hósdagur 16. august 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 157 - 16. august 2007
tíðindi
til endamálið á fíggjarlógini
fyri 2008 og 2009. Vandi er
fyri, at hesar ábøtur á lægstu
fyritíðarpensjón umframt að
rar ætlanir á vælferðarøki
num fara fyri bakka, nú tá
samgongan hevur samtykt at
tálma á fíggjarlógini.
Verður hugt nærri at sam
tykta skattalættanum fyri 2008
sæst, at hesin skattalætti vendir
sera skeivt sosialt: skattalættin
er sera misjavnur og vendir
tunga endan niðureftir. Láginn
tøkur fáa lítlan og ongan skatta
lætta, meðan háinntøkur fáa
stóran skattalætta.
Dømi:
Javnaðarflokkurin, ið vil frem
ja “Tað góða samfelagið”, har
fá hava ov nógv og færri ov
lítið, og sum sigur seg borga
fyri vælferðini hjá øllum borg
arum landsins, eisini vælferð
ini hjá teimum lágløntu, van
ligum arbeiðarum, teimum
sjúku og veiku, eigur ikki at
ganga við til slíkan skatta
politikk, ið undirgravar al
mennu vælferðina og tiltrong
dar vælferðarbatar á almanna
og heilsuøkinum – ein skatta
politikk, sum harumframt er
við til at breiðka gjónna mill
um rík og fátøk. Javnaðar
flokkurin eigur hinvegin at
stuðla ætlanunum hjá Magna
Laksafoss, landsstýrismanni í
fíggjarmálum, ið nýliga hevur
boðað frá, at hann arbeiðir
við at rætta sosialu slagsíðuna
í núverandi skattaskipan, so
leiðis at eisini fólk við lágum
inntøkum fáa ein rímiligan og
rættvísan part av givnum
skattalættum.
Borgarligir, liberalistiskir
politikarar royna at goyma
tann veruleika, at skattalætt
arnir, ið latnir eru seinnu
árini, umframt skattalættin
fyri 2008 serstakliga fara til
teirra, ið hava høgar inntøk
ur. Teir royna at fyrigykla
fólki, at skattalættin serliga
verður givin fyri at lætta um
hjá vanligum arbeiðarum og
øðrum miðalløntum og siga,
at skattalættin fer at hava við
sær at tað fer at loysa seg
betur at arbeiða hjá vanliga
arbeiðskvinnuni og manni
num og lata vera við at grei
ða frá, at tað loysir seg fleiri
ferðir betur at arbeiða hjá
teimum háløntu. Skattalætta
yvirlitið fyri 2008 hjá Fíggjar
málaráðnum vísir greitt, at
skattalættin til vanliga arbeið
aran er sera lágur – ein van
ligur arbeiðari við inntøku
uppá 200.000 kr. fær einans
ein skattalætta, ið er 690
kr. meðan ein háløntur, ið
hevur inntøku uppá 500.000
kr. fær ein skattalætta, ið
er 6.240 kr., t.v.s. at ein
háløntur, ið hevur inntøku
uppá 500.000 kr. fær ein
skattalætta, ið er 9 ferðir so
høgur sum skattalættin til
arbeiðaran, ið hevur eina
vanliga arbeiðarainntøku
uppá 200.000 kr. Slíkur
ójavni í skattalættum til ávika
vist hálønt og láglønt eigur
ikki at verða góðtikin, í hvus
su er ikki av sosialistiska
Javnaðarflokkinum.
Verður hildið fast um at
skattalætti skal veitast í
2008, eigur skattalættin at
fara til láglønt og til fólk, ið
hava vanligar arbeiðaralønir,
ið hava brúk fyri skattalætta
til tiltrongt vanligt forbrúk.
Skattalættar til láglønt og
vanligar arbeiðarar yvirupp
hita sambært búskaparfrøðini
ikki landsbúskapin.
Framhaldandi skattalætti
til hálønt eftir amerikans
kum mynstri ella eitt væl
ferðarsamfelag fyri øll
Øll, ið hava fylgt við á skatta
politiska økinum vita, at
skattalættar eru givnir seinnu
árini, sum í stórstan mun hava
gagna teimum best løntu í
landinum. Yvirlitið yvir skatta
lættan 2008 hjá fíggjarmála
ráðnum vísir eisini, at skatta
lættin fyri 2008 í serligan
mun fer til hálønt, ið ikki
hava brúk fyri nøkrum skatta
lætta – tey hava nóg mikið til
vanligt forbrúk og hava har
umframt avlop til marglætis
nýtslu, privata uppsparing
v.m. Ávísir borgarligir politik
arar nýta somu argumenta
tiónin at lata skattalætta til tey
best løntu her á landi, sum
teir ultraliberalu í USA nýta
at geva teimum hægst løntu
har skattalættar. Í USA sigur
George Bush, forseti, um
skattalættar til hálønt, at tey
høgt løntu skulu hava skatta
lætta, tí tey hava tað uppibor
ið og tí tey gjalda nógv meira
í skatt enn tey við lágum inn
tøkum. Slík ódámlig argumen
tatión verður nýtt av ávísum
borgarligum, liberalistiskum
føroyskum politikarum sum
grundgeving at veita hálønt
um óneyðugar og ásosialar
skattalættar.
Skattalættar, ið alsamt
verða latnir teimum, ið eru
fíggjarliga best fyri í landi
num, kunnu fáa ta avleiðing,
at landskassin ikki fær nóg
mikið av peningi í kassan at
fíggja almennu vælferðartæn
asturnar og kann hetta hava
við sær, at okkara samhalds
fasta vælferðarsamfelag verð
ur syndrað, og vit í staðin fáa
“amerikaniseraða” (einstak
lingafíggjaða) vælferð, har
tey ríku og vælbjargaðu gjøgn
um heilsutryggingar og líkn
andi keypa sær atgongd til
sjúkrahúsviðgerð og aðrar væl
ferðarveitingar, meðan hinveg
in fíggjarligir veikir bólkar,
tey lágløntu, stakir uppihald
arar, arbeiðsleys, sjúk og gom
ul v.m. verða við sviðið soð, tí
tey ikki hava ráð at fíggja ella
keypa heilsutryggingar ella
onnur vælferðartilboð.
Teir ráðandi í Javnaðar
flokkinum eiga at leggja sær
í geyma, at stórur partur av
Føroya fólki óivað heldur vil
hava alneyðugar ábøtur á
vælferðartænastur og vælferð
arveitingar enn framhaldandi
skattalættar til høgtlønt eftir
ultra liberalistiskum leisti.
láginntøka uppá 120.000 kr.
fær 240 kr.
miðalinntøka uppá 200.000 kr.
fær 690 kr.
háinntøka uppá 500.000 kr.
fær 6.240 kr.
háinntøka uppá 850.000 kr.
fær 7.115 kr.
Framhald av síðu 12
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Send lepan til:
Send ein t-post til
post@sosialurin.fo
ella ring 34 18 00
Haldið Sosialin – altíð við tí nýggjasta!
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!
Aytobe GPS við fullfíggjaðum korti yvir
Vestureuropa fyri super-prís. Alt er Plug
and Play.
Hevur m.a:
· 3,5” Samsung Touch LCD skerm
· Fjarstýring
· 20 mál
· 3D/2D vísing av korti
· Innbygdan MP3 spælara
· Dag/nátt ljós
· Intel PAX 255 300 MHz processor
· 64 MB innbygt minni
· Innbygdan SD kortlesara
· Lithium battarí (3 tímar)
Aytobe PG-63509 GPS
einans
2.590,-
Ger teg kláran til bilferðina