mánadagur 6. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 6. august 2007
19
tíðindi
ldi sær á Vágsbø
meira enn hálvur tími, kanska eini
40-45 minuttir, innan ljóðdygdin
er sum hon skal, so er hetta í yvir-
kantinum.
Scorpiónin spældi
sær við ofrið
Men so spældu teir lagið Holiday!
Fjøldin kendist við gamla hittið,
lív kom veruliga í, og við eitt var
ljóðið sum tað eigur. Hart var tað
alla tíðina, men nú var tað eisini
gott. Sera gott, og hetta helt sær
allan
vegin,
og
nú
rullaði
rocktokið! Nú riggaði alt!
Hetta var í veruleikanum, sum
tá kettan spælir við músina; tað er
ein spurningur um tíð, til hon
høggur og ger bart.
Yvir 35 ára gamla Scorpiónin
hevði spælt sær við ofrið, áðrenn
hon veruliga stakk, og gav alt hon
átti.
Nú Stóðu allir knøttar júst har,
ið teir skuldu standa, og Klaus
Meine og hinir ljóðaðu nú, sum
teir vanliga gera, og fyri fullum
útblástri í størsta anleggi, sum
verið hevur í Føroyum.
Betri kann tað ikki gerast.
Schenker-kondi
Schenker spardi seg ikki, og frá
fyrstu stund rann hesin guitarsnill-
ingurin á pallinum og dansaði,
meðan rocktrumlan koyrdi við
fullari ferð. Og tað var heilt ok, tí
maðurin er ongin unglingi longur,
so ongin kann vænta hetta, ella
krevja tað, men hetta var ógvuliga
umboðandi fyri framførsluna hjá
bólkinum; garvaðir tónleikarar
fyri fullum útblástri og Scorpiónin
er ikki merkt av elli.
Meine hevur røddina enn, júst
sum vit so væl kenna snjalla týsk-
aran. Eitt vet av týskari dialekt í
enska málinum megnar hann at
umseta til sjarmu. (Eisini tá hann
rópti; "Are you ready to rock??"
Og tá hann síðani rósti fólkinum
og staðnum og segði, at; "This is
breathtaking", og tað í staðin
ljóðaði
sum
"breasttaking".
Skemtilig og sjarmerandi!).
Sum heild má sigast um Klaus
Meine, at umframt at syngja, so
dugur hann eisini at undirhalda,
hava samband við stóra mannfjøld,
og at fáa fjøldina at syngja og
rópa sum eina eind. Júst so sum
tað eigur at vera.
Her var kramm í. Og nýggja lag-
ið Humanity hevur longu vunnið
sær sess sum ein klassikari í
Scorpions-sangbókini.
Eftir røð av góðum løgum og
rocktónleiki við dygdarljóðið við
fullari styrki, hvurvu teir flestu av
palli.
Polski bassleikarin tók yvir eina
løtu og vísti sínar dygdir. Eitt
sindur frekt kanska, at hann einu
løtuna
spældi
strofur
hjá
Metallica. Men eftir at bassleikarin
hevði víst, at hann óivað er yvir
miðal, kom trummuleikarin uppí
og tók yvir.
Og tað er ikki ov nógv sagt, at
hann jarðlegði alt, sum rørdi seg á
Vágsbø, og stýrdi øllum.
Í góðu gomlu rockdøgunum, tá
rockurin enn var upprunaligur,
var vanligt, at trummuleikarin
hevði eina drúgva trummusolo,
meðan restin av manningini fekk
eitt andarúm.
Og tað gera teir í Scorpions
enn. Trummuleikarin hevði eina
solo, sum kanska var ov drúgv
fyri nøkur, men sum fyri okkum
onnur var júst kryddið, sum gjørdi
konsertina
til
eina
veruliga
rockkonsert, so sum tær eiga at
vera og plagdu at vera. Tað var
flott. Væl spælt, flott show og
hann stýrdi fjøldini á Vágsbø og
fekk tey at rópa og annars gera
júst tað, sum junglutrummurnar
góvu boð um. Hann var eitt ódjór
handan trummurnar. Har var
ongin ivi.
Veðurløgini kanska
sína ávirkan
Scorpions rockaðu víðari við
kendum løgum, sum t.d. Big City
Nights. Tað koyrdi bara og
konsertin
var
nú
bara
ein
staðfesting av, at hetta var nakað
av tí besta, sum hevur verið á palli
í Føroyum. Nú ljóðið var komið á
pláss, og var rættilga gott, gekk
alt bara sum eftir ánni.
Fjøldin var ivaleys, tá gamla
Scorpiónin fór av palli. Her máttu
eykaløg til!
Og manningin hjá Klaus Meine
var eisini ivaleys. Vit fingu fleiri
eykaløg. Har komu Still loving
you, Wind of change, Allways
somewhere, Rock you like a
hurricane og When the smoke is
going down.
Tað var, sum høvdu teir ongan
hug at gevast. (Og tað høvdu teir
óivað heldur ikki, tí seinni hava
teir sagt, at hetta var ein av bestu
upplivingum teirra á palli).
Og ongin ivi var um teirra spæli-
gleði og at hetta als ikki var ein
avgreiðsluspurningur hjá Scorp-
ions.
Gomlu meistararnir eru nú eina-
ferð teir, ið duga kynstrið best,og
hóast aldurin, so er onki sum eitur
at leypa har garðurin er lægstur.
Tað prógvaði tann 2 tímar langa
konsertin, sum var eitt ljóð- og
ljósbrak,
sum
flytir
framtíðarmørkini
í
føroyskari
festivalsøgu.
Tað var ein dýrdarløta á Vágsbø,
har til bar at sanda við tendrara,
meðan vørkru løgini ljóðmaðu.
So gott var veðrið. Men kanska
vóru
tað
veðurløgini
hjá
Scorpions, Wind of change og
Rock you like a hurricane, ið
gjørdu sítt til alla øsingina, sum
seinni merkti festivalin. Hvør
veit? Kanska østu legendarisku
týskararnir sjálvt veðurgudarnar.
Í øllum førum megnaðu teir at
skapa eina konsert í Føroyum,
sum seint verður gloymd, og sum
er sjálvskrivað at standa sera
frammaliga í føroyskari festival-
og konsertsøgu.
Hóast tað regnaði rætti
liga illa var væl av fólki
komið saman at lurta
eftir konsertini hjá
Høgna Reistrup fríggja
náttina.
SUMMARFESTIVAL
Oddur á Lakjuni
oddur82@gmail.com
Klokkan tvey fríggjakvøldið
skuldi Høgni Reistrup við
manning á pallin á Torgin-
um.
Scorpions høvdu givið sær
rættiliga góða tíð niðri á
Vágsbø, so skráin varð held-
ur seinkað. Festivalgestirnir
tyktust tó ikki at nervast av
hesum, hóast tað var farið
væl útum tíðina. Heilt fitt av
fólki stóðu tolin og bíðaðu í
regninum eftir at Høgni og
teir skuldu koma at spæla.
Endiliga komu so nakrir
vælklæddir mans út á pallin.
Høgni sjálvur við kassagitt-
ara og munnharmoniku, og
afturat sær hevði hann seks
tónleikarar.
Teir spældu vælpussaðan
singer/songwriter popp, nak-
að í stíl við Lisu Ekdahl. Fyrs-
ta solofløgan hjá Høgna,
"Hugafar á ferð" er júst kom-
in út, og tað vóru løgini av
henni, sum vórðu framførd á
konsertini. Nøkur fólk gingu
runt ímillum áhoyrararnar og
seldu nýggju fløguna.
Høgni hevur sjálvur skriv-
að sangirnar. Talan var mest
um friðarligir sangir, tó at eitt
sindur meira lív kom í ímóti
endanum.
Lýsingarorðið,
sum flestum kom til hugs aft-
aná konsertina var "hugna-
ligt". Hugnaligur tónleikur,
sum tó kanska kundi verða í
so hugnaligur í longdini.
Onkuntíð kendist tað kanska
sum um tað hendi í so lítið í
ljóðmyndini.
Ungu tónleikararnir spæla
væl saman. Aftaná at nakrir
sangir vóru spældir, komu
blásarar inn á pallin. Tað
riggaði væl, hvussu tað var
lagt
til
rættis
við
blásiljóðførum
afturvið
friðarligu løgunum.
Høgni syngur væl, og hann
hevur eina nokkso serstaka
rødd.
Áður
hevur
mær
sjálvum ikki dámt rødd
hansara so væl, men hesa
løtuna riggaði tað stak væl.
Og Finnur Jensen var í ein-
um heldur ørvísi leikluti enn
vit kenna hann; hann stóð í
einum
horni
og
sang
stuðulsrødd.
Tónleikurin hjá teimum er
avgjørt lurtaravinarligur. Og
fólki tímdi at lurta. Tí hóast
klokkan var farin væl av tvey,
og tað fór at regna av grimd,
so
rýmdi
fólkið
ikki.
Regnskjól og regnklæði vóru
tikin í brúk, og heldur legðist
tað til av fólki sum konsertin
leið. Hon var tó ikki so long,
umleið hálvan tíma.
Allan
summarfestivalin
høvdu
konsertirnar
á
Torginum verið ov spakuligt
frá. Tað mesta, sum varð
framført á hesum pallinum,
var friðarligur tónleikur, og
tað varð ofta doyvt av
suðinum frá fólkinum, sum
stóðu og prátaðu. Men til
konsertina hjá Høgna tyktust
ljóðmenninir endiliga at hava
funnið útav at koyra harðari
frá. Ljóðið kom væl út, og
fólk lurtaðu eftir, heldur enn
at doyva alt við at práta.
Reistrup í regni