Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. august 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 150 - 7. august 2007 Tað var eitt kent andlit í høvuðs­ staðnum, sum ólavsøkuftan fekk heiðurin at fáa ólav­ søkubukettina frá útvarpinum Orð Dorit Hansen Myndir Jan Müller Katrin Dahl, sum fekk ólavsøkubukettina í ár, sigur, at hon onga hóming hevði av, at hon fór at fáa ólavsøkurósuna. - Tá eg sá, at ein bilur stegðaði í tún- inum, og Jan Müller frá Sosialinum steig út við kamera í hond, hugsaði eg, at nú komu teir at gera loynimyndir ella okkurt sovorðið, sigur ársins ólav- søkufólk. Útvarp Føroya byrjaði seinasta ár eitt átak, har tey geva einum fólki ella pari blómutyssi fyri at vísa serligan blíðskap á ólavsøku, og í ár fór heið- urin til Katrin og Petur Dahl. - Eg varð fullkomiliga paff, tá tað gekk upp fyri mær, hví tey komu, sigur Katrin Dahl. Katrin Dahl er úr Kvívík, og hon minnist væl fyrstu ferð, hon var á ólavsøku. - Eg tænti hjá mostur míni í Kollafirði, tá eg var 14-15 ára gomul. Systir mín gekk í skúla í Havn, so eg fór suður at ferðast hjá henni. Mostur gav mær løn, áðrenn eg fór, so eg hevði ein hundrað- krónuseðil við mær. Í mjólkabátinum til Havnar søgdu teir, at teir ikki kundu veksla hundraðkrónuseðil- in, so eg skuldi onki gjalda. Tað sama hendi, tá eg fór til kappróður og í dans, so tað endaði við, at eg framvegis hevði 100 krónur, tá eg fór norð aftur, greiðir Katrin frá. Síðani tá hevur Katrin Dahl verið á hvørjari ólav- søku, og Katrin telist ikki millum tey, sum halda, at ólavsøkan er í kreppu. Ólavsøkan hevur tað gott - Ólavsøkan blómar fyri mær. Hon kann ikki saman- berast við aðrar stevnur, tí hon hevur nakað serliga hátíðarligt yvir sær. Sambært Katrini er hátíð- ardámurin er ikki minkaður seinnu árini, heldur tvørtur- ímóti. Henni dámar serliga væl, at so nógv fólk eru farin at ganga í føroyskum klæðum. - Tá fólk lata seg væl í, uppføra tey seg penari, og hetta sæst eisini á ólavsøku. Í 70unum vildi ongin vera fínt ílætin, og ólavsøkurnar vóru mangan merktar av drukki og rukkulívi, sigur Katrin Dahl, sum ikki heldur, at sama óskil sæst í dag. - Tey ungu fólkini í før- oyskum klæðum gera tjóð- arhátíð okkara enn meira festliga og hugnaliga, og ólavsøkan hevur vunnið nógv, sigur hon avgjørd. Katrin hevði ikki væntað, at hon skuldi fáa ólavsøku- rósuna, men henni dámar væl, at Kringvarpið hevur valt at heiðra gestablídni. - Opnu heimini og privati blíðskapurin hevur alstóran týdning fyri ólavsøkuna. Við at hava opin hús kunnu vit, sum búgva í Havn, veru- liga vísa blíðskap. Henda siðin mugu vit halda fast við og føra víðari til næsta ættarlið, sigur blíða havna- konan. Hátíðarligur blíðskapur Grundgevingin hjá Kring- varpinum fyri at Katrin og Petur Dahl fingu ólavsøku- bukettina, var, at tey í 30 ár hava havt opið hús við døg- urða og øllum góðum. Katrin Dahl er nevndar- formaður í bygginevndini fyri Hoyvíkar kirkju, og ólavsøkubukettin er eisini ein viðurkenning av, at Katrin Dahl hevur verið eldsálin í hesum arbeiði. Ólavsøkudag byrjar altíð við kirkjugongd. - Gudstænastan og skrúð- gongan eru tær mest hátíð- arligu løturnar á Ólavsøku, og tær eru vit altíð við til. Liggjandi gestir verða eisini koyrd av seingini og tikin við, sigur Katrin flennandi. Eftir skrúðgonguna bjóða Katrin og Petur døgurða, og tá eru bæði hús og urta- garður fullur av fólki, sum njóta matin, hugnan og gestablídni. - Vit gera alt klárt dagin fyri og seta matin á køks- borðið til sjálvtøku, so tað er so lætt og behendigt sum møguligt, greiðir hon frá. Nógv fólk støkka inn á gólvið hjá blíða og festliga parinum, og tey eru øll í føroyskum klæðum. Fyri nøkrum árum síðani setti Katrin sum krav, at fyri at fáa døgurða skuldu gestirnir vera í føroyskum klæðum. - Hetta var kanska mest í skemti, men eg haldi tað er so ómetaliga hátíðarligt, tá øll eru í føroyskum klæðum. Tað ger tað eitt sindur fest- ligari, sigur Katrin Dahl, sum tó hevur givið onkur undantøk. Katrin Dahl fekk ólavsøkubukettina Ein sera kløkk men ovurfegin Katrin Dahl fær ólavsøkubuketttina frá útvarpsmanninum Elis Poulsen . Við hansara lið eisini Beina Løwe Jacobsen. Í heiminum hjá Katrin og Petur Dahl gjørdist hýrurin og gestablídni bara uppaftur betri, tá ólavsøkubukettin kom inn um dyrnar