Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 154 - 13. august 2007 Um vikuskiftið hevur onkur verið inni í kirkjuni við Gjógv og roynt at seta eld á. Kriminalpolitiið kannar málið EldásEting Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tá kirkjutænararnir komu í kirkjuna við Gjógv í sam­ bandi við eina brúðarvígslu leygardagin, varnaðist ein teirra, at ein brunamerki var á øðrum stólpanum við kórsgáttina, og at ein pappírslepi við brunamerki lá á lesipultinum. Morgunin eftir varnaðist klokkarin, at eldur hevði verið í altar­ dúkinum, og at nakrar síður í einari sálmabók, swum lá frammi í kóri, høvdu brunamerki. Sofus Johannesen, urgu­ ansari og kirkjuráðslimur, sigur, at brunamerkið á altardúkinum var ikki leygardagin, og tí er greitt, at talan er um tveir tilburðir við eldáseting. Málið er meldað til løg­ regluna. Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Runa­ vík, sigur, at málið verður kannað sum ein roynd at seta eld á, og tí er málið latið kriminalpolitinum í Havn, sum skuldi fara til Gjáar í dag at kanna viður­ skiftini. Sýslumaðurin sig­ ur, at eingin er undir bein­ leiðis illgruna í sambandi við málið. Gjáar kirkja hevur altíð staðið opin, og hon hevut fingið góðan frið, sigur Sofus Johannesen. Men eft­ ir tað, sum er hent um viku­ skiftið, hevur kirkjuráðið gjørt at av læsa kirkjuna ­ fyribils í hvussu er. Vantandi møguleiki at arbeiða politiskt í Fólkaflokkinum fekk fyrrverandi ting­ kvinnuna at taka seg úr flokkinum í gjár Politikkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sum støðan er í løtuni, sær Rúna Sivertsen sær ongan møguleika at gera sína ávirkan galdandi í Fólka­ flokkinum longur. Tí hevur hon boðað flokkinum frá, at hon ber seg undan sum valevni fyri Norðoya Fólka­ floksfelag til komandi løg­ tingsval. Sett uttan fyri Rúna Sivertsen sigur, at hon hevur umhugsað sína støðu í Fólkaflokkinum í longri tíð. At hon tekur avgerðina nú, er kanska eitt sindur av tilvild. Hinvegin dylir Rúna Sivertsen ikki yvir, at tað harmaði hana at verða sett uttan fyri Lands­ stjórnina hjá Fólkaflokk­ inum í 2004. ­ Formella grundgevingin var, at eg ikki longur búði í økinum. Men eg varð ikki eftirspurd og fekk heldur ikki møgleikan at stilla nakran annan upp fyri meg, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat, at hon líka síðani stórt sæð ikki hevur havt møguleika at arbeiða politiskt innan flokkin. Prinsipiell avgerð Rúna Sivertsen vísir aftur, at hon nú tekur seg úr Fólka­ flokkinum, tí hon er ónøgd við, at hon ikki kom inn á ting eftir seinasta val. ­ Eg eri farin uppí polit­ ikk, tí eg vil sleppa at vera virkin politskt og gera meg galdandi í tí dagliga arbeið­ inum – ikki bara 4. hvørt ár. Eg var politiskt virkin, langt áðrenn eg nakrantíð stillaði upp fyri Fólkaflokk­ in. Satt at siga, hevði eg ikki væntað, at eg fór at verða vald inn á ting, so tað var ikki tí eg fór uppí flokk­ in í síni tíð, sigur Rúna Sivertsen. Hon leggur afturat, at hennara avgerð snýr seg mest um at markera eitt principp. ­ Prinsipielt haldi eg, at ein politiskur flokkur eigur at virða tey fólk, sum hava vilja til at leggja nógvu orku í at arbeiða fyri flokk­ in. Skal hetta verða mátin, flokkar fara við sínum stuðl­ um, so verður eisini ringt at fáa kvinnur at stilla upp, sigur Rúna Sivertsen. Stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin Rúna Sivertsen hevur sam­ stundis boðað Fólkaflokkin­ um frá, at hon framyvir fer at brúka sína politisku orku innan Sjálvstýrisflokkin. Tað kann eisini væl hugsast, at hon stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin til komandi val, sigur hon. ­ Eg eri fyrst og fremst borgarlig og sjálvstýrissinn­ að. Í so máta hóskar polit­ iska skráin hjá Sjálvstýris­ flokkinum mær best av teimum flokkum, sum eru at velja ímillum í løtuni, sig­ ur Rúna Sivertsen og leggur afturat. ­ Eg vil á ongan hátt gera Fólkaflokkinum fortreð við hesi avgerð. Tíðin er bara komin, til at eg sjálv má sleppa víðari, sigur fyrr­ verandi fólkaflokskvinnan. Rúna Sivertsen skiftir flokk Rúna Sivertsen, fyrrverandi tingkvinna fyri Fólkaflokkin, stillar væntandi upp fyri Sjálvstýrisflokkin til komandi val Roynd at seta eld á í kirkjuni við Gjógv Altardúkurin hevur týðiligt merki av eldi Mynd: Sofus D. Johannesen 300 fólk á Slættanesi Umleið 300 fólk vóru til serligt tiltak á Slættanesi í gjár Felagssangur, harmonikutónleikur og føroyskur dansur vóru á skránni, tá umleið 300 fólk hugnaðu sær á Slættanesi í gjár. Veðrið var av tí allarbesta, og tí var møguligt at borðreiða úti til øll tey, sum høvdu leitað sær norður á Slættanes. Á skránni vóru eisini røður. Sigrið Dalsgarð hugleiddi um barnaárini á Slættanesi, og Árni Jacobsen tosaði um, tá hann sum blaðungur var lærari á Slættanesi. Martin Restorff Jacobsen, prestur las úr gamlari lestrarbók. Í sambandi við tiltakið sigldi gamli ferðabáturin Ólavur millum Oyrargjógv og Slættanes, skrivar joanis.fo Fullur ferðamaður sló løgreglumann Ein 40 ára gamal føroyingur, sum kom við flogfari til Billund í gjár, endaði í geglinum í Vejle. Tá maðurin kom úr flogfarinum í Billund seinnapartin í gjár, hevði hann fingið í meira lagi av sterkum á flogferðini, og hann sýtti fyri at gera eftir boðum frá løgregluni. Ístaðin fyri byrjaði hann at sláa og sparka ein løgreglumann, skrivar JydskeVestkysten. Tað endaði við, at løgreglan handtók mannin og fór við honum á løgreglustøðina í Vejle, har hann svav rúsin av sær. Maðurin varð latin leysur á middegi í dag, men hann sleppur neyvan so. Sambært blaðnum noyðist hann helst í rættin seinni fyri tað, sum hendi á flogvøllinum í Billund í gjár. Sum skilst verður hann skuldsettur fyri harðskap ímóti embætismanni í arbeiði.