mikudagur 8. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 151 - 8. august 2007
- Vit eru væl upp-
lagdir og hava
lagt taktikk alla
vikuna, sigur Terji
Rasmussen, sum
saman við bass-
leikaranum Arnold
Ludvig er venjari hjá
eldra fótbóltsliðnum,
ið tapti móti yngru
tónleikarunum á
ovastevnu í fjør. Í
ár ætla teir at fáa
uppreisn
Ovastevna
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Aftur í ár verður skipað fyri
einum forvitnisligum fót
bóltsdysti í Nólsoy á Ova
stevnu. Liðini, ið dystast á
fótbóltsvøllinum í Nólsoy,
eru nevniliga mannað við
føroyskum tónleikarum.
Liðini eru býtt soleiðis,
at útvaldir tónleikarar yngri
enn 30 ár spæla ímóti eldri
tónleikarum, ið eru farnir
upp um 30áramarkið.
Í fjør tapti eldra liðið 6
12 móti teimum yngru, og
tí ætlar Terji Rasmussen, ið
saman við bassleikaranum
Arnold Ludvig er venjari
hjá teimum eldru, at fáa
uppreisn.
Vit taka hendan dystin í
ramasta álvara. Vit eru væl
upplagdir og hava lagt
taktikk alla vikuna, sigur
Terji Rasmussen, ið sjálvur
er búsitandi í Nólsoy. Og
møguleikarnir at fáa eitt
betri úrslit í ár tykjast vera
til staðar. Eldra tónleikara
liðið hevur nevniliga megn
að at fáa gamla HBmál
revin Una Arge afturat sær.
Eisini verður HBveteran
urin Jóannes Jacobsen við.
Harumframt kemur tangent
leikarin Regin Guttesen –
ein gamal bóltsnillingur,
sigst– at manna eldra liðið
í ár. Eyðun Nolsøe verður
eisini við – sum leikari á
eldra liðinum, sjálvsagt.
Flúgvandi
útskiftingar
Yngra liðið av tónleikarum
skal kortini ikki undirmetast.
Leikandi venjari er trummu
leikarin úr Deja Vu, Rúni
Højgaard.
Hann
hevur
royndir sum ABmálmaður,
og sum skilst, stóð hann ein
branddyst í fjør og var ein
av orsøkunum til, at yngru
tónleikararnir vunnu. Ein
annar tónleikari, ið spælir
við yngra liðnum á lítla
fótbóltsvøllinum í Nólsoy
leygardagin, er gamli B36
leikarin og nú bassleikarin
Mikael Blak, ið sigst vera
ein sera dugnaligur miðvalla
leikari.
Níggju leikarar verða á
hvørjum liði. Dysturin er
styttur nakað. Hvør hálv
leikur er ein hálvan tíma,
og talan verður um flúgv
andi útskiftingar. Hetta er
kanska ikki so býtt, tí sum
skilst, vórðu fleiri fibur
skaðar í fjør.
Ætlanin við dystinum er
at geva áskoðarum møgu
leika at síggja føroysku tón
leikararnar úr einum øðrum
sjónarhorni. Arbeitt verður
eisini við at fáa ein frásøgu
mann at gera viðmerkingar
frá síðulinjuni.
Dysturin verður leygar
dagin kl. 16, og tað er
ókeypis atgongd.
Gaggutir tónleikarar í Nólsoy
Terji Rasmussen hevur ringt dúgliga seinastu dagarnar fyri at manna eitt lið við eldri
tónleikarum. Á liðnum í ár telist millum annað Jóannes Jacobsen, Uni Arge og Eyðun Nolsøe