Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 tíðindi Nr. 154 - 13. august 2007 Nýggi Jupiter komin á Gøtu Nógv fólk fagnaðu nýggjasta skipinum hjá partafelagnum Vinnuni, sum kom á Gøtu seint seinnapartin fríggjadagin NÝTT SKIP Á GØTU Jan Müller Tað var fagnaður í Gø­tu fríggjadagin. Til bygdina, sum má sigast at vera nóta- og trolbygdin fram um tær flestu, kom skip, sum ikki hevur verið á víkini áður, og sum gø­tumenn nú eiga Hóast talan ikki var um skipaða móttø­ku, so var áhugin stórur millum gø­tu- fólk og onnur at síggja ski- pið, og tey, sum vitjaðu um- borð, fingu sjón fyri sø­gn, at talan er um stásiligt skip, har umstø­ðurnar hjá mann- ingini verða fínar og betri, enn tær hava verið á skipinum, sum nú er farið úr nóta- og trolflotanum hjá gø­tumonnum. Talan er um skip úr Sand- nessjø­en nærindis Trónd- heimi í Noregi, sum gø­tu- menn hava keypt í staðin fyri gamla Jupiter. Norska felagið hevur keypt gamla Jupiter, so talan er um býtishandil. Handilin kos- tar gø­tumonnum umleið 40 milliónir krónur. Navnið á nýggja skipinum hevur inntil nú verið Åker- ø­y. Nú er hetta navnið sett á gamla Jupiter, og Jupiter navnið er sett á fyrrverandi Åkerø­y. Tað er partafelagið Drif- tin, sum eigur eigur skipið. Partafelagið Vinnan eigur allan partapeningin í Drift- ini. Vinnan eigur fýra skip: Tróndur í Gø­tu, Finnur Frí- ða, Saksaberg og Jupiter. Jupiter, Finnur Fríði og Tróndur í Gø­tu eru bæði nótaskip og trolarar. Saksa- berg er nótaskip burturav. Nýggi Jupiter er eldri enn gamli Jupiter, um tað ber til at siga tað soleiðis. Hetta skipið er bygt í 1994, með- an hin Jupiter er bygdur í 1998. Kortini verður hildið, at felagið nú hevur fingið eitt betri og meiri hóskandi skip, enn teir hø­vdu frammanundan. Norska felagið hevur meiri avmark- aðar mø­guleikar at royna, enn fø­royska felagið hevur, og Jupiter, sum nú er farin úr flotanum hjá gø­tu- monnum, er væl meiri koyr- dur, sum tað plagar at verða tikið til, enn tað skipið, sum nú er komið í flotan. Nýggja skipið er 74,2 metrar til longdar. Gamla skipið er 67,9 metrar langt. Nýggja skipið er 13,6 metrar breitt. Gamla skipið er 12,5 metrar breitt. Nýgg- ja skipið tekur 2500 tons, og gamla skipið tekur góð 1900 tons. Maskinorkan á nýggja skipinum er 7920 HK, og á gamla skipinum er maskinan 7300 HK. Umstø­ðurnar hjá mann- ingini eru betri á nýggja skipinum, enn tær vóru umborð á gamla skipinum. Eitt nú fer ø­ll manningin nú at hava sítt egna kamar. Tað hava teir ikki havt higartil. Mintust Martin Bæði nýggja skipið og Saksaberg, sum lá við bryggju í Gø­tu, vóru flaggs- krýdd, tá ið Jupiter kom til Gø­tu seint seinnapartin fríggjadagin. At tað ikki var skipað fyri formligari mót- tø­ku hesa ferð komst av, at annar av skiparunum á Jupiter, Martin Petersen á Kambsdali, brádliga doyði í ólavsø­kuvikuni. Tá ið skipið var komið at kai, segði Jákup Jacobsen, stjóri, nø­kur fá orð og bjó- ðaði umborð at síggja skipið. Eisini bað hann um, at mannamúgvan mintist Martin Petersen, og tað varð so gjø­rt. Tað var tø­gn í ein minutt, og mannamúg- van mintist skiparan, sum bara var 45 ára gamal, nú tað vóru boð eftir honum. Enn er ikki greitt, hvø­r fer at taka ábyrgdina á seg, sum Martin Petersen hevði. Tað eru tveir skiparar við Jupiter. Hin er Emil Pet- ersen úr Kollafirði. Tað var hann, sum var á brúnni, tá ið Jupiter legði at í Gø­tu fríggjadagin. Jupiter skuldi fara á silda- veiðu norðanfyri í dag. Manningin telur tólv menn, og umleið tað tvífalda talið hoyrir til skipið. Tróndur í Gø­tu og Finnur Fríði hava partrolað eftir sild norðuri við Jan Mayn. Teir eru á veg inn við umleið 900 tonsum tilsaman.. Veiðan verður landað til matna. Annað skipið fer at landa í Kollafirði, og hitt er á veg til Noregs.