mánadagur 13. august 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 154 - 13. august 2007
SAMBAND
JÁKUP MØRK
JAKUP@SOSIALURIN.FO
TLF. 341800
TÍÐINDI
Upp á gólv í Øravík
Komandi vikuskiftið verður árliga og afturvendandi dansináttin, sum dansifeløgini í
Suðuroy skipa fyri saman við Gistingarhúsinum við Á.
Dansað verður leygarkvøldið 18. august, og lagt verður fyri við borðhaldi kl. 19.
Kostnaðurin er 180 kr. og fer tekningin fram hjá dansifeløgunum har suðuri ella í
gistingarhúsinum.
Fyriskipararnir siga, at vanliga luttaka eini 150 fólk á árligu dansináttini, og tey sum
koma norðanfjørðs, kunnu bíleggja sær gisting í gistingarhúsinum framman undan.
Tey fýra dansifeløgini í Suðuroy eru: Sumbiar Dansi felag, Jómsvíkingar, Tvøroyrar
Dansifelag og Suðuroyar Norðara Dansifelag.
Í hesum døgum hava tær
tríggjar Elisabeth Ellings-
gaard – glarlist, Marita
Gutte sen - sniðgeving og
Oddny í Lon – sniðgeving,
felags framsýning í Riber-
hús.
Allar hava tær áður sýnt
fram
millum
annað
á
Glugga glæmu og í Norður-
landa húsinum. Felags fyri
allar er, at tær fáa íblástur
úr náttúruni og leggja dent
á litsamanseting, snið og
góðsku.
Framsýningin í Ribarhús
er opin í tíðarskeiðnum 11.
til 29. august, og er soleiðis
opin:
Mánadag til fríggjardag
15 – 17.30, leygardagar 11
- 17 og sunnudagar 15 -
17.30.
Framsýning
í Riberhúsi
Valdemar á Løgmansbø
hev ur júst givið út nýggja
yrk ingasavnið
“Spegils-
myndir”
Valdemar á Løgmansbø,
ið kanska er mest kendur
sum tónleikari, gav í vikuni
út yrkingasavnið, “Spegils-
myndir”
Savnið er býtt upp í
tríggjar partar við heitunum,
Innansjónir,
Líkindi
og
Sindr.
Yrkingarnar
eru
heims pekiligar hugmyndir,
ið verða lýstar bæði speisk-
liga, skemtiliga, hugvekj-
andi og romantiskt.
“Spegilsmyndir” er annað
yrkingasavnið hjá Valdemar
á Løgmansbø. Fyrra savnið,
“Bátsbeinabjølgur brunn-
in”, kom út í 2000.
“Spegilsmyndir” er givið
út á egnum forlagi og er 64
bls.
Kápumyndin á “Spegils-
myndir” er endurprent av
máln ingi hjá Valdemar á
Løgmansbø sjálvum.
ave
Nýtt yrkingasavn frá
Valdemar á Løgmansbø
Av tí at virksemið hjá Sansum er økt nógv,
søkja vit ein dugnaligan ráðgeva.
Tú verður høvuðsráðgevi hjá nøkrum av
okkara størstu kundum. Saman við kundunum
og okkara dugnaligu starvsfólkum kemur tú at
standa fyri nøkrum av størstu kampanjunum
í Føroyum. Tað verður eisini tín ábyrgd at
tryggja, at samskiftið, vit skapa fyri okkara
kundar, er gott og tekur støði í mentanini og
samleikanum hjá kundunum.
Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi
útbúgving, eitt nú eina kandidatútbúgving
innan marknaðarføring ella samskifti. Tú
hevur lætt við at samskifta við fólk, tú dugir
væl at hugsa í heildarloysnum, hevur gott
eyga fyri visuellum samskifti og natúrlig evnir
fyri handli.
Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við
33 starvsfólkum í fýra ymiskum londum. Vit
skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir
í tøttum samstarvi við okkara kundar.
Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum
á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag
okkara fyri støðugari menning og framburði er
persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum
hugsunarhátti og stuðul til persónliga
menning hjá okkara starvsfólkum.
Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur
tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum
vilt skapa framtíðina hjá Sansum saman við
okkum. Sjálvandi fært tú eina góða løn.
Umsóknir til starvið skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 14. august klokkan 16. Umsóknir
skulu sendast við telduposti til Lenu L. Mohr
á lena@sansir.fo ella Høgna Rasmussen
á hognir@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt
fartelefonnummar.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja
til Lenu L. Mohr á tel 218370 ella Høgna
Rasmussen á tel 220401. Vinarliga ring
millum 15.00 og 18.00. Tú kanst eisini senda
fyrispurningar við telduposti til Lenu ella
Høgna.
www.sansir.fo
Sansir søkja ráðgeva
Pf. Sansir
Dvørgastígur 7
Postmoga 1099
FO-110 Tórshavn