Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 148 - 03. august 2007 Av tí at virksemið hjá Sansum er økt nógv, søkja vit ein dugnaligan ráðgeva. Tú verður høvuðsráðgevi hjá nøkrum av okkara størstu kundum. Saman við kundunum og okkara dugnaligu starvsfólkum kemur tú at standa fyri nøkrum av størstu kampanjunum í Føroyum. Tað verður eisini tín ábyrgd at tryggja, at samskiftið, vit skapa fyri okkara kundar, er gott og tekur støði í mentanini og samleikanum hjá kundunum. Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi útbúgving, eitt nú eina kandidatútbúgving innan marknaðarføring ella samskifti. Tú hevur lætt við at samskifta við fólk, tú dugir væl at hugsa í heildarloysnum, hevur gott eyga fyri visuellum samskifti og natúrlig evnir fyri handli. Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við 33 starvsfólkum í fýra ymiskum londum. Vit skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum samstarvi við okkara kundar. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum vilt skapa framtíðina hjá Sansum saman við okkum. Sjálvandi fært tú eina góða løn. Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. august klokkan 16. Umsóknir skulu sendast við telduposti til Lenu L. Mohr á lena@sansir.fo ella Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt fartelefonnummar. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Lenu L. Mohr á tel 218370 ella Høgna Rasmussen á tel 220401. Vinarliga ring millum 15.00 og 18.00. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Lenu ella Høgna. www.sansir.fo Sansir søkja ráðgeva Pf. Sansir Dvørgastígur 7 Postmoga 1099 FO-110 Tórshavn K R E A . F O TEL 47 80 80 STARVSFÓLK TIL FAMILJUHÚSIÐ Í SANDAGERÐI Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familjuhúsið í Sandagerði at byrja 1. september 2007 ella skjótast til ber. Starvið er eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv, men møguleiki er eisini fyri niðursettari tíð. Starvið verður lýst leyst aftur í februar 2008 sum eitt fast starv. Um Familjuhúsið: Familjuhúsið í Sandagerði, sum er á Argjavegi 50 á Argjum, er ein fyriskipan undir Almannastovuni. Í húsinum er ein ráðgevingar- og viðgerðareind og ein dagviðgerðar- eind. Virksemið í ráðgevingar- og við- gerðareindini fevnir um ráðgeving, vegleiðing og viðgerð til børn og ung við umfatandi førleikatarni, teirra familjur og onnur, sum hava serligan týdning í gerandisdegnum hjá førleikatarnaða barninum. Dagviðgerðareindin fevnir um viðgerð til børn undir skúlaaldur við álvarsligum tilknýtis- og at- ferðartrupulleikum, teirra familjur og onnur, sum í gerandisdegnum varða av barninum; í serligum førum kunnu starvsfólk, sum eru um barnið, t.d. í barnagarði, fáa vegleiðing og supervisión. Tilboðini fevna um børn og familjur í øllum Føroyum. Útbúgving: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur útbúgving sum eitt nú sosialráðgevi, pedagogur ella sjúkrarøktarfrøðingur við terapeut- iskari eftirútbúgving. Løn: Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Oddbjørg Balle, leiðara á Familjuhúsinum, á telf. 217096. Skrivlig umsókn saman við prógvi o.ø. skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. august 2007 kl. 12. Umsóknin skal sendast til: Almannastovan Smyrilsvegur 20 Postboks 3096 110 Tórshavn Vinarliga merkið brævbjálvan “Familjuhúsið”  