Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 156 - 15. august 2007 SAMBAND MAGNUS GUNNARSSON MAGGI@SOSIALURIN.FO TLF. 341800 BILAR Eftir at hava koyrt í USA í eitt ár er Mazda CX-7 nú klárur til evropeiska marknaðin. CX-7 er ein sonevndur Crossover, sum í fyrstu atløgu kemur við 2,3-litra bensinmotori við 260 hk. Næsta ár kemur eisini ein dieselúgáva BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo CX-7 byrjaði sína tilveru sum konseptbilurin Mazda MX-Crossport fyri umleið tveimum árum síðan, men tá hann seinni hevði heims- premieru í Detroit, var navnið broytt til Mazda CX-7. Mazda CX-7 er ein so nevndur Crossover - ein kom binatión av fleiri ym- isk um biltypum við bæði sportsligum og SUV (Sport Utility Vehicle) eginleikum, ið verður drivin av øllum fýra hjólunum. Í mun til longdina (467 cm) er CX-7 rættuliga breið- ur (187 cm), og hæddin er 165 cm. Bilurin er lægri og breiðari enn fleiri av kapp- ing arneytunum, og við lut- falsliga stórari aksilfrástøðu (275 cm) eru koyri egin leik- arnir bæði góðir og stabilir. Kabinan er bæði snøgg og sportslig við góðum plássi til fimm vaksin og teirra viðføri. CX-7 hevur 2,3-litra 4 syl. bensinmotor við 260 hk - sami motorur sum er í Mazda 6 MPS. Næsta ár kemur eisini ein dieselútgáva. CX-7, ið verða framleiddir í Hiro- shima í Japan, fáast í tveim- um útgávum hvat útgerð við víkur: Advance og Premium. Í USA fæst eisini ein størri bilur, Mazda CX-9. Hesin kemur sum skilst ikki til Evropa. Mazda CX-7 til Evropa Kabinan er bæði snøgg og sportslig við góðum plássi til fimm vaksin Mazda CX-7 er ein sonevndur Crossover - ein kombinatión av fleiri ymiskum biltypum. Eitt framkomið 4x4 system er standard CX-7 Bilurin er bæði lægri og breiðari enn fleiri av kappingarneytunum við lutfalsliga stórari aksilfrástøðu og stórum 18” hjólum Mazda CX-9 er størri enn CX-7 og verður einans gjørdur til amerikanska marknaðin