týsdagur 14. august 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 155 - 14. august 2007
33
S e r n á m S d e p i l i n
Sálarfrøðingur í NSR tænastuni í Eysturoy
Í Sernámsdeplinum er eitt sálarfrøði
starv leyst til setan skjótast til ber.
Dagliga tænastustaðið er í NSR
tænastuni í Eysturoy, Glyvravegur
10 B, Glyvrar.
NSR tænastan er eitt samtak ímillum
Sernámsdepilin og Runavíkar-, Nes-,
Sjóvar-, Leirvíkar-, Gøtu- og Fuglafjarð-
ar kommunur. NSR tænastan virkar
sum sjálvstøðugur stovnur undir
Sernámsdeplinum og veitir skúlum,
stovnum, foreldrum og myndugleikum
námsfrøðiliga- og sálarfrøðiliga
ráðgeving.
Høvuðsuppgávan hjá NSR tænastun
er at kanna førleikastøðu og læruum-
støður hjá børnum við serligum tørv
og at ráðgeva í skipan av undirvísing-
arligum- og mennandi tiltøkum fyri
hesi. Manningin í NSR tænastuni er
ein samskipari, ein sálarfrøðingur og 3
serlærarar/ ráðgevar
Sálarfrøðingurin, ið vit sóknast eftir,
hevur ein týðandi lut í hesum toymi, ið
í samstarvi við Sernámsdepilin støðugt
skal menna sernámsfrøðiliga
virksemið.
Útbúgvingarkrøv og eginleikar
• Cand. ped. psyk./ cand. psyk. – ella
samsvarandi. Fyrimun hevur um-
søkjari, ið hevur arbeitt við børnum.
• Fakligan førleika og hug at arbeiða
bæði við kliniskt – psykologiskum
og pedagogiskt – psykologiskum
uppgávum.
• Duga at nýta kanningarúrslit í
ítøkiligum undirvísingar – og
viðgerðartilmælum.
• Hava hug og evni til neyvt samstarv
við aðrar fakbólkar.
• Vitan um nervasálarlig greiningar-
amboð er eisini ein fyrimunur.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Hans Eli Dahl, stjóra, tlf. 314522/
225803, (e- mail hanseli@snd.fo) ella
Hans Jón Juul Thomsen, samskipara,
tlf. 239190, (e- mail hjt@nsreystur.fo)
Umsókn við avriti av próvskjølum v. m.
skal vera Sernámsdeplinum í hendi í
senasta lagi fríggjadagin tann 31.
august 2007 og skal sendast til:
Sernámsdepilin
Frælsið 32 · Postrúm 2036
FO 165 Argir · Tlf. 314522
e-postur: sernamsdepilin@snd.fo
Sebastian (DK)
Hanus G. Johannesen
Aldubáran
Benjamin Petersen
United Voices
i l l u g r a p h i q u e . c o m
Hósdagin 16. august kl. 20.00
Atgongumerki fáast á www.nlh.fo · Meira fæst at vita við at ringja 351 351
Norðurlandahúsið í Føroyum
saman við Koda og Gramex skipa fyri konsert við
norðurlandaHúsið í Føroyum
www.nlh.fo
Um starvið
Einalærarin undirvísir í øllum læru
greinum og hevur fyrisitingarligu
ábyrgdina av skúlanum.
Søkt verður eftir einalærara, sum
• undir árbyrgd skúlamyndugleik
anna skal hava fyrisitingarligu og
námsfrøðiligu leiðsluna og
ábyrgd av dagligu undirvísingini
• skal fremja góðar arbeiðsum
støður og gott samstarv millum
skúla og heim
• dugir at samstarva og er fyri
komandi
• skal vera førur fyri at loysa
trupulleikar
• skal eggja næmingum og
foreldrum at fáa sum mest
burtur úr skúlagongdini bæði
fakliga og sosialt
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæra
raútbúgving. Um eingin lærari søkir
starvið, verður fólk, ið ikki hevur
fólkaskúlalærarútbúgving, sett í starv
ið.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráð
num við tænastu í Kunoyar Skúla.
Starvið verður lønt sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag í lønarflokkunum 21.2
– 30.2.
Umsókn saman við prógvi, C.V.
o.ø. skal verða Mentamálaráðnum í
hendi í seinasta lagi 28. august
2007 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við Tposti: mmr@mmr.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um
starvið, kunnu ringja til Jenny
Lydersen, undirvísingarleiðara, ella
Olaus Jespersen, deildarstjóra.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðs
uppgávu at fyrisita undirvísingar
mál, mentamál og gransking. Har
afturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum og øðrum frí
tíðarvirksemi.
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Einalærari í Kunoyar Skúla
Tíðaravmarkað starv í Kunoyar skúla fyri einalærara í
barnsburðarfarloyvi verður lýst leyst til setanar frá 3.
september og í umleið 28 vikur.
Í Kunoyar skúla eru 6 næmingar í 1. – 7. flokki.
lýsingar