hósdagur 9. august 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 152 - 9. august 2007
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Sjálvandi er mann ongantíð nøgdur við at tapa, men vit skaptu altso
fleiri møguleikar enn B36. So saman um tikið kann sigast, at teir skora
upp á sínar møguleikar, og tað gera vit ikki.
Eli Hentze, venjari hjá B71
Sigur tú navnið Oddmar
Færø, so sigur tú næstan
samstundis B36. Og tann,
sum ikki visti betur, tá
hann rann gjøgnum leikar
arnar í B36hópinum í leik
skránni, kundi stúrsa við,
tá teir sóu hetta navnið.
Hvat ólukkan hava teir
grivið fram aftur, mundi
onkur helst hugsa.
Tað hava teir nú ikki. Tí
talan er heilt einfalt um
triðja ættarlið av B36leikar
um við sama navni. Hetta
yngsta skotið á stammuni
er 17 ára gamal, og fekk sín
landskappingardebut
í
dystinum móti B71.
Jú, eg haldi tað gekk
bara væl. Tað var deiligt at
sleppa at spæla fyrsta
landskappingardystin,
segði Oddmar Færø, tá vit
fingu orðið á hann eftir
dystin.
Hann og restin av fam
iljuni hava annars búð í
Aberdeen í Skotlandi í 14
ár, so hann hevur bert ver
ið trý ára gamal, tá hann
flutti úr Føroyum. Odd
mar hevur sjálvandi leikt
fótbólt í Skotlandi, við ein
um lokalum felag, sum
nevnist Keith FC. Hann
hevur leikt í yngru deild
unum, men hevði fingið
sáttmála við felagið um at
leika við bestu liðnum, og
var fyribils komin á eyka
liðið, nú tey fluttu heim til
Føroya fyri tveimum mán
aðum síðani.
Hann var ikki í iva, tá
vit fregnaðust um tað var
trupult at velja felag.
Nei, har var eingin ivi.
Tað var B36, um teir altso
vildu geva mær møguleik
an, segði Oddmar Færø.
Møguleikan
hevur
Oddmar nú eisini fingið,
so fyribils gleðir hann seg
bara til at sleppa at spæla
við barndómsfelagnum hjá
pápanum og abbanum.
So einfalt tók Eli Hentze
saman um, tá vit spurdu
hann um hansara meting
av dystinum móti B36
Vit skapa einar fýra
fimm stórar møguleikar
móti einum oddaliði á
útivølli, millum annað við
skoti á tvørtræið, og tað
má mann sjálvandi vera
nøgdur við, segði Eli.
Hann segði, at teir alla
tíðina máttu hava eygað
við Sylla, tí hann er bæði
skjótur og sterkur, men
Eli helt eisini, at B71
spælið var í lagi.
Sjálvandi er mann
ongantíð nøgdur við at
tapa, men vit skaptu altso
fleiri møguleikar enn B36.
So saman um tikið kann
sigast, at teir skora upp á
sínar møguleikar, og tað
gera vit ikki.
(-leo)
Teir skora
vit brenna
Haldi tað
gekk væl
Í stuttum kann
sigast, at Jákup
Mikkelsen – og í ein
um føri tvørtræið
– tryggjaði B36 sig
urin í Gundadali
í gjárkvøldið. Tí
hóast heimaliðið
hevði yvirvág í leik
býti, so hevði B71
greiða yvirvág í mál
møguleikum
FÓTBÓLTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á pappírinum lá tað til ein
ein rímiliga tryggan heima
sigur, tá B36 og B71 hittust í
Gundadali í gjárkvøldið. Og
soleiðis endaði tað eisini,
men tað er ikki øll søgan.
Tí skal gangast eftir mál
møguleikunum, so hevði
ein greiður sigur til gestirnar
ikki verið óuppiborin. Men
tí forðaði Jákup Mikkelsen
fyri.
Tað var B71, sum legði
best frá landi. Teir sýndu
fyrstu 1015 minuttirnar
bæði gott og kvikt kombina
tiónsspæl, har alt eydnaðist.
Driblingar, samanspæl og
møguleikaskapandi avlevar
ingar. Tað fyrst nevnda var
tó nakað, ið kanska var
betri ógjørt.
Longu í fyrsta minutti
slapp ein vælleikandi Símin
Hansen
ígjøgnum,
og
hvussu Jákup Mikkelsen
fekk beinið á skotið, veit
helst bara hann sjálvur.
B36 lærdi ikki av hesum
hvøkkinum, tí longu tveir
minuttir seinni slapp hin
stórleikarin hjá B71 í hesum
dystinum, Clayton Soares,
ígjøgnum í høgru síðu, men
eisini hesaferð bjargaði Ják
up meistarliga drønskotin
um frá B71leikaranum.
Eftir hetta tóktist B36
rakna við og skilja, at B71
meinti tað í álvara, og verjan
fekk nógv betri tak á næsku
gestunum. Og so líðandi
yvirtók B36 spælið, og hend
an yvirvág helt sær mest
sum allan dystin ígjøgnum.
Næskir við horna
Sum nevnt hevði B36 trup
ulleikar við at skapa giftigar
málmøguleikar, men teir
vóru tó næskir við horna
spørk. Við eitt av hesum
fekk Ingi Højsted høvdið á,
men bólturin streyk framvið
málinum.
Men tá 25 minuttir vóru
farnir, bar til hjá heimaliðn
um. Og tað var eisini eftir
horna, at Klæmint Matras
var fremstur á bóltinum og
sneiddi hann hegnisliga í
netið við høvdinum.
Leikliga gongdin helt
fram, men B71 broytti spæl
ið soleiðis, at í staðin fyri
kvikt og framrættað upp
spæl, driblaðu summir leik
arar alt ov nógv. Hetta førdi
til nogvar flottar detaljur,
men gekk samstundis út
yvir effektivitetin. Og tað
førdi so aftur við sær, at
B71 ikki gjørdist vandamik
ið aftur, fyrr enn í seinna
hálvleiki.
Hinvegin fekk Sylla ein
gyltan møguleika í yvirtíðini
av fyrra hálvleiki, men hann
lyfti headaran upp um eitt
annars nærum tómt mál.
Tá seinni hálvleikur byrj
aði, skuldi ein trú, at B36
hevði byrjanina av dystinum
í huga, men so var ikki. Tí
seinni hálvleikur byrjaði
júst á sama hátt, sum fyrri
– við tveimum risa møgu
leikum til gestirnar.
Longu í 2. minutti setti
B71 eitt skjótálop í gongd
– teirra besta í øllum dystin
um – og tað endaði við at
ein meiri ella minni fríur
Wellington hamraði bóltin
undir tvørtræið, sum síðani
brast í vøllin framman fyri
Jákupi. Og so var tann vand
in av fyri heimaliðið. Løtu
seinni gjørdist Flavio Sant
ana leysur, men Jákup Mikk
elsen hevði sína triðju
meistarligu bjarging.
Nú strammaði B36verj
an aftur takið, og burtursæð
frá
einum
nærgangandi
headara frá Clayton Soares
mitt í hálvleikinum, gjørdist
B71 ikki av álvara vanda
mikið aftur í dystinum.
Tað gjørdist B36 hinveg
in, og tíggju minuttir inn í
hálvleikin trekti Heini í
Skorini tvørs av vøllinum,
leikti innskifta Berg Mid
jord leysan í høgru síðu, og
hansara
innlegg
beindi
Sylla vakurt inn við stongini
við høvdinum. 20.
Fleiri ferðir nær við
Ransin Djurhuus dømdi ein
góðan dyst, men í einum
føri stóðu áskoðararnir púra
býttir, og tað var tá Sylla
inni í brotsteiginum hamr
Spurningur um
(mis)nýttar møguleikar
B71
B36
Sylla var ein týðandi leikari fyri B36 í gjárkvøldið, tá hann skoraði til bæði 2-0 og 3-0. Hann misnýtti tó møguleikan at fáa
hattrick, tá hann seint í dystinum brendi eitt brotsspark
Mynd: Álvur Haraldsen
17 ára gamli Oddmar Færø fekk debut á B36-liðnum í gjár-
kvøldið, og hetta er triðja ættarlið við sama navni, ið leikar
fyri árstalsfelagið í Havn
Mynd: Álvur Haraldsen