mánadagur 6. august 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 6. august 2007
27
summarfestival
Klaus Meine vísti Kim
Wilde myndir av Føroyum
á fartelefonini, og segði
henni, at Føroyar eru eitt
fantastiskt stað og at teir
høvdu eina av sínum bestu
pallupplivingum
Summarfestivalurin 07
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Kim Wilde og Bryan Rice sótu
sunnukvøldið á Hotel Føroyum
og bíðu eftir at sleppa avstað við
flogfari. Sosialurin fekk orð á tey
bæði, meðan tey bíðaðu.
Í samrøðu søgdu tey bæði, at
tey hava hugnað sær í Føroyum.
Kim Wilde, Bryan og manning
hansara hugnaðu sær á Café Natúr
leygarkvøldið við sangi og spæli,
og Kim Wilde fór eisini eina løtu
á pall í Rex.
Spurd, um hon er kedd av, at
hon ikki slapp á pall, sigur hon
skemtandi, men sorgblíð, at hon
jú var á palli leygarkvøldið, men
at
tað
jú
var
á
ymsum
skeinkistøðum í Havn. Men hon
er sjálvsagt kedd av, at tað ikki
eydnaðist
at
spæla
á
Summarfestivalinum, men hon
vónar, at hon sleppur aftur eina
aðruferð.
Kim Wilde hitti Klaus Meine úr
Scorpions
ávegis
til
Summarfestivalin,
og
hann
greiddi henni frá, at Føroyar eru
eitt fantastiskt stað og at teir
høvdu eina av sínum bestu
pallupplivingum
á
Summarfestivalinum.
Og Kim Wilde er samd við
Klaus Meine, og hon metir, at
vakurleikin her minnir ikki sørt
um økið, ið hon sjálv kemur frá í
Onglandi.
Hon hevur havt tað gott á
Føroyaferðini, men vónaði at
sleppa avstað úr Føroyum, tí aðrar
uppgávur bíða.
Bryan
Bryan Rice fór á pall á
Summarfestivalinum, men mátti
gevast.
Tourmeistari
hansara
gjørdi bart, og tók Bryan av palli,
tá Bryan hevði spælt 5 løg, tí
festivaltjaldið var við at fara í
nógva vindinum.
Bryan er keddur av, at tað ikki
eydnaðist at spæla øll løgini og at
hann ikki eingang fekk sagt
lurtarafjøldini takk og farvæl.
- Vit spældu eina konsert og
nutu hvørja løtu, tí tað gekk væl
hjá okkum. Og mær dámar eisini
so sera væl at vitja í Føroyum, so
eg vóni, at eg sleppi at vitja aftur,
sigur Bryan Rice.
Bryan skuldi ætlandi til Svøríkis
klokkan 7 mánamorgunin, men
tað var sera ivasamt sunnukvøldið,
tí Kim og Bryan væntaðu ikki at
sleppa avstað fyrr enn klokkan 3
á nátt, tí flogferðslan hevur verið
so nógv seinkað.
Umboð fyri Sosialin hittir
Kim Wilde og Bryan Rice á
Hotel Føroyum sunnukvøldið,
meðan tey bíðað eftir at
sleppa úr Føroyum.
Mynd: E.S
Kim Wilde og Bryan Rice
brúktu bíðitíðina
Húskallar sópa allan
iva burtur um, at
teir nú als ikki verða
at hoyra í summar.
Eftir at veðrið setti
forðingar fyri teirra
framførslu á Summar
festivalinum, hava
teir avgjørt at skipa
fyri konsert sjálvir.
Leygarkvøldið høv
du teir annars lítla
konsert í stovuni hjá
Jákup Alberg fyri 30
fólkum
SummarfeStival
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Flest øll raðfestu framførs-
luna hjá Húskøllum framma-
liga í skránni fyri Summar-
festivalin. men ódnarveðrið
forðaði fyri, at Húskallar
fingu sína endurreisn á
Summarfestivalinum.
Húskallarnir, ið settu ein
útgávuvarða eftir seg fyri
mongum árum síðani, høv-
du aftur funnið saman og
vant dúgliga, og vóru til
dystin fús. Og mong gleddu
seg til hesa framførsluna
við Kaj Johannesen, Jákupi
Alberg Eliasen, Jón McBirn-
ie og hinum í bólkinum.
Teir høvdu royndarfram-
førslu í stovuni hjá Jákupi
Alberg í Leirvík leygardag-
in, men fingu so at vita, at
teirra framførsla var útsett
til klokkan 3 á nátt. Og sein-
ni, at ongin framførsla bleiv,
tí alt var avlýst á Summar-
festivalinum vegna vánaligt
veður.
- At Húskallar fara aftur í
gongd merkir í veruleikan-
um, at eitt stórt maskinarí
skal í gongd, og vit høva
havt eini 10- 12 fólk í
gongd. Allir tónleikarar
stóðu klárir, og vit fóru so
eisini til Klaksvíkar at hitta
fyrireikararnar og heilsa
uppá, so øll viðurskifti okk-
ata millum í lagi, siga Hús-
kallar, og leggja afturat, at
møguleiki er fyri, at teir
verða fluttir til festivalin
komandi ár.
Stovukonsert
- Vit gjørdu so tað, at vit
høvdu eina konsert í stovuni
hjá Jákupi Alberg fyri eini
30 fólkum klokkan 3 á nátt.
Men vit arbeiða við at gera
eina konsert´seinast í august
í Havn, og møgiliga verður
hon eisini tikin upp, siga
Húskallar, sum tó viðganga,
at stóra maskinan er ring at
stýra, tí t.d. eru blásararnir,
ið allir búgva niðri, farnir
av landinum aftur tá.
Men staðfestast kann, at
spennandi framførslan á
Summarfestivalinum,
ið
bleiv av ongum, ikki merkir,
at Húskallar ikki verða at
hoyra í ár. Teir arbeiða við
at skipa fyri konsert sjálvir
og harvið sópa Húskallar
allan iva burtur um, at teir
ikki verða at hoyra í summ-
ar.
Húskallar fara sjálvir á pall
Húskallar sópa allan iva
burtur um, at teir ikki
verða at hoyra í summar,
tí teir skipa sjálvir fyri
konsert
Mynd: Sunva Lassen