
Bakur
at
partrola.
Tá klassingin hjá Baki
og Stelki er liðug, verður
Lerkur liðugur á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Tað er ungi skiparin hjá
Faroe Seafood, Rúni Samu
elsen, sum fyrst førdi Rók
heim úr Skagen, og nú
nærkast ungi maðurin landi
við Lerki.
Landaðu í morgun
Í morgun landaðu Bakur og
Stelkur í Saltangará, og
sum skilst vóru skipini
knappliga fullfermd eftir at
hava roynt í umleið eina
viku.
Føroya Skúlabókagrunnur er eitt alment
forlag, sum skipar fyri at geva út fjøl-
broyttar undirvísingarmiðalar til tað før-
oyska skúlaverkið. Undirvísingarmiðlar,
ið eru í samsvari við tað regluverk og tær
lesiætlanir, ið eru galdandi fyri undir-
vísingarverkið.
Ritstjórarnir á Skúlabókagrunninum eru
eitt toymi, sum arbeiðir saman um at
útvega dygdargóðar føroyskar undirvís-
ingarmiðlar. Tað merkir, at neyðugt er at
samstarva við bæði starvsfelagar og mong
onnur til tess at tryggja so stórt fjølbroytni
sum møguligt, námsfrøðiliga dygd og
breidd, tíðarhóskandi málsligan búna, og
at útsjónd og layout styðjar endamálið við
útgávuni.
Skúlabókagrunnurin hevur ábyrgd av
einum nýggjum føroyskum undirvísingar-
portali. Ritstjórarnir eru við í arbeiðinum
at menna henda portal og at útvega
eitt hóskandi úrval av talgildar miðlum.
Ein partur av starvinum er eisini at veita
lærarum og øðrum neyðuga kunning um
føroyskar undirvísingarmiðlar.
Praktiskt útgávuvirksemi
Størvini, sum verða lýst leys, fevna í
høvuðsheitum um praktiskt útgávu-
virksemi innan allar lærugreinir í fólka-
skúlanum eins og ráðgeving og veg-
leiðing í hesum sambandi.
Ætlanin er, at teir nýggju ritstjórarnir
skulu arbeiða við útgávum innan kunn-
ingarlærugreinarnar í fólkaskúlanum.
Tað eru søga, samfelagslæra, landalæra,
lívfrøði o.s.fr. Eisini í lærugreinunum
kristni, føroyskum og fremmandum máli
er tørvur á nýggjum undirvísingarmiðlum,
og kunnu uppgávur á hesum økjum koma
fyri.
Vilt tú vera við til at menna fólkaskúlan
og tryggja, at lærarar og næmingar hava
góðar undirvísingarmiðlar, so eru nógvar
áhugaverdar uppgávur at fara í holt við á
Skúlabókagrunninum.
Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum fólka-
skúlalærari, í minsta lagi 5 ára undirvís-
ingarroyndir og dyggur fakligur førleiki
innan tey fakøki, sum ritstjórin fer at
arbeiða mest við, hollur kunnleiki í før-
oyskum og kunnleiki í teld.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða eftir sáttmála
við Føroya Lærarafelag og við góðkenning
Fíggjarmálaráðsins. Royndartíðin er eitt ár.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skal vera Skúla-
bókagrunninum í hendi í seinasta lagi
mikudagin tann 22. august 2007.
Gjølligari upplýsingar um starvið fáast frá
Helenu Dam á Neystabø, tlf. 31 61 00.
Føroya Skúlabókagrunnur 31. juli 2007
Tvey størv sum ritstjórar á Føroya Skúlabókagrunni verða lýst
leys til setanar, so skjótt sum til ber.
Ritstjórar á Skúlabókagrunninum
grafikstudio.fo
…útvega
dygdargóðar
føroyskar
undirvísingar-
miðlar…
Lützenstrøð 4 • 100 Tórshavn • Tel 316100 • Fax 318726
helena@skulabokagrunnur.fo
Rókur er komin - Lerkur á veg
Rókur – annar av ísfiskatrolarunum, sum Faroe Seafood
hevur keypt. Eitt snotuligt skip. Í vikuskiftinum kemur Lerkur
á Havnina, sum er seinna skipið í hesum umfari. Rúni
Samuelsen, skipari, er maðurin, sum hevur ført bæði skipini
heim úr Skagen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Rúni Samuelsen á brúnni
Ofta verður ført fram, at ungur maður, sum fer til skips, spillir sær tíðina burtur. Fert
tú ikki beint í annan skúla, tá tú ert liðugur við 10. flokk, er lítil vón fyri stavn í
hesum tíðum, nú samfelagið setir so stór krøv til alt og øll. Men hetta er slett ikki rætt
– ella hetta nýtist ikki at vera rætt. Tað eru nógvir ungir menn, sum í staðin fyri at fara
beint í annan skúla, fyrst valdu at fara í “lívsins skúla”, sum skipsdekkið ofta verður
rópt. Rúni Samuelsen valdi fyrst at fara í lívsins skúla, áðrenn hann fór á skiparaskúla.
Longu sum 22 ára gamal førdi hann fyrstu ferð skip. Nú ísfiskatrolarin Rókur hjá
Faroe Seafood herfyri kom til landið, stóð Rúni á brúnni. Í vikuskiftinum kemur
seinna skipið, sum felagið hevur keypt, eisini til landið. Hetta er Lerkur – og aftur
hesaferð stendur Rúni Samuelsen á brúnni. Pápi Rúna, Ólavur Samuelsen, hevur verið
skipari við skipum hjá Beta, sum Faroe Seafood keypti, heilt síðan byrjan. (vilmund)