týsdagur 21. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 160 - 21. august 2007
Helvtin av »Pipar &
Salt«, Sjúrður Skaale,
hevur skapt eina
røð av persónum
og søgugongdum,
sum í hesum døgum
verður tikin upp
kring Føroyar.
Fyrst í komandi
ári verður hetta til
sjónvarpsrøðina »Eg
elski Føroyar«
Sjónvarp
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Vit hitta Arvid og Simonu í
plantasjuni í Havn, Arvid
smakkar sær á eina øl, kass
in frá Føroya Bjór er hálv
tómur og er vælegnaður
sum rygglen. Hóast húðin
er merkt av ringum reinføri
og drukki, og klæðini ikki
beinleiðis
eru
nýggjasti
móti, so eru Arvid og
Simona bæði sannførd um
sína egnu fortreffiligheit.
Hetta eru tveir av persón
unum í sjónvarpsrøðini »Eg
elski Føroyar«, ið Sjúrður
Skaale hevur skrivað og sjálv
ur spælir við í. Sjúrður er
Arvid, og ein rúgva av øðrum
persónum í skemtirøðini, ið
verður tikin upp í hesum døg
um. Komandi viku gongur
leiðin til Danmarkar, har tey
skulu taka upp eina røð av
sketjum um føroyingin Nu,
sum hatar alt danskt, men er
búsitandi í Keypmannahavn
og giftur við eini danskari
konu, greiður Bjarni Rubek
sen frá, ið er myndamaður á
skemtirøðini.
Ikki Pipar & Salt
Sjúrður Skaale hevur saman
við Jákup Weyhe staðið fyri
meginpartinum av skemti
sendingunum, ið hava verið
í føroyskum sjónvarpi sein
astu tíggju árini, men »Eg
elski Føroyar« er hvørkið
»Pipar & Salt«, »Kreppu
kabarettin« ella »Flatt av
Flatlondum”, vísur Sjúrður
Skaale á.
Sjúrður heldur at tað er
stuttligt at royna at arbeiða
saman við nýggjum fólki,
og fáa íblástur frá teimum,
og hesaferð hevur Sjúrður
funnið saman við Elini á
Rógvu, ið leikstjórnar røð
ini og einum sjónleikara
bólki, ið umfatar bæði
nýggj og roynd nøvn. Á
rollulistanum eru umframt
Sjúrð, Elsa Maria Olsen, ið
m.o. spælir Simona, Lív
Reynheim og Bárður Pers
son. Men eisini onkur annar
verður við. Ljóðarbeiðið
standa Eyðbjørn við Skipá
og Pauli
Seks partar
Skemtirøðin verður í seks
pørtum og verður send í
sjónøvarpinum beint eftir
nýggjár. Hettar eru ymiskar
røðir av sketjum, og alt er
spildurnýtt tilfar skrivað til
»Eg elski Føroyar«, og teir
persónarnir, vit hitta í røð
ini, eru skaptir til hesa
røðina.
Sangirnir eru nýskrivaðir
av Sjúrða og føroysku popp
smiðirnir Eyðfinn Jensen
og Kári Jacobsen standa
fyri tónleikapartinum. Hesir
eru m.a. kendir sum menn
inir aftan fyri gentubólkin
Poppkorn, so her verður
uttan iva talan um lætt
svølgdan popp.
Búnarnir
hevur
Anna
Kristin Bæk staðið fyri, og
skulu vit døma eftir búnu
num hjá Arvid og Simonu,
so er hon komin væl frá
uppgávuni.
Norskur festivalur
vil hava føroyingar
200 og Eivør luttóku í ár norska festivalurin, By:
Larm. Men festivalurin, ið ofta verður sammettur
við Spotfestivalin í Århus, hevur í eina tíð víst
Føroyum áhuga, eitt nú var ein av fyrireikarunum
dómari á GBOB í fjør. Nú boðar festivalurin frá, at tey taka ímóti tilmeldingum til
festivalin komandi ár. Til ber at melda seg til á heimasíðuni hjá festivalinum bylarm.no/
backstage/artists/new. Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum sigur við Sosialin, at
festivalurin hevur boðað frá, at tey eru áhugaði í, at føroyskir bólkar tilmelda seg.
Mannaátarar biðja um umbering
Altjóða gongdin at biðja um umbering fyri syndirnar frá fortíðini hevur nú eisini
rokkið mannaátarar í einum ættarbólki á Papua Ny Guinea. Teir biðja um umbering
fyri at forfedrar teirra drupu, kókaðu og ótu fýra kristnar trúboðarar úr Fiji
oyggjunum í 1878. Umberingin kom í sambandi við eina seremoni herfyri í býnum
Rabaul í East New Britainlandslutinum. Í øðrum førum bað fyrrverandi danski
forsætisráðharrin, Poul Nyrup í 1998 um umbering fyri tvangsflytingina av Thule
búgvum í Grønlandi eina hálva øld áðrenn, meðan Johannes Paul II bað um
umbering fyri kristnu forfylgingina av jødunum. Týskland hevur ferð eftir ferð
biðið um umbering fyri Holocaust, og Canada hevur gjørt tað sama fyri viðgerina
av teirra upprunafólkum.
Sjúrður ger nýggja sjónvarpsrøð
Simona og Arvid eru tvey av teimum
nýggju andlitunum, ið helst verða
fólkaogn, tá »Eg elski Føroyar« kemur
í sjónvarpið
Mynd: Álvur Haraldsen