Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 152 - 9. august 2007 tíðindi Lagt til rættis: Rigmor Dam • Kelda: www.javnratt.fo Fjórði hvør danski maður hevur fingið arbeiði gjøgnum kenningar, meðan tað sama bara er galdandi fyri fimtu hvørja kvinnu. Mannfólk duga betur enn kvinnurnar at gera sær dælt av vina- og kenningasam- bondum, tá teir søkja starv. Sambært danska blaðnum Inginiøren hevur fjórði hvør maður fingið arbeiði gjøgnum kenningar, meðan tað sama bara er galdandi fy­ri fimtu hvørja kvinnu. Í staðin velja kvinnurnar at svarar starvslýsingum. Tveir av trimum monn- um, sum hava fingið starv seinasta árið, hava antin fingið starvið gjøgnum kenningar, við at venda sær beinleiðis til arbeiðsplássið ella við at vera headhuntað- ir. Hetta er bert galdandi fy­ri helvtina av nýsettu kvinnunum, vísa tøl frá Danmarks Statistik. Triðja hvør kvinna og fjórði hvør maður fær starv umvegis starvslýsingar, og jútlendingar netverka sum heild meira enn sælending- ar. Menn du­ga betu­r at netverka Heili 30 prosent av teimum, sum eru sloppin inn at lesa sivilverkfrøði í ár, eru kvinnur. Talið á kvinnum, sum lesa til sivilverkfrøðing er sostatt hækkað við 20 prosentum seinastu tvey­ árini, skrivar Ingeniøren. Hetta er nýggjasta uppskotið hjá tveimum italskum pro- fessarum í búskapi. Teir skjóta upp, at kvinnur gjalda min- ni og menn meira í skatti, soleiðis at bæði ky­nini hava somu nettoløn eftir. Í Italia svarar hetta til, at kvinnurnar bara rinda 70 pro- sent av tí, sum menninir rinda í skatti, tí lønin hjá italsku kvinnunum er 70 prosent av lønini hjá monnunum, skrivar heimasíðan hjá www.kvinfo.fo. Danskir javnstøðuserfrøðingar siga seg ivast í, um hetta er rætta loy­snin. – Hetta fær tað at síggja út sum natúrligt, at kvinnur fáa lægri løn enn menn, heldur Karen Sjørup, leiðari á Center for Ligestilling á RUC. – Um vit læsa okkum føst í hesa støðu, koma vit ongan veg, sigur hon. Næstan triði hvør nýsetti leiðari er kvinna, vísa tøl hjá Ledernes Hovedorganisation. 30 prosent av teimum, sum í fy­rru helvt av 2007 teknaðu seg sum lim í Ledernes Hovedorganisation, eru kvinnur. Til samanberingar vóru bert 9 prosent av nýggju limunum kvinnur í 1982. - Tað er fantastiskt, at vit hava fingið so nógvar nýggjar kvinnuligar leiðarar, sigur Trine Thorning, deildarleiðari í Ledernes Hovedorganisation. Hon heldur, at orsøkina til gongdina er at finna í orðaskiftinum, sum hevur verið seinastu árini, har fokus hevur verið sett á fjølbroy­tni í leiðsluni, skrivar Idag.dk - Soleiðis hava kvinnurnar fingið meiri dirvi til at átaka sær leiðsluna, og mannfólkini eru eisini vorðnir dugnaligari at seta kvinnurnar í starv, sigur sigur Trine Thorning. Endurgjaldið varð Sambært ameri- konsku fy­ritøkuni TA Instruments hvørki kunnu ella vilja kvinnur átaka sær nógva ferðing í einum starvi. Hetta mátti ein donsk kvinna ásanna, tá hon søkti starv í ameri- konsku fy­ritøkuni TA Instruments, umvegis eina belgiska fy­ritøku, ið útvegar starvsfólk. Starvið kravdi nakað av ferð- ing, og hóskaði tað henni væl. Fy­rsta samrøðan gekk somikið væl, at hon varð rópt inn til enn eina samrøðu. Men við stuttum skotbrái var samrøðan avlýst, við teirri umbering, at tað lá ikki fy­ri hjá arbeiðsgevaranum at vera til staðar. Hoyrdi onki aftu­r Sum tíðin fráleið undraði tað kvinnuna, at hon onki hoy­rdi aftur. Tí setti hon set í samband við belgisku fy­ritøkuna, sum skuldi útvega henni starv. Haðani fekk hon boðini, at hon ikki hevði fingið starvið, tí TA Instruments hevði funnið út av, at hon var kvin- na. Sambært TA Instruments hvørki kunnu ella vilja kvinnur átaka sær so nógva ferðing, sum starvið kravdi. Tí metti fy­ritøkan tað ikki vera ny­ttuley­st at hitta hana aftur. Eina mánaðarløn Kvinnan setti seg síðan í samband við IDA, sum er felagið hjá donsk- um verkfrøðingum, sum hjálpti henni at krevja endurgjald við støði í javnstøðulógini. Niðurstøð- an var, at kvinnan skuldi hava løn svarandi til eina mánaðarløn: 42.401 krónur. TA Instruments vísa aftur, at tey­ gera mismun vegna ky­n. Tey­ vísa á, at tey­ hava fleiri kvinnur í arbeiði, eisini har nógv ferðing krevst. Tí man tað vera belgiska fy­ritøkan, sum hevur mistikið seg í hesum føri, halda tey­. Endu­rgjald fyri mismu­n vegna kyn Alt fleiri kvinnu­ligir leiðarar í Danmark Kvinnu­r sku­lu­ gjalda minni í skatti Fleiri kvinnu­ligir verkfrøðingar á veg JAVNSTØÐA Ein kvinnuligur verkfrøðingur í Danmark hevur fingið eina mánaðarløn á 42.401 kr. í endurgjaldi, tí hon varð vrakað vegna kyn