mánadagur 6. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 149 - 6. august 2007
Leygardagurin á Summar
Festivalinum skuldi eft
ir æltan verið ein stór
veitsla við nøkrum av
teimum allar bestu føroys
ku tónleikanøvnum og
stórum útlendskum nøvn
um sum Kim Wilde, Bryan
Rice og Amy Diamond.
Men áðrenn veitslan
veruliga kom í gongd gjørd
ist vindurin so ógvisligur,
at festivalurin avlýsti enda
brakið.
SUMMARFESTIVAL
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Amy Diamond gjørdist síðsta
navn, ið spældi á metstóra pall
inum á Vágsbøi. Tá unga norska
poppstjørnan fór av pallinum,
varð avgerð tikin um, at vindurin
var ov nógvur at halda fram. Vind
urin lá beint inn í pallin. Hóast tal
an var um ein stóran og tungan
pall, virkaði dúkurin sum eitt segl.
Tí varð mett, at trygt var ikki at
halda fram.
Meðan Petur Háberg fór á pallin
í FLAGSteltinum, varð avgerð
tikin um, eisini at lata lítla uttan
durða pallin á torginum aftur.
Boðað var frá, at tiltakið helt
fram við nýggjari skerdari skrá í
FLAGSteltinum og í KÍhøllini.
M.a var ætlanin, at Kim Wilde
skuldi á pall í KÍhøllini, og at
Bryan Rice skuldi á pall í FLAGS
teltinum.
Hvirla tók matteltið
Men áðrenn broytta skráin fór av
bakkastokkið, hetta var umleið
klokkan 18, tók ein ógvislig hvirla
stóra mat og skeinkiteltið, ið var
sett upp á vegnum við Vágsbø.
Hóast fólk var í teltinum og á øki
num framman fyri tað, fingu hesi
bert smávegis snuddir.
Eitt nú breyt ein kameramaður
hjá Sjónvarpinum eitt rivjabein,
men flest øll sluppu við skelkinum.
Vágsbøur sá øgiligur út, við rest
um av teltinum, búffum, pizza
eskjum og nógvum øðrum órud
di.
Fyrireikararnir søgdu, at hvirl
an, ið tók teltið, kom heilt óvart á
teir.
Vit hava havt samband við
veðurmenn allan dag og hava fing
ið at vita, at vit kundu rokna við
upp til 18 metur um sekundi, og
tað átti teltið at hildið til. Men
handan hvirlan var munandi harð
ari enn tað, segði Steintór Rasmus
sen við Sosialin beint eftir hend
ingina. Vindmátingar vístu, at
hvirlurnar vóru upp til 49 metrar
um sekundið tað einu løtuna.
FLAGS-teltið flaksaði
Steintór vísti á, at FLAGSteltið
var fest heilt øðrvísið enn mat og
skeinkiteltið, tí varð avgjørt at
halda fram í KÍhøllini og
FLAGSteltinum. Løtu seinni fór
Bryan Rice á pallin, men eftir
fýra løg varð avgerð tikin um at
steðga konsertini, og fáa fólk úr
FLAGSteltinum, ið var farið at
flaksa dekan ov illa. Við einans
KÍhøllini eftir, og einum hægsta
marki av 800 gestum í høllini í
senn, valdi festivalleiðslan síðan
at steðga festivalinum.
Vónbrotin fyrireikari
Steintór Rasmussen, var ein vón
brotin maður, tá vit fingu orð á
hann, eftir at boðini, um at festi
valurin var steðgaður, bórust.
Tað kennist svárt at skula gev
ast nú. Vit høvdu eina kanónskrá í
kvøld, ikki minst tann føroyski
parturin, haldi eg sjálvur. Hetta er
ein øgiligur missur, sjálvandi hjá
okkum, men eisini hjá teimum
nógvu, sum gleddu seg til kvøldið.
Hetta er øgiliga keðiligt, eisini eft
ir, at hini kvøldini eydnaðust so
væl, og fólk hevði bakkað so væl
upp um okkum. Men eftir, at vit
máttu lata FLAGSteltið aftur, var
ikki ráðiligt at halda fram. Vit høv
du ætla at býtt fólkið millum
FLAGSteltið og høllina, men
høllin tekur einans 800 fólk, og
tað kunnu vit ikki bjóða fólki. Tað
er betur at gevast, um man ikki
hevur nakað veruligt at bjóða fól
ki, segði Steintór.
Steintór greiddi frá, at avgerðin
at gevast var tikin í samráð bjarg
ingarfelagið og hinar avvarðandi
myndugleikarnar.
Hann segði at enda, at hann var
glaður um, at eingin álvarsligur
fólkaskaðið var hendur av vind
inum, og vísti á, at eingin kundi
spátt um, at vit fingu ódn fyrsta
vikuskiftið í august.
Vindurin spilti veitsluna
Tónleikarar, áhoyrar
ar og fyriskiparar eru
ørkymlaðir á Summar
festivalinum. Tríggir
pallar eru nú tiknir
niður, og KÍ Høllin er
við at verða riggað til,
so konsertir kunnu
vera har í staðin.
SUMMARFESTIVAL
Dánjal Hoydal
planet@sosialurin.fo
Sosialurin var handan pallin
á
Summarfestivalinum,
back stage í Atlantis, seinna
partin leygardagin, tá úti
pallarnir vóru latnir aftur,
har sótu tónleikarar og bíð
aðu eftir boðum. Hóast
óvissuna, vóru tey ikki
ónøgd. Øll skiltu, at umstøð
urnar vóru heilt óvanligar,
og at fyrireikararnir tí máttu
taka neyðugu stigini.
Tað er sjálvandi keðiligt,
at eg ikki sleppi at spæla.
Men sjálvandi mugu fyri
reikararnir taka útlendsku
gestirnar framum. Tey eru
komin higar við flogfari, og
áhoyrararnir eru komnir fy
ri at hoyra tey. Okkum før
oyingar kunnu tey hoyra
eina aðra ferð, segði ein
positiv Jensina Olsen, júst
eftir at hon hevði frætt, at
hennara konsert var avlýst.
Her er sera gott skil í.
Vit hava fingið kontraktir
frammanundan, so tí er ong
in, sum verður ótryggur av
hesum her. Øll eru sera pos
itiv og taka tað pent. Tey
flenna bara og taka tað, sum
tað kemur, segði hon.
Lagið handan pallin var
fínt, og í staðin fyri at spæla
fingu tónleikararnar sær
ein bita, ein kaffimunn ella
eina øl.
Gott lag handan pallin
Steintór Rasmussen og hinir
fyrireikararnir tóku avgerðina
um at steðga festivalinum í
samráð við myndugleikarnar
Mynd: Jens Kr. Van