Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. august 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 159 - 20. august 2007 Eftir ein óvanliga spennandi dyst vunnu Andor Isaksen og Kári Poulsen úr Klaksvík finaluna í spurnarkappingini SkipaQvistin á Sjómannadegnum Sjómannadagur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sera nógv fólk fylgdu við spurnarkappingini á Stangabrúnni og spenningurin var øgiligur. Móti endanum stóð tað nevniliga á jøvnum millum klaksvíkingarnir Andor Isaksen og Kára Poulsen øðrumegin og vágamenninar Jørgen Niclasen og Jens Weihe hinumegin. Tískil mátti spurnarkappingin avgerast við einum eykaspurningi. Eykaspurningurin snúði seg um at gita so neyvt, sum gjørligt, hvussu langt skipið Strandingur er. Tá avtornaði gittu liðini úr Klaksvík og Sørvági ávikavist 160 cm og 220 cm við síðuna av. Klaksvíkingarnir lógu sostatt tættast og vunnu tískil finaluna. Umframt heiðurin vunnu Andor Isaksen og Kári Poulsen hvør sína ferð fyri tvey til Reykjavíkar. Tað er Skipalistin, sum gjøgnum summarið hevur skipað fyri vælumtókta SkipaQvistinum. Fimm minuttir og 56 sekund tók tað Kristmund Jóhannesen at vinda upp eina hespu. Sostatt gjørdust hann og dáman vinnarar av hesi forkunnugu kapping á Sjómannadegnum Sjómannadagur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Kristmund Jóhannesen av Skála var ikki bara tann allarskjótasti at vinda upp eitt noða, meðan dáman Kristbjørg Toftegaard helt hespuni. Noðað hjá unga skálamanninum var eisini tað avgjørt vakrasta og trillrundasta í allari kapp­ ingini, sum var ein týðandi liður í metingini um, hvør skuldi hava 1. plássið Trúði hann skuldi halda Heili átta pør luttóku í kappingini um at vinda hespu upp í noða, og onkra løtu sá tað ikki sørt fløkja­ sligt út á pallinum. Kapp­ ingin var skipað soleiðis, at tað vóru menninir, sum vundu, meðan dámurnar hildu hespunum. Ovfarni vinnarin vildi vera við, góða úrslitið heilt vist ikki stóðst av, at hann var vanur at vinda upp hespur. Kristbjørg Tofte­ gaard var eisini skjót at leggja afturat, at tað ikki var henni fyri at takka, at sjeikurin er vorðin ein so framúr dugnaligur hespu­ vindari. ­ Tað er í øllum førum ikki tí, eg bindi meir enn onnur konufólk, segði Krist­ bjørg, meðan Kristmund viðgekk, at hann hevði verið serliga spentur uppá kappingina at skera agn. ­ Eitt systkinabarn meld­ aði meg til hesa vindi­ kappingina. Eg segði bara ja, tí eg trúði, at eg skuldi halda hespuni, smíltist frynt­ ligi skálamaðurin og legði afturat, at kanska lá góða hespuhandalagið til familj­ una. ­ Mamma er ófør at vinda hespur, og tað gongur við rúkandi ferð hjá henni. So kanska tað liggur í blóði­ num, grunaði Føroya fyrsti føroyameistari av hesum slag. Umframt tey átta noðuni, sum vórðu vundin í kapp­ ingini, vann unga parið eisini 15 hespur av føroysk­ um tógvi. Tað var Norðoya Klaksvíkingar vunnu SkipaQv Tað vóru tveir ernir klaksvíkingar, sum fóru avstað við sigrinum í finaluni í SkipaQvistinum á Sjómannadegnum í dag Tvey’arnir Jørgen Niclasen og Jens Weihe tóku heiðurliga tapið við uppreistari pannu Føroya skjótasti hespuvindari Kristmund Jóhannesen av Skála við vakra noðanum í hondini, sum gjørdi hann til Føroya skjótasti hespuvindara Onkra løtu var eitt sindur fløkjasligt á pallinum