mikudagur 8. august 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 8. august 2007
29
tíðindi
Vit hava frætt frá
okkara manni í
Grønlandi, Kára við
Stein. Hann greiðir
dag fyri dag frá frá
fiskivinnutíðindum
2. juli
Í dag eru + 5 stig og toku
bankar. Akamalik kom inn
at landa í morgun. Teir hava
fulla last, gott 520 tons,
inni. Teir hava roynt í 12
dagar.
Polar Amaroq er somu
leiðis inni í Nuuk og landar,
og Qaqatsiaq skuldi eisini
koma inn í dag at landa.
Annars var Kappin inni í
Nuuk í farnu viku og land
aði
botngarnstosk.
Teir
høvdu um 300 tons inni.
Sagt verður, at fiskiskap
urin er minkadur inni í
fjørðinum, men nakað er at
fáa longri úti. Kappin liggur
í munnanum av Kapisiligt
fjørðinum fyri tíðina.
3. juli
Í dag er stilli og tokubankar
+ 4,8 stig. Akamalik loysti í
morgun til nýggjan túr. Tað
kann ikki sigast annað enn,
at tað hevur gingið heilt
einastandandi við landing
unum her í Sisimiut. Bátar
nir hava ligið um eitt døgn
inni og so nýggjan túr
5. juli
Í dag eru +3,3 stig og
greytasvart í toku. Í morgun
kom ein gamal kenningur
inn at landa tosk. Tað var
fyrrverandi
Suðurvarði,
sum eitur Cristian Hoy. Teir
høvdu knapt 170 tons inni,
sum teir hava tikið ímóti frá
smábátunum. Tað mesta av
lastini var fingið suðuri vid
Pamiut, og her um okkara
leiðir vóru um 50 tons
komin í lastina.
Skiparin Jakob Eivindson
segdi, at tað var bara smáur
fiskur, sum var tikið her um
okkara leiðir. Teir fóru ikki
inn aftur her at taka ímóti
fiski, men skuldu suður
eftir at taka ímóti, men hvat
hann skuldi taka ímóti, visti
hann ikki at siga frá.
6. juli
Í dag +4,1 stig og greyta
svart í toku. Polar Natarnaq
kom inn at landa í morgun.
Skipið var so at siga fult,
um 180 tons. Teir loystu
longu aftur í kvøld til
nýggjan túr.
9. juli
Í dag eru + 6 stig og stilli.
Louisa L er inni í Manitsoq
og landar jákupskel, og
Regina C skal eisini landa
har seinnapartin. Teir hava
fiskað í níggju samdøgur
og skipið er fult. Teir hava
fingið 60 tons í lastina um
samdøgrið. Russarin, sum
tekur ímóti toski, kom inn
at landa í morgun her í Sisi
miut. Teir hava fulla last
inni. Hettta er fjórðu ferð,
russar landa. Nanoq Trawl
kom inn til Nuuk at landa í
morgun, teir hava fulla last
inni .
10. juli
Í dag eru + 6,7 stig og stilli.
Tarsermiut kom inn at landa
í morgun. Teir høvdu knapt
300 tons inni eftir níggju
døgum. Teir royna bert vid
einum troli. Natarnaq er inni
í Nuuk og landar í dag.
11. juli
Í dag eru + 8 stig og stilli.
Tasermiut loysti til nýggjan
túr í morgun. Ocean Tiger
kom inn at landa í morgun.
Teir hava gott 300 tons inni.
Teir rokna við at loysa um
kl 2300 í kvøld.
12. juli
Í dag eru + 8,5 stig og blika
logn. Sólin bakar. Akamalik
kom inn at landa í morgun.
Teir hava knapt 500 tons
inni, og teir hava sett sigli
tíðina til kl 0600 í morgin.
16. juli
Í dag eru +6,6 stig og stilli.
Polar Natarnaq kom inn at
landa í morgun. Har var um
at vera fult skip. Seinna
partin kom Polar Amaroq
inn at landa. Teir hava fulla
last, men teir sleppa ikki til
at landa fyrr enn í morgin
árla. Fyrst skulla teir flyta í
nátt. Teir liggja við Skonnart
kajuni. Har liggja teir í
vegin fyri einum atlantskipi,
sum skal koma í nátt. Tað er
eitt moderna skip við bóg
skrúu, so har skuldi onki
verið til hindurs fyri at lagt
at kajuni. Vit skriva ár 2007,
men tað er einki broytt síð
ani 1971 við kajplássi. Ein
stór skomm. Her koma so
nógvir trolarir at landa. Tað
sær út sum, at okkara polit
ikkarar einki vita um, hvat
ið gongur fyrir seg.
Sum eg altíð havi sagt,
skuldi Grønland ikki verið
farið út úr EU. Um hetta
ikki var hent, høvdu vit haft
eina fína havn og veg inn til
til flogvøllin á Streymfjørð
inum. Tað eri er vísur í. Nú
eru teir so farnir at leggja
seg á knæ fyri EU at biða
um olmussu, men EU vil
hava fisk í býti. Tað sigur
seg sjálvt: Ikke bare nyde,
men også yde.
17. juli
Í dag eru + 6,8 stig, stilli og
av allar besta veðri. Polar
Amaroq loysti í morgun kl
0600 til nýggjan túr, og á
middegi kom Regina C inn
vid fullari last um 540 tons.
Her hava verið stórir trupul
leikar at útvega nóg mikið
av frystibingjum, og tað
hevur verið so at siga hvørt
ár. Eitt farmaskip kom við
nøkrum bingjum, so Regina
C kundi sleppa av við sínar
rækjur.
18. juli
Í dag eru + 5,1 stig og stilli.
Regina C loysti kl 1130 í
dag til nýggjan túr. Tað tók
22 tímar at landa Reginu C,
óført arbeiði . Skeljabáturin
Anna Kiil kom inn at landa
í morgun. Teir løgdu 23
tons upp í dag eftir at hava
verið úti knappar 40 dagar.
Louisa L er komin inn vid
smábrekum. Frystitunnellin
klárar ikki at fylgja við, so
størri blásarar verða ísettir í
dag. So skulla teir út at
royna, um tað fer at hjálpa.
19. juli
Í dag eru + 6,1 stig og stilli.
Qaqqatsiaq er inni í Nuuk
og landar. Sum skilst hava
teir fulla last. Í morgin kem
ur Akamalik inn at millum
landa, og sunnudagin kemur
Natarnaq inn at landa og
skifta manning.
23. juli
Í dag er blika logn og + 7,8
stig. Í morgun kom russarin,
sum tekur ímóti toski frá
botngarnsbátunum.
Teir
høvdu um 200 tons inni. Eg
sá onga karton, sum var
merkt annað enn 0600
1000 gramm. Tað er væl at
merkja uttan høvd. Hetta
merkir at fiskurin er sera
smáur. Sum skilst er minni
at fáa fyri tíðina.
Polar Nagtoralik kom inn
at landa. Teir hava 530 tons
inni. Vegna tørvin á byngj
um, er eitt frystiskip komið,
tað eitur Green Bergen og
er úr Naasau. Teir kunna
taka um 3000 tons av fryst
um. Tað er eitt sirkus, sum
gongur fyri seg í havnini í
Sisimiut. Vit eru komin
aftur í 70árini. Polar Nag
toralik liggur uttaná frysti
skipinum,
har
rækjunar
vera lossaðar umborð á
frystiskipið. Fyrst skulu
rækjurnar í land at bjálvast
af hasari filmmaskinuni.
Síðani umborð á frystiskip
ið. So verður bara landað
úr afturlastini. Hetta komst
av, at teir skuldu taka rækjur
úr frystarínum úr landi at
koyra umborð samstundis.
24. juli
Í dag eru + 6,2 stig. Í dag
býttu skipini pláss, so at
Polar
Nagtoralik
kundi
bunkra samstundis, sum
landað var.
Polar Nagtoralik loysti kl
0300 í nátt nýggjan túr, og
hann var ikki meira enn
leysur, so kom Nanoq Trawl
inn at millumlanda eini 150
tons. Teir skulla landa í
Nuuk tann 30 juli. Tasermi
ut er inni í Nuuk og landar í
dag .
25. juli
Í dag eru + 4,1 stig, eitt lot
av eystri og oysregn. Nanoq
Trawl loysti aftur í dag kl
1500. Markus er í Nuuk og
landar, og hann skiftir eisini
fólk.
26. juli
Í dag + 2,6 stig og oysregn
av tí allar ringasta. Polar
Natarnaq kom inn at landa í
morgun. Teir hava fulla last
inni, og teir loysa aftur í
kvøld nýggjan túr.
Grønlandstíðindi frá Kára
Hetta er russiska skipið, sum botngarnsbátarrnir avreiða til. Tað tekur um 200 tons av frystum fiski