Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 152 - 9. august 2007 tíðindi 21 ára gamla Mi­ch­ ela Sørensen av Tvøroy­ri­ valdi­ sær ei­na útbúgvi­ng, sum i­k­k­i­ er so vanli­g fy­ri­ k­vi­nnur, tá hon fór í shi­ppi­ng­læru hjá dansk­a rei­ðarínum TORM. Men í dag er hon i­k­k­i­ ei­na løtu í i­va um, at hon valdi­ rætt ÚtbÚgving Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Sum barn hugsaði Michela um alt, sum hevði við tøl at gera, og tí var eingin ivi um, at hon skuldi verða bú­skap­arfrøðingur, tá hon bleiv vaksin. Men so bleiv ikki. Tá Michela var liðug á handilsskú­lanum og skuldi søkja sær lærup­láss, fekk hon eyga á teir stóru møgu­ leikarnar innan ship­p­ing­ vinnuna, og alt í einum var tað sjógvurin, sum dró. ­Eg hevði ikki ímyndað mær, at eg skuldi enda í ship­p­ing­vinnuni. Men eg eri jú­ føroyingur, so tað hev­ ur altíð ligið í blóðinum, tí har eru øll tætt knýtt at tí, sum hevur við sjógvin at gera. Harafturat hevur sjóg­ vurin altíð verið ein p­artur av mínum gernadisdegi, tí fleiri av mínum næstu er í vinnuni. Sjálv hevði eg bara ikki hugsað um sjógvin sum ein møguleika, sigur Michela Sørensen í samrøðu við blaðið hjá danska reið­ arafelagnum. Í dag býr Michela í Keyp­­ mannahavn, men sjálvt um hon hevur íbú­ð á Nørrebro, kann hon njóta ú­tsýnið til allan heimin, tí í sínum dag­ liga starvi sum ship­p­ing­ trainee hjá reiðarínum TORM umsitur hon skip­ á øllum heimsins høvum og í havnum um allan heimin. Í stórbýarlívið Fyri tveimum árum síðani noyddist Michela at fara ú­r tí friðarliga umhvørvinum í Føroyum til tað støðugt brú­sandi býarlívið í Keyp­­ mannahavn, men tað var neyðugt, um hon skuldi fáa ta sjóvinnuú­tbú­gvingina, sum hon hevði sett sær fyri at fáa. Men fyri ein føroy­ ing, sum hevur bein í nøsini, og sum ikki fer av vegnum fyri avbjóðingum og sp­enn­ ingi, var tað stóra skiftið í gerandistilveruni ikki so stórt kortini. ­Tað var sp­ennandi at fly­ ta til Danmarkar. Mær dám­ ar væl avbjóðingar, og eg vil helst standa á egnum beinum. Tann vanligi arbeiðsdagurin í ship­p­ing­ vinnuni er eisini jú­st nakað fyri meg, tí eg trívist best, har nógv er at gera. Sjálvan­ di sakni eg familju og vinir í Føroyum og kap­p­róðurin um summarið, sigur Miche­ la brosandi og leggur aftur­ at, at hon er so hep­p­in at hava eitt sindur av familju í Keyp­mannahavn. Stríðið vert Arbeiðsdagurin á skrivstov­ uni hjá TORM er líka stræv­ in sum lívið í stórbýnum. Sum ship­p­ing­trainee hevur hon ú­r at gera hvønn dag, men tað eru ongantíð tveir dagar, sum eru líka. Útbú­gv­ ingin tekur tvey ár og er sett saman av skú­lagongd og p­raktiskum gerandisdegi í einum altjóða reiðaríi. ­Í ship­p­ing­vinnuni veit ein ongantíð, hvat ein dagur hevur at bjóða. Tað eru avbjóðingar alla tíðina, so ein hevur ikki stundir til at keða seg. Sjálvandi kann okkurt óvæntað henda, men so ræður um at gera sær eina mynd av støðuni. Ein kann koma í eina støðu, sum eingin hevur roynt fyrr, heldur ikki leiðararnir. Het­ ta gevur sp­enning, og tað dámar mær væl, sigur Mich­ ela og heldur fram: ­Men hesi viðurskifti seta stór krøv til starvsfólkið, og tað skal ein fyrireika seg up­p­á, tá ein velur at fara í hesa vinnuna. Ship­p­ing er meiri enn eitt arbeiði. Tað er ein lívsstílur. Á talvuni eitur arbeiðsdagurin frá 9 til 17, men ein fer ikki til hú­s, fyrr enn arbeiðið er lið­ ugt, og tað kann væl henda, at okkurt óvæntað kemur undan kavi, eftir at klokkan er vorðin 17. So hetta er eitt arbeiði, sum ein veruliga skal hava hug til. Men tað er stríðið vert, og eg havi ikki iðrað meg um valið eina einastu løtu. Tað er strævið at hava eitt fulltíðar­ starv og at lesa HD um kvøldið, men eisini tað er stríðið vert. Eg havi ein sp­ennandi gerandisdag við nógvum avbjóðingum og stórari ábyrgd, sera góðum starvsfeløgum, fái løn undir ú­tbú­gvingini og havi altjóða arbeiðsmøguleikar at síggja fram til. Og eg gleði meg hvønn dag at fara til arbeið­ is. Sum ein mamma Tey, sum arbeiða sum ship­p­­ ing­trainee hjá TORM, slep­­ p­a at royna seg í teimum ymsu deildunum hjá reiðarí­ num. Michela er komin hál­ va leið í ú­tbú­gvingini og hevur tí ikki roynt alt enn. ­Higartil havi eg roynt meg sum op­eratør, og tað er jú­st tað rætta fyri meg. Sum op­eratørur heldur tú­ eyga við skip­unum, kannar, um tey koma fram til ásettu tíð­ ina, um tey hava nóg mikið av olju o.a.v. Vit p­laga at siga til stuttleika, at ein op­eratørur er sum ein mam­ ma hjá skip­um sínum. Pass­ ar tað, so áttu tað at verið fleiri kvinnur í ship­p­ing­ vinnuni, sigur Michela bros­ andi. Enn eru tað yvirhøvur menn, sum arbeiða í ship­p­­ ing­vinnuni, men gongdin er, at altsamt fleiri kvinnur gera sum Michela og velja at ú­tbú­gva seg innan ship­p­­ ing. Og hon hevur, sum hon sjálv sigur, ikki iðrað seg um tað valið eina einastu løtu. Tað er sum at vera mamma at einum skipi Tey, sum kundu hugsað sær útbúgving hjá TORM innan shipping-vinnuna, skulu hava studentsprógv ella tilsvar- andi prógv. Útbúgvingin er sett saman av einum praktis- kum gerandisdegi og skúlagongd. Tann praktiski parturin umfatar í høvuðsheitum at virka sum operatørur á tan- gaskipa- ella farmaskipadeildini, men ein fær eisini innlit í aðrar deildir hjá reiðarínum so sum ta teknisku deildina umframt eitt stutt tíðarskeið við skipum felagsins. Tann ástøðiligi parturin av útbúgvingini umfatar * shippingskeið á Esbjerg Handelsskole í fimm vikur * HD 1. part á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn * sjórætt FAKTA -Mær daámr best avbjóðingar og spenning, og so ger tað einki, um arbeiðsdagurin er langur viðhvørt