Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. august 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 160 - 21. august 2007 Starvið Í Landsmiðstøðini eru nakrir ráðgevatímar leysir at søkja til setanar frá 1. oktober 2007 ella skjótast gjørligt eftir hetta. Ráðgevingin fevnir í fyrsta lagi um lærugreinarnar enskt, týskt, landalæru, søgu og samtíð. Tilsamans 12 lønartímar um vikuna eru at søkja. Ein lønartími er umleið 1,6 fyrisitingartími. Starvslýsing Starvslýsing er galdandi fyri ráðgevastarvið. Eitt nú verð- ur sagt, at ráðgevin skal: • virka fyri einari fakligari, námsligari og tøkniligari menning í skúlanum • ráðgeva viðvíkjandi undirvísingarmiðlum og arbeiðs- hættum í einstøku lærugreinunum • ráðgeva í sambandi við skeið og eftirútbúgving. Lagt verður upp til skipað samstarv millum ráðgevarnar. Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjari • hevur hollan ástøðiligan kunnleika og góðar starvs- ligar royndir • hevur áhuga fyri námsfrøðiligum arbeiði og fyri nýtslu av KT í undirvísingarhøpi • hevur góð samstarvsevni og evni at samskipa • hevur førleika at menna samstarvið við starvsfelagar, stovnar og lærarar • verður ein virkin partur av toymisumhvørvinum í Landsmiðstøðini og samstundis kann arbeiða sjálv- støðugt • hevur áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna nýggjar leiðir. Vit bjóða • eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti við lærarar, skúlar og skúlamynd- ugleikar • arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og lønt í lønarflokki 30.3. Setanartíðin er í fyrstu atløgu 3 ár, har fyrsta árið er eitt royndarár. Síðani kann setanartíðin verða longd. Um serlig viðurskifti tala fyri hesum, kann setanartíðin leingj- ast út yvir 7 ár. Tann, ið settur verður, skal undirvísa írestandi tímar- nar í skúlanum, har viðkomandi starvast dagliga. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v., o.ø. skulu sendast til: Landsmiðstøðin Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3084 FO-110 Tórshavn ella t-post: lms@lms.fo Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mána- dagin 27. august 2007. Gjøllari upplýsingar fáast við at venda sær til Petur Sim- onsen, stjóra í Landsmiðstøðini, tlf. 356850 ella 220414. lýsingar -har tað hendir