fríggjadagur 17. august 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 17. august 2007
47
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Stuðulstænastan
Stuðul til unga kvinnu á Skálafjørðinum
Stuðulstænastan søkir eftir stuðlum til
unga kvinnu at byrja skjótast gjørligt.
Gentan er 18 ára gomul, fjølbrekað, og
flytir í egna íbúð í næstum. Hon gongur í
skúla og tørvar hjálp í dagligdegnum.
Starvið fevnur um at stuðla og vera um
gentuna eftir loknan skúladag, at fara við
henni til ymisk tiltøk, og á tann hátt vera
við til at geva henni ein innihaldsríkan
gerandisdag.
Starvið er mett til at verða antin fulla ella
niðursetta tíð.
Setanartreytir:
Talan er um starv innan Nærverkið,
og roknast má við, at arbeiðstíðirnar
av og á eru skiftandi dag-, kvøld-, og
vikuskiftisarbeiði. Løn sambært sáttmála
millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið frá Anniku
Hansen ella Fíu Jespersen á tlf. 354020.
Umsókn:
Send eina umsókn til Annikah@naerverk.
fo, sofiej@naerverk.fo ella:
Stuðulstænastan
Løkjatún 1,
F0–160 Argir
Umsóknarfreist: 31. august 2007
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Trivnaðartænastan
Endurlýsing eftir Pedagogi til Umlættingina
á Garðavegi 38, Klaksvík
Søkt verður eftir pedagogi at byrja 1.
september 2007 og fyribils til 31.12.07.
Tey, sum gera brúk av umlættingini, hava
eina fasta skipan. Til umlættingina koma
ung/børn við autismu. Tí er ynskiligt at
viðkomandi hevur vitan innan hetta økið.
Arbeiðið fevnir millum annað um at skipa
gerandisdagin og frítíðina saman við
teimum ungu/børnum og verandi
starvsfólkum. Dentur verður lagdur á, at
tann, ið sett/ur verður, er likamliga væl
fyri og er áhugað/ur í at luttaka aktivt í
øllum avbjóðingum og er opin fyri
nýhugsan
Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag, kvøld-,
náttar- og vikuskiftisvaktir. Setanarøkið
er Nærverkið, og tænastustaðurin er
fyribils í Umlættingini á Garðavegi.
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Pedagogfelag. Um eingin pedagogur
søkir, verður starvið sett við hjálparfólki
sambart sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til leiðaran á tlf. 456320 ella 258679
Umsókn:
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum,
viðmælum og C.V. skulu sendast til:
Umlættingin á Garðavegi 38,
700 Klaksvík
Stílað: Asta Poulsen, leiðara
Umsóknarfreist: 31.08. 2007.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Starvsfólk til dagtilhaldið Stjørnulon í Tórshavn
Stjørnulon er eitt dagtilhald fyri 8
fólk, ið eru minnisveik og sum búgva
heima. Dentur verður lagdur á at stuðla
húsfólkunum soleiðis, at tey fáa ein
innihaldsríkan gerandisdag. Tilboðini
fevna m.a. um sang, lesnað, matgerð,
ítrivsarbeiði og at ganga túrar.
Arbeiðsøki:
• Saman við hinum starvsfólkunum
at skapa eitt heimligt umhvørvi, har
húsfólkini trívast.
• Kontaktpersónur hjá nøkrum
húsfólkum og avvarðandi.
• Luttaka í matgerð, ítrivsarbeiði og
øðrum virksemi.
Førleikakrøv:
• Heilsufaklig útbúgving við kunnleika til
minnisveik er ein fyrimunur.
• Evni til at vera um menniskja í
síni heild, har pláss er fyri ymsum
áskoðanum.
• Evni at samstarva við húsfólk,
avvarðandi og samstarvsfelagar.
Vit bjóða:
• Heimligt og positivt arbeiðsumhvørvi
við fakligum og menniskjaligum
avbjóðingum.
Meira fæst at vita um starvið við at
venda sær til Ester Husgaard, leiðara á
Stjørnulon, tlf. 218109.
Setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Talan er um starv innan
Nærverkið og tænastustaðurin er fyribils
í Stjørnulon. Starvsbrøkurin er 0,8.
Umsókn:
Umsókn við hjáløgdum próvskjølum,
viðmælum og C.V. skal sendast til:
Nærverkið
Eirargarður 2
Postboks 3037
110 Tórshavn
Stílað: Gunnleyg Durhuus
Umsóknarfreist: 31. august 2007.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
lýsingar
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!
www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · telefon 227 000
K
u
li
r
h
j
ál
mar
NEX PC-1 hjálmur. Flottur heildekkandi
hjálmur við allergivinarligari bjálving og løttum
lási til høkureim. Hevur klárt glas, ið ikki
skøvast. Er góðkendur til motorsúkklu og er tí
eisini væl egnaður til knallert og skutara. Fæst í
fleiri litum.Fæst í hesum støddum: M, L, XL,
XXL.
790,-
einans