Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 158 - 17. august 2007 tíðindi Edmund Joensen fer at arbeiða fyri, at uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi kemur í gildi beinanvegin Eitt valdømi Jan Müller jan@sosialurin.fo - Eg eri sera fegin um, at fólk tekur so væl undir við uppskotinum sigur Edmund Joensen, tingformaður og leggur aftrat, at hann sjálvur hevur ta fatan, at fólk meta, at hetta mál hevur stóran týdning fyri samfelagið. Tíðin er farin frá gomlu skipanini. Føroyar hava broytt seg til at vera eitt samanbundið meginland. Hetta er eitt mál, sum sjóvar føroyingar meira saman enn áður. Edmund Joensen heldur ikki atfinningarnar, sum eru komnar fram um, at hann ikki átti at lagt hetta fram, eru rættar, tí er tað nakað, sum tingformaðurin eigur at hava áhuga fyri, so eru tað skipaninar rundan um løgtingið. At fáa tingið at virka á allarbesta hátt, og ikki minst at fáa valskipan- ina, sum er sjálvt grundar- lagið undir tinginum, at virka skilabest. -Tað vildi verið løgið, um ikki løg- tingsformaðurin gekk á odda at fáa ta bestu og mest nútímans skipanina, soleiðis at fólkaræðið fær virkað á besta hátt. Hetta er ábyrgdin hjá tingformanninum, nú vit vita, hvussu eymt mál hetta er fyri tingmenn, flokkar og samgongur. Og fyri at hjálpa skipanini á veg, so er tað neyðugt, at onkur tekur ábyrgdina av at gera hetta. Tá nú allir flokkar hava givið signal um hetta og hetta er eitt mál fyri allar flokkar, so er tað einki minni enn mín skylda at taka hetta upp. - Hvat nú um tað hendir, at høvuðstaðarøkið verður yvirumboðað við kanska 80% av tingmonnunum eftir val? - Hatta er eitt hugsað dømi, sum sjálvandi ikki fer at henda. Sjálvandi fara økini eisini at hugsa um, hvørji umboð tey vilja hava. Norðingar og suðringar í Havn kunnu nú velja síni umboð í heimaoynni. Nú er tað púra opið, at fólk líka- mikið hvar tey búgva fara og velja tey fólk, sum tey halda eru best egnað. Edmund Joensen ber ikki ótta fyri, at málið skal verða forhálað og súltað í eini nevnd, soleiðis at tað ikki fer at virka frá komandi vali. – Vanliga fer slíkt mál í Rættarnevndina, men tá slíkt yvirskipað mál kemur fyri, so er møguleiki at velja eina grein 25 nevnd. Skipanin er annars so, at eitt mál kann ikki vera long- ur enn ein mánað í nevnd, uttan at løgtingsformaðurin gevur loyvi til tað. Kemur mál ikki úr aftur nevnd eftir hesa tíðarfeist, so kann tingið krevja, at tað kemur til 2. viðgerð. Annars kunnu nevndir fáa eyka tíð, um serligar umstøður gera tað, men heldur ikki hon er óavmarkað. Edmund Joen- sen roknar við, at málið verður avgreitt í oktober mánað, tá hevur tikið havt góða tíð til tað. Fær løg- tingið fatan av, at onkur vil forhála eitt mál ella mis- brúka skipanina, so sleppur viðkomandi ikki tað. Edmund sær onga orsøk til, at Rættarnevndin ella ein grein 25 nevnd brúka meira enn ta vanligu ásettu tíðina í tingskipanini til at avgreiða hetta málið, tí tað er eitt sera einfalt mál. Ein Gallup-kanning, sum Sosialurin hevur bílagt, vísir, at meiri enn helmingurin av føroyingum er fyri einum valdømi. Eisini í tinginum er greiður meiriluti fyri einum valdømi. Eitt valdømi Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Ein kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin, staðfestir, at ein greiður meiriluti av føroy- ingum eru fyri einum val- dømi. Bert ein fjórðingur sigur seg vera ímóti, meðan meiri enn helmingurin sigur seg vera fyri. Restin sigur seg ikki vita. Av tí, at kanningin varð bíløgd áðrenn Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevði lagt uppskotið um eitt valdømi fyri tingið, varð spurningurin um málið eigur at sendast til fólkaat- kvøðu eisini settur. Her stendur á jøvnum millum ja og nei, meðan ein tíggjunda- partur segði seg ikki vita. Eisini var spurningurin um nær fólk halda tað vera skilabest at avgreiða spurn- ingin um eitt valdømi. Har vóru valmøguleikarnir fyri og eftir løgtingsvalið, og veit ikki, og eisini her stóð úrslitið á jøvnum, meðan 12 prosent segði seg ikki vita. Viðmerkjast skal, at fyri- varni eigur at verða tikið fyri smærri broytingum, tí úrslitini av kanningini eru ikki fíntald enn. Í næstu viku fara vit at hyggja nærri at kanningini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Eitt nú, aldurs- og kynsbýtið, og ikki minst, hvussu býtið er kring landið. Meiriluti í tinginum Í mai í ár ringdu vit til allar tinglimir, at vita, hvør var fyri, og hvør var ímóti ein- um valdømi. Tá var úrslitið, at 16 vóru fyri og 11 vóru ímóti. Fýra høvdu ikki tikið støðu enn, og ein vildi ikki svara. Tá vit í dag ringu til teir, sum ikki høvdu tikið støðu tá, var greitt, at 19 er fyri, meðan 12 eru ímóti. Henrik Old svarar av prin- sipp ikki slíkum spurnarum- førum. Føroyingar fyri einum valdømi Tingmenn sleppa ikki at forhála málið JA NEI Óli Breckmann Poul Michelsen Heðin Zachariasen Edmund Joensen Kaj Leo Johannesen Lisbeth L. Petersen Olav Enomoto Johan Dahl Andrias Petersen John Johannessen Annita á Fríðriksmørk Heidi Petersen Karsten Hansen Bill Justinussen Jenis av Rana Kári P. Højgaard Tórbjørn Jacobsen Finnur Helmsdal Høgni Hoydal Anfinn Kallsberg Jógvan við Keldu Jørgen Niclasen Kjartan Joensen Alfred Olsen Marjus Dam Gerhard Lognberg Kristian Magnussen Vilhelm Johannesen Sverre Midjord Páll á Reynatúgvu Hergeir Nielsen Svarar ikki Henrik Old