Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 151 - 8. august 2007 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Holden er eitt bilmerki sum vit av góðum grundum ikki kenna nógv til. Holden er størsti avstralski bil­ framleiðari, sum fyri tað mesta framleiða General Motors bilar við teirra egna logo Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hóast Holden, ið er størsta bilverksmiðja í Avstralia, hev­ ur gjørt bilar á samlibandi síðan 1948, er bæði navnið og bú­merkið nógv eldri. Navnið á fyritøkuni stavar frá 1856, tá saðilmakara­ smiðjan »James Alex­ander Holden & Sons« varð stovnað. Í 1913 fóu teir undir av framleiðslu av síðuvognum til motorsú­kklur, og árið eftir gjørdu teir sítt fyrsta bilkarossarí. Seinni, í 1917, fingu teir nóg stórar ordrar upp á bilkarossarí, til at tey kundu seriuframleiðast, og árið eftir varð fyritøkan Holden & Frost Motor Body Builders (HMBB) stovnað. I 1924 varð ein stór verk­ smiðja sett upp sum í høv­ uðsheitum framleiddi bilkar­ ossarí fyri General Motors. Fyritøkan var tann størsta av sínum slagi uttan fyri USA og Evropa. Í 1926 varð General Motors Australia (GMA) stovnað, sum fimm ár seinni varð løgd saman við HMBB og varð til General Motors – Holden’s. Eftir at teir undir seinna heimsbardaga høvdu gjørt motorar til bilar, bátar og flogfør, góvu teir játtandi svar, tá avstralska stórnin spurdi um teir kundu bjóða seg fram til at framleiða sínar egnu avstralsku bilar. Hetta førdi til at tað tann 29. november í 1948 var stórt hátíðarhald í sambandi við at avstralski statsministarin Chifley kundi presentera tann fyrsta Holden bilin, ein fílabeinslittan Holden FX. Talan var um ein persónbil við 4 hurður og 6 sitiplássum og 2,2 litra 6 syl. motori við 60 hk. Bilurin varð gjørdur í tøttum samstarvi við General Motors og var ein blanding millum ein Chevrolet og ein Vaux­hall. Bilurin varð sera væl mót­ tikin og kom eisini í pickup ú­tgávuni UTE. Ein navn sum Holden enn nýta til sínar pickupar. Í mai 1953 koyrdi Holden FX nr. 100.000 av samli­ bandinum og árið eftir fóru teir at ú­tflyta bilar til Ný Sælands. I 1957 høvdu teir framleitt 500.000 bilar og í 1962 var framleiðslan kom­ in upp á eina millión. Umframt síni egnu bil­ modell hava Holden gjøgn­ um árini gjørt nógvar ym­ iskar GM bilar, og bilmerki sum GM eiga í, við Holden logo, sum t.d. Opel, Vaux­­ hall, Chevrolet, Isuzu og Suzuki. Frá 1988 til 1997 høvdu teir samstarvsavtalu við Toyota. Seinni árini hava teir flestu Holden verið Opel og Chevrolet bilar við Holden logo sum t.d. Commodore, sum hevur verið mest seldi bilur í Avstralia. Holden - General Motors í Avstralia Holden Commodore SSV. Hesin fæst við V8 motori og 367 hk. Commodore er annars mest seldi bilur í Avstralia Tveir Holden Monaro. Annar er frá 1968 og hin frá 2001. Sum tað sæst líkist Monaro frá 1968 einum Opel Record coupé frá tí tíðini Holden Adventra stationcar Holden Cross B Holden Cross B innan Hesin sær so kendur út. S3X - ein Holden útgáva av Cpevrolet Captiva og Opel Antara