Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. august 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 152 - 9. august 2007 ] AaB tapti í Herning Tað hevur ikki gingið so væl hjá AaB síðstu dystirnar. Í síðstu viku tapti liðið 5-0 fyri Randers, og tí bleiv tað mett at vera eitt gott úrslit, tá liðið fekk 1-1 á útivølli ímóti Horsens um vikuskiftið. Í gjár vóru teir so aftur í eldinum, tá teir spældu á útivølli ímóti FC Midtjylland. FC Midtjylland legði seg á odda 2-0 við tveimum skjótum málum miðskeiðis í fyrra hálvleik, og tí var málið hjá Nomvethe móti dystarenda ikki nokk fyri AaB at tryggja sær stig. Dysturin endaði nevniliga 2-1. Jón Rói Jacobsen byrjaði í miðverjuni hjá AaB, meðan Súni Olsen byrjaði á beinkinum. Gomez ársins leikari í Bundesliguni Farligi áleyparin hjá týska felagnum VfB Stuttgart, Mario Gomez, bleiv í gjár valdur til ársins spælara í Bundesliguni síðsta kappingar- ár. Hann var ein av heilt stóru profilunum á liðnum hjá Stuttgart, sum vann týska. 22 ára gamli Gomez fekk 196 atkvøður í atkvøðu- greiðsluni hjá Kicker, og hann endaði framman fyri Diego hjá Werder Bremen og týska veteranin Bernd Schneider hjá Bayer Leverkusen. Tað eru týskir ítróttarskrivara, sum hava valt ársins leikara. Leggjast kann afturat, at venjarin hjá Stuttgart, Armin Veh, gjørdist ársins venjari. Fremad Amager við Toda Jónsson á odda og Trygd hava undirskrivað samstarvsavtalu, sum er galdandi fyri næstu trý árini FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Samstarvsavtalan, sum Fremad Amager og Trygd hava gjørt, ber millum ann- að í sær, at Trygd kemur at standa á brókunum hjá Fremad Amager leikarun- um. Eisini verður Trygd sjónligt á heimavøllinum Sundby Idrætspark og á heimasíðu felagsins. Um avtaluna sigur Niels Juel Arge, stjóri á Trygd, at Trygd við hesum verður við til at stuðla føroyskum fótbólti sum heild. - Fremad Amager ynskir at geva føroyskum fótbólts- leikarum, sum her heima sýna góð avrik, møguleika at royna seg uttanfyri Før- oyar. Hesum hugskotinum tekur Trygd fult undir við, og tí stuðla vit ætlanini. Umframt hetta fer ætlanin hjá Fremad Amager alt ann- að líka eisini at styrkja før- oyska fótbóltslandsliðið, og tað er nakað, ið allir føroy- ingar fáa gagn av. Um alt gongur eftir vild, fer Fremad Amager at eita FC Amager eftir hetta kapp- ingarárið, og hetta verður væntandi ein liður í at endurnýggja felagið. - Trygd trýr upp á ætlan- ina hjá Fremad Amager, og vil tí gjarna verða sett í sam- band við felagið og ætlanir- nar hjá felagnum, leggur Niels Juel Arge afturat. Nevndarformaðurin í Fremad Amager, Todi Jóns- son, fegnast eisini um avtaluna. - Vit eru sjálvsagt sera fegin og stolt yvir, at ein fyritøka sum Trygd hevur gjørt av at stuðla okkum og ikki minst teimum trimum føroyingunum í felagnum á teirra yrkisleið. Hesir verða vónandi ein dag stuðulsleik- arar á landsliðinum, sigur Todi Jónsson um avtaluna. Trygd og Fremad Amager samstarva Janus Thomsen, marknaðarleiðari hjá Trygd, og Todi Jónsson, nevndarformaður hjá Fremad Amager, skrivað her undir trý ára samstarvsavtalu Óli Holm, formaður í FSF, sigur, at starvs­ nevndin hevur tosað um hendingina í Vági seinasta sunnudag, tá VB/Sumba­venjarin sló leikara hjá EB/ Streymi, og teir fara at heita á Aganevndina um at taka málið upp FÓTBÓLTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Formaðurin í Fótbóltssam- bandinum er júst komin aftur av uttanlandsferð, og tí hevur hann ikki enn sæð myndirnar, ið vórðu vístar í 3-2 mánakvøldið, tó at hann hevur sæð hendingina á portalinum. Men sambært formannin- um í FSF er grundarlag hjá starvsnevndini at taka málið upp til viðgerðar, og tað varð gjørt í morgun. - Starvsnevndin hevur ongar møguleikar sjálv at taka nakra avgerð í slíkum málum. Vit kundu staðfesta, at eingin kæra fyrilá, og einki í frágreiðingini frá dystinum vísti ítøkiliga til hendingina, og tí er tað upp til starvsnevndina í FSF, um hon tekur málið upp ella ikki, sigur Óli Holm. Men formaðurin vísir samstundis á, at starvs- nevndin ongar sum helst heimildir hevur at gera nakran úrskurð í málinum. - Starvsnevndin kann bert heita á ella ikki heita á Aga- nevndina um at taka málið upp. Vit hava so í hesum før- inum valt at heita á Aga- nevndina um at taka málið upp við viðgerðar, sigur Óli Holm. Avgerðin varð sum nevnt tikin í morgun, so Aga- nevndin hevur ikki fingið skrivið um hetta enn, men tað er á veg, sambært formanninum í FSF. Lunkað støða VB/Sumba hevur í tíðinda- skrivi í morgun eisini boðað frá, at teir hava viðgjørt mál- ið, og eru komnir til sættis við venjaran um hendingina. Nevndin hevur avgjørt at revsa venjaran, men vil ikki upplýsa á hvønn hátt. - Vit hava revsað venjaran upp á okkara egna máta, men vit vilja einki siga um, hvat hetta inniber, hvørki nú ella í komandi tíðum, sigur Bjarni Johansen, formaður fyri felagsliðnum. Hann sigur eisini, at hvør revsingin hjá VB/Sumba er móti venjaraum, hevur einki við FSF at gera. Eisini Rólant Højsted er rættiliga lunkaður í sínum úttalilsum. Hann váttar, at EB/Streymur ikki hevur sent nakra kæru um hend- ingina, og at hann sjálvur ikki veit nágreiniliga, hvat fór fram. Rólant Højsted upplýsti eisini fyri Sosialinum í gjár, at leiðslan í felagnum hevði kannað hendingina, men hetta hevur so verið uttan at tosa við høvuðspersónin sjálvan, Hans Paula Samuel- sen, tað váttaði leikarin fyri Sosialinum. So bæði feløgini tykjast nøgd við ta framferð, ið sýnd varð á vøllinum á Eið- inum í Vági sunnudagin. Spurningurin er so, um FSF og fótbóltsføroyar eisini kunnu liva við tí. Málið má takast upp Óli Holm, formaður í FSF, sigur, at starvsnevndin hevur heitt á Aganevndina um at taka hendingina, har venjarin hjá VB/Sumba sló EB/Streyma-leikara í andlitið, upp til viðgerðar Máltindurin Amed Sylla Davy B36 12 Paul Clapson KÍ 10 Clayton Soares B71 9 Anderson Castilho NSÍ 9 Rógvi Jacobsen HB 8 Fróði Benjaminsen B36 7 Súni Fríði Barbá AB 6 Pól Jóhannus Justinussen GÍ 6 Jákup á Borg HB 6 Birgir Jørgensen VB/S 6 Magnus Olsen B71 5 Arnbjørn Hansen EB/S 5 Gunnar Nielsen KÍ 5 Óli Hansen NSÍ 5 Alexander Johansen Skála 5