Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 153 - 10. august 2007 tíðindi Fróði Holm Knudsen er næstbesta fjølmiðlafólk í Danmark sambært fjølmiðlalesandi Fjølmiðlar Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo - Eg eri bæði bilsin og rørdur, og eg kenni tað sum ein stóran heiður at fáa eitt tílíkt herðaklapp. Tað sigur føroyski fjøl- miðlamaðurin Fróði Holm Knudsen, ið hevur fingið prógv um, at hann er høgt í metum í Danmark. Sambært eini kanning, sum Háskúlin í Volda í Noregi hevur kunn- gjørt, er Fróði nevniliga millum best umtóktu fjøl- miðlafólkini í Danmark. Beinrakin og bersøgin Í kanningini, sum er liður í eini felags norðurlendskari kanning av fjølmiðlaútbúgv- ingum, eru øll fjølmiðla- lesandi í Danmark biðin um at peika á teirra yndisfjøl- miðlafólk í Danmark. Úrslitið vísir, at Fróði Holm Knudsen – eins og Lars Fogt – liggur á einum flott- um øðrum plássi. Best umtókta fjølmiðlafólkið er Ulla Terkelsen. - Ein orsøk kann vera, at eg skrivi rættiliga beinrakið. Eg eri bersøgin, og tað sæst aftur í mínum greinum, sig- ur Fróði Holm Knudsen, sum í mong ár hevur starv- ast á á kulturredaktiónini hjá danska blaðnum BT. Hugburðsbroyting Hann leggur afturat, at heiðranin staðfestir eina hugburðsbroyting millum danir, hvørjum fjølmiðlum viðvíkir. - Ofta verður sagt, at ítróttur og undirhald ikki er »orduligur« journalistikkur. Men rákið seinastu árini vísir, at tey meiri »seriøsu« bløðini hava flutt seg frá tí turrisliga tíðindaflutningin- um og nærkast tí journal- istikki, sum BT og onnur tabloid-bløð standa fyri. Tí er eyka hugaligt at staðfesta, at eisini fjølmiðlalesandi – tað vil siga framtíðar journalistarnir – hava sama hugburð, vísir Fróði Holm Knudsen á. Aftur á skúlabonk Fróði Holm Knudsen hevur serliga fingist við at skriva um danska og altjóða undir- haldsheimin. Hann er kend- ur fyri sínar bersøgnu og erligu samrøður við altjóða tónleika- og filmsstjørnur, so sum Elton John, Madonna og Ricki Martin. Her heima er hann kanska mest kendur fyri sítt arbeiði í Friðarboganum, har hann eitt skifti var formaður. Fróði Holm Knudsen segði seg herfyri úr starv- inum á BT og hevur ístaðin valt at lesa enskt á lærda háskúlanum í Keypmanna- havn. Kortini hevur hann ikki lagt pennin frá sær. Hann arbeiðir free lance, og í næstum verður farið til Suðuramerika at gera sam- røður við menninar, sum yvirlivdu kendu flogvan- lukkuna í 1972 í Andesfjøll- unum. Vanlukkan, har ferða- fólk vórðu noydd at eta mannakjøt fyri at yvirliva, er gjørd til film. Hann eitur Alive. Fróði høgt í metum millum fjølmiðlafólk Fróði Holm Knudsen, ið hevur starvast á BT í mong ár, er næstbesta fjølmiðlafólk í Danmark sambært fjølmiðlalesandi Mynd: Niels Uni Dam