Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 - 15. august 2007 33 tíðindi Vit hava fingið tíðindi frá okkara manni í Grønlandi, Kára við Stein. Hann greiðir dag fyri dag frá tí, sum hendir á fiskivinnuøkinum. 27. juli Í dag eru + 4,2 stig, vindur er av suðri við regni. Tað er eitt øðiligt regn, sum er komið niður. Eg havi eina 14 fót jollu, sum liggur í túninum hjá mær. Hon var hálvfull av regni eftir ein­ um samdøgri. Her er ein tíðindastubbi frá Jóhannes Norðoy, skip­ aranum á svartkalva­ og toskatrolaranum ”Manu” úr Manitsok. Sum Jóhannes skrivar, so er hetta hansara síðsti túrur. Hann hevur baldrast á sjónum í 51 ár. Nú skal hann njóta tilveruna saman við konu og familju í Danmark, har hann býr. Eg ynski Jóhannus alt gott framyvir og takk fyri samar­ beiðið, sum vit hava roynt at haft saman. Tíðindini eru hesi: Vit eru á veg inn til Manit­ soq at landa. Vit hava verið úti í 12 dagar. Vit fiskaðu restkvotuna av svartkalva 78 tons. Tey seinastu tvey samdøgrini fiskaðu vit tosk á Dana Bank. Vit hava fing­ ið umleið 60 tons av rund­ um. Annars hava vit gjørt tveir túrar í Eysturgrønlandi. Tann fyrra túrin høvdu vit 160 tons av svartkalva og 50 tons av stórum toski. Tann seinna túrin høvdu vit 65 tons av svartkalva og 135 tons av toski. Av teim­ um fiskaðu vit 25 tons á Dana Banka. Tað hevur verið so nógvur ísur í Juli­ anehaabsbuktuni, at vit hava ikki kunnað komið fram at har. Frá Dana Banka og suðureftir hevur onki verið at sæð á ekkoloddinum. Í Eysturgrønlandi var bara stórur toskur, men á Dana Banka var nógv blandað, men tað var smátt. Vit hava loyvi at koma norður á 63 stig. Tað vil siga á SW horn­ inum á Fiskanes Banka. Men har var so onki at síggja. Tað sær út, sum at nakað av toski er við at koma aftur á miðini. Havi spælt við Jóhannus Sum smádrongur havi eg ofta spælt vid Jóhannus Norðoy. Abbi hansara Nikl­ as undir Heynum búði á Skálanum í Kollafirði, har sum eg havi haft nógv barnaspor. Eg var so at siga í hvørjari summarferiu hjá ommu og abba mínum, sum búðu á Miðgerði og so eisini hjá mostur míni, sum býr á Miðgerði tann dag í dag. Yviri á Signabø átti eg eina mostur, sum var gumma mín. Maður henn­ ara, Poul á Signabø, sum hann bleiv nevndur, plagdi at gera mær bátar burtur úr 5 liturs Gastrol dunkum. Teir vóru væl málaðir frá fabrikkini hjá Gastrol, grønir og so stórar bókstavir í bæði borð. Har plagdi eg at spæla í ánni og so niðri á støðni hjá Poul. Eg minnis so væl, at eg plagdi at ganga mær ein túr út á Sperm at hyggja eftir tí gamla skipin­ um Karin, sum lá sokkið har. Og so allar tær gomlu sluppirnar, sum lógu fyri teym út fyri Signabø. Mill­ um hesar vóru Gudrun Zoega og Grundick. Tað vóru tíðir! Eg skal bara geva eitt dømi, hvat man lærdi. Sunnudag, tá ið fólk var í kirkju, slap mann ikki út at spæla. Eg havi haft nógv spor í Kollafjarðar Kirkju saman við ommu og abba mínum. Soleiðis vóru tíð­ inar tá. Nú eru bara minnini eftir, ja, tey eru góð. Sum eina tøkk fyri tey hava mamma mín og eg handað Kollafjarðar kirkju eitt modell av Norsku Løvu fyri nøkrum árum síðani. Ein trolari, sum tekur ímóti fiski frá smábátunum, er í Nuuk og landar í dag. Hann eitur Kolbeinsey. Teir hava ligið har suduri við Fiskanes og tikið ímóti fiski. Hvat teir hava inni av tonsum hesaferð veit eg ikki. 31. juli Í dag eru + 5,1 stig, stilli og tokubankar. Nanoq Trawl kom inn til Nuuk at landa í gjár, og í dag kom so Aka­ malik eisini til Nuuk at landa og skifta manning. Polar Amaroq kom inn at landa í kvøld. Teir hava fulla last aftur henda túrin. Teir hava sett siglitíð til í annakvøld kl 1800. 1. august Í dag eru + 5,2 stig og stilli. Tað er ein ørgrynna av mýggjabitum, sum eru ógvuliga svangir. Tað stend­ ur ikki á at fáa bitið onkran og súgva seg mettan av blóði. Tað er góðar umstøður hjá mýggjabitun­ um at koma væl undan i 2008. Polar Amaroq var liðugur at landa í dag á middegi, og teir sigldu kl 1800 nýggjan túr. 2 august Akamalik kom inn til Nuuk at landa í morgun. 6. august Í dag eru + 7 stig. Tað er stilli og sirm. Polar Natar­ naq kom inn í morgun at landa sekkjarækjur. Teir hava fulla last og seint seinnapartin kom Natarnaq inn at landa. Har var alt fult, sum fyllast kundi. Teir hava verið víða og roynt. Teir fóru suður eftir, tá ið teir byrjadu túr frá Nuuk. Teir royndu út fyri Pamiut, men har var lítið at fáa. So rendu teir heilt norður á 68 stig, og tá hjálpti. Hetta var ein góður teinur at stima. Í morgun kom Qaqatsiaq inn til Nuuk at landa 9. august Í dag eru + 7,2 stig og stilli. Markus kom inn at millum­ landa í morgun. Teir løgdu 200 tons upp av rækjum og loystu aftur kl 1500. Polar Nagtoralik og Saputi eru inni í Nuuk og landa í dag. Grønlandstíðindi