hósdagur 9. august 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 152 - 9. august 2007
tíðindi
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tað var ein tíð, tá ið øll
í danska ríkinum kendu
danska
fótbóltsleikaran
Frank Arnesen. Umframt
hann kendu nógvir før
oyingar Otto Brimheim og
Herluf Arnason.
Vit hava í dag frásøgn
um gravsteinin hjá Mariu
Arnason, sum var lang
omma Frank og mamma
hinar báðar. Hennara søga
er ein syrgilig, men tá í
tíðini vanlig søga, um,
hvussu hørð lagnan kundu
vera hjá fólki.
Søgan hjá ættini var í
1984 skrivað í blaðnum
Nú, har Herman Jaobsen
var blaðstjóri. Í blaðnum
greiddi Otto frá søguni hjá
mammu síni og húsfólk
unum annars.
Pápi Otto var Svenn Arn
arson, sum var ættaður av
Brimnesi í Íslandi. Mam
man var Maria, sum var
dóttir Heina á Trøðni í
Havn. Tey bæði hittast í
Íslandi, har tey eisini gift
ust. Tey flyta síðan til
Føroyar og fluttu inn í
húsini á Brekku í Króka
brekkuni,
har
børnini
vórðu fødd og vuksu upp.
Tey blivu fimm systkin.
Arne var føddur í 1900,
Herluf í 1902, Steintór í
1903, Otto í 1904 og Anna
í 1910.
Pápin doyði frá
fimm børnum
Undir fyrra heimsbardaga
var Svenn skipari á einum
lektara í Keypmannahavn.
Ein morgun í 1918, tá ið
teir lógu við bryggju í
Fríhavnini, kemur Malmø
ferjan við fullari ferð og
siglir beint inn í síðuna á
lektaranum. Svenn búði
einsamallur
har
afturi,
meðan manningini annars
búði har frammi. Skipið
kvettist í helvt, og aftur
endin sakk alt fyri eitt.
Manningin har frammi
bjargaðist, men Svenn var
innilæstur í aftara parti
num og slapp ikki upp.
Lektarin var seinni tikin
upp, og líkið av Svenn varð
funnið og jarðað í Keyp
mannahavn.
Mamman situr nú einkja
við fimm børnum í Havn,
men henni varð eisini stutt
lív lagað. Hon doyði í Havn
bert tvey ár seinni í 1920,
48 ára gomul. Hon varð
jarðað í gamla kirkjugarði
tann 12. februar. Anna,
systirin, fór til ommuna
úti á Skansavegnum, og so
vóru teir fýra beiggjarnir
einsamallir í húsi. Nakað
eftir fór Arni, sum var
brekaður, niður á Vanføru
heimið at læra til bók
bindara. Hann doyr í 1932,
32 ára gamal og verður
jarðaður 9. november í
gamla kirkjugarði undir
liðini á mammu síni.
Herluf
Herluf fór longu sum 14
ára gamal til sjós, og
ætlanin var, at hann skuldi
fara á skiparaskúla. Men
soleiðis vildi lagnan tað
ikki. Hann fekk ein húk í
eygað og misti tað, so fyri
hesum brast øll vón. Hann
fekk glaseyga, og tað var
sagt, at hann plagdi at
undirhalda
børnini
í
familjuni við fyrst at taka
tenninar úr munninum og
síðan taka eyga úr, meðan
børnini spent bíðaðu eftir,
hvat mundi blíva tað næsta!
Herluf var eisini nógv ár til
skips. Umframt hetta róði
Herluf út, mong minnast,
hvussu frálíka góður út
róðrarmaður
hann
var.
Hann var sera virkin í
Ebenezer, og tey eru fleiri
sum minnast, hvussu væl
hann dugdi at syngja.
Hann varð giftur við
Masu, sum var ættað úr
Trongisvági.
Hon
var
sjúkrasystir í mong ár.
Tá ið Arni kemur heim
aftur úr Danmark byrjaðu
teir báðir bókbindaravirki
saman við Onnu.
Otto
Otto fór sjálvur sum 15 ára
gamal niður, fyrst á eitt
mjólkarvirki og síðan í
kokkalæru. Tá ið hann var
liðugur við hetta, varð
hann innkallaður til marin
una í eitt ár og sigldi eisini
uppá Føroyar.
Í 1929 mynstraði hann
umborð á ferðamannaskipið
Tjaldur, har hann var til
1930, tá ið hann fekk kjans
sum hovmeistari við ØK
skipinum Afrika. Í 1932
fekk hann starvið sum
hovmeistari á Smiril, sum
tá var nýggjur. Otto arb
eiddi annars í nógv ár á
skipasmiðjuni í Havn.
Anna fór til Danmarkar
at læra til bókbindara og
varð verandi har. Hon var
fyrsta føroyska kvinnan, ið
tók sveinabræv innan hetta
yrki og fekk eisini heiðurs
merki. Hon starvaðist síðan
hjá Rosenkille & Bagger,
har hon fekst við at bøta
um gamlar bøkur.
Kona Otto var Anna við
Keldu úr Leirvík. Tey áttu
fýra børn, og tey vóru:
Maud Heinesen, sum er
mamma at Elini og Mari
onnu
Svenn Brimheim, sum er
pápi at Anniku og Eilif
Elsubu, giftist til Ame
rika, og er mamma at Scott,
Onnu, og Miu Ellis
LisaMaria, býr í Noregi,
er mamma Eleinu, Ingvør,
Súsonnu, Gunnhild, Høgna
og Jógvan Brimheim Gunn
arsson
Steintór
Steintór fór til Danmarkar
at læra timburmsíð. Hann
verður verandi og giftist
við Gunhild, og tey fáa
sjey børn.
Millum hesi eru John
Otto, sum er pápi Frank
Arnesen. sum nú arbeiðir
fyri Chelsea. Tey eru tvey
systkin. Eitt av arbeiðunum
hjá Frank er at finna og
menna talentir á vøllinum.
Eitt av hesum sigst vera
Ronaldo.
Steintór doyði longu 55
ára gamal.
Arne, Herluf og Anna
vóru barnleys.
Ættin kemur
av Skipanesi
Her kann eisini verða skoytt
uppí, at Heini av Trøðni,
pápi Mariu, var ættaður av
Skipanesi. Foreldrini hjá
honum vóru millum fyrstu
niðurseturfólkini á Skipa
nesi. Pápin var Justines
Heinesen,
ættaður
av
Brúnni í Norðragøtu og
mamman var av Toftum.
Fyrstu niðursetufólkini á
Skipanesi vóru Jacob Nic
lassen av Skála og Súsanna
Maria Joensdatter, sum var
ættað úr Steikarhúsi í Kop
argøtu í Havn. Tey næstu
vóru Frederik Mikkelsen,
úr Jolluni í Kollafirði, og
triðja húsi var hjá ommu og
abba Mariu.
Langomma Frank Arnesen er
grivin í gamla kirkjugarði
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Maria Arnason fekk eina
harða lagnu.
Steinurin hjá Mariu er høgrumegin og tann hjá hjá soninum Arna er vinstrumegin. Niðast á báðum steinum stendur: Elsket og
savnet
Komandi
frásøgn
Komandi frásøgnin verður
um Angelicu Jacobsen.
Hon var ein av fyrstu
jarðamøðrunum, sum var
útbúgvin í Danmark. Hon
fekk eina harða lagnu.
Hon gjørdist ung einkja,
og einkardóttirin doyði á
barsilssong blaðung.
Arne og Herluf (elsti og næstelsti) standa. Otto (yngstur) og Steintór, vanliga kalladur
Stendor sita. Anna var yngst.
Svenn Arnason, doyði frá
konu og fimm børnum