Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 17. august 2007 33 tíðindi R E P R O Z Søkt verður eftir einum málsviðgera til heilsu- og umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu. Arbeiðsøkið Starvið umfatar mál innan karmarnar av umhvørvisverndarlóggávuni. Starvið snýr seg í høvuðsheitum um málsviðgerð, eftirlit við virkjum, matstovnum v. m. og viðgerð av fyrispurningum frá borgaranum. Tú kemur eisini at fyriskipa umhvørvisvikuna og sum heild at hava eftirlit við dálkingarstøðuni í kommununi. Vit kundu hugsað okkum at tú hevur eina hægri útbúgving innan umhvørvi, nátturuvísind, verkfrøði e. l. Tú hevur góðan kunnleika til EDV og dugir væl at samskifta á føroyskum máli. Tað er umráðandi at tú hevur royndir innan arbeiðið við heilsu- og umhvørvismálum og innan almenna fyrisiting. Dentur verður lagdur á, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt og hugsar rationelt. Tú virkar í góðum samstarvi við starvsfelagar og onnur sum arbeiða hjá kommununi. Heilsu- og umhvørvisdeildin Heilsu- og umhvørvisdeildin er ein undirdeild hjá tekninsku deild við tilvísing til býarverkfrøðingin, sum er deildarleiðari. Á heilsu- og umhvørvisdeildini arbeiða tvey starvsfólk, sum burturav taka sær av heilsu- og umhvørvismálum. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag og verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing ella Anniku Berg umhvørvisverkfrøðing á tel. 30 20 10. Umsókn Heldur tú at starvið ljóðar spennandi og hevur tú áhuga í uppgávum innan umhvørvið, kanst tú senda umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum tilmælum til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi fríggjadagin 31. august 2007. Vinarliga viðmerk á brævbjálvan: „málsviðgeri til heilsu- og umhvørvisdeildina.“ Heilsu- & umhvørvisdeildin søkir eftir málsviðgera Tórshavnar kommuna Gott er at hava bróður sín, Jón undir liðini á sær, eisini í skúlanum. Jón hevur longu lært tann yngra at rokna