Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 151 - 8. august 2007 Vevmátingarlistin hjá Gallup vísir, at nógv stórtíðindi vóru í farnu viku. Við Olshanu á Flesjunum, nýggjum formanni í Fólkaflokkinum, Sum­ mar Festivali, ið fór á flog og trupulleikum við flogferðsluni, hev­ ur áhugin at lesa tíð­ indi á netinum ongan­ tíð verið størri. Alnetið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Portalurin hjá Føroya Tele og Sosialinum, portal.fo, var sum vant nógv mest lis­ na síða á listanum yvir før­ oysk­ar heimasíðir. Við nær­ um trimum milliónum sýnd­ um síðum er hetta so ruddi­ ligt føroysk­t met. Við hes­ um tek­ur síðan sambært gallup.fo fjórða pláss á North Atlantic List. Eisini tónleik­a­ og ung­ dómsportalurin hjá Føroyar Tele, planet.fo, setti ruddligt met á øllum øk­jum. Bæði tá talan er um brúk­arar, vitjan­ ir og sýndar síður. Her er tað uttan Summar Festival­ urin, sum hevur gjørt sítt til. planet.fo hevði fram­ gongd við heili 79,7% í brúk­arum í farnu vik­u, með­ an talið á vitjanum fór upp við 186,4%, og talið av sýndum síðum fór upp við 159,4%. Aðrar síðir høvdu eisini vøk­stur, sum t.d. football. fo, ið hevur mundandi fleiri brúk­arar, nú Formuladeildin er byrjað aftur. floghavn.fo tek­ur egið met í vitjanum. Flogferðslan hevur verið óstøgugt, og stórur áhugi varð helst, um nøvn sum Kim Wilde, Bry­ an Rice og Scorpions fóru at lenda ella sleppa úr Íslan­ di aftur. Eisini ask­.fo heima­ síðan er nógv merk­t av, at eitt nýtt lestrarár byrjar. Sk­emti og hugnasíðan nym.fo tek­ur egið met, bæði í vitjanum og sýndum síðum. Tíðindaportalurin hjá Vik­ublaðnum, vik­ublad.fo hevði eisini ein ávísan vøk­stur hesa vik­una, meðan heimasíðan hjá Dimmalætt­ ing k­ansk­a ik­k­i hevur havt lík­a stóran vøk­stur sum eitt nú vik­ublad og portal. fo.Bæði talið á vitjandi og sýndum síðum er fari upp millum sjey og átta prosent, men talið á vitjanum ert bert fari upp við 1,8%. Held­ ur ik­k­i uf.fo hevur megnað at fylgt við hinum og síðan hjá Útvarpinum hevur aftur­ gongd á øllum øk­jum. Tó sk­al havast í huga, at uf.fo hevur havt stóra framgongd seinastu mánaðirnar. Meðan bæði planet.fo og portal.fo hava havt stóra framgongd, hevur triði port­ alurin hjá Føroya Tele og Sosialinum, sportal.fo ik­k­i megnað at fylgt við. Hóast fótbóltsk­appingin er farin aftur í gongd og føroyingar hava spælt UEFA fótbólt, so hevur síðan afturgongd á øllum øk­jum. Hetta k­emst ivaleyst av at k­appróðurin er liðugur. Hesin portalur heldur tó fast í støðuni, sum Føroya triðmest eftirhugda síða. www.almannastovan.fo Dagstovnurin Reiðrið søkir starvsfólk Størvini verða sett við einum vikuligum tímatali uppá 30 og 25 tímar, at byrja 1. september Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Hannu Juul, leiðara, á telefon 447003. Dagstovnurin Reiðrið er ein dagstovnur fyri fjølbrekaði børn og ung í aldrinum 0 – 18 ár. Reiðrið er ein dagstovnur undir Almannastovuni. Á stovninum eru 8 børn og ung. Søkt verður eftir 2 starvsfólkum til Dagstovnin Reiðrið á Saltnesi. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, fysioterapeutur, ergoterapeutur ella aðrar drúgvar royndir á økinum. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 23. august 2007 kl. 12.00. Send umsóknina til: Almannastovan Smyrilsvegur 20 Postboks 3096 110 Tórshavn Vevmiðlarnir høvdu jóladagar Við hús fylgdu fólk við á portalinum hvussu Summar Fesivalurin spældi av Mynd: Jan Müller