Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 161 - 22. august 2007 Lagt tiL rættis: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Spurningurin um at gera Føroyar til eitt valdømi, verður uttan iva eitt av teimum glóðheitu eplunum á politiska leikpallinum í heyst. Meiningarnar eru ymisk­ ar, men í landsstýrinum er ongin ivi, tí stórur meiriluti í landsstýrinum vil hava, at Føroyar verða eitt valdømi. Eitt spurnarumfar í landsstýrinum vísir, at tað er bara Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø, sum ikki taka undir við at gera Føroyar til eitt valdømi. Í evstu løtu eydnaðist at fáa fatur á Birni Kalsø. Hann sigur, at hann ikki tekur undir við at gera Føroyar til eitt valdømi. Hetta grundar hann millum annað við, at kommunala skipanin er so veik. Bjørn Kalsø heldur, at við einum valdømi verður alt politiskt vald so við og við miðsavnað, og at útjaðarin harvið dettur niðurímillum. Landsstýrið vil hava eitt valdømi Føroyar skulu vera eitt valdømi og tað ongantíð ov skjótt, heldur Bjarni Djurholm Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður, er heitur tals­ maður fyri at gera allar Føroyar til eitt valdømi. ­ Tað hevði verið eitt stórt framstig fyri føroyskan politikk, heldur hann. Í hansara tíð í politikki hevur hann tvær ferðir lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera Føroyar til eitt valdømi, men hvørga ferð­ ina fekk hann undirtøku. Bjarni Djurholm heldur, at verða Føroyar eitt val­ dømi, hevði tað gjørt føroy­ skan politikk nógv ruddilig­ ari. Hann vísir á, at tá ið val er, royna valevnini í teimum ymsu valdømunum sjálvsagt, at føra ein boðskap fram, sum skal vinna teimum valið í teirra egna økjum. Men avleiðingin er, at tað er ikki altíð, at tann boð­ skapurin er samskipaður við eina landspolitiska ætl­ an, hjá flokkunum. ­ Tað merkir, at eftir hvørt val, standa allir flokkar eftir við lokalpolitiskum vallyft­ um, sum hvør sær kunnu vera skilagóð, men sum tað kanska illa ber til hjá flokkinum at halda í eini landspolitiskari ætlan, ser­ liga um hann kemur í samgongu. Bjarni Djurholm sigur, at tað kann elva til stórar trupulleikar í flokkum, í samgongum og í politikki­ num, sum heild. ­ Sum støðan er nú, gera lokalpolitisk vallyfti tað serstakliga torført at gera heildarætlanir fyri samferð­ sluøki, eins og fyri onnur øki. Bjarni Djurholm vísir eisini á, at so hvørt, sum kommunur verða lagdar saman, er tað ógjørligt at hava sjey valdømi, uttan at sama kommuna mangan kemur at liggja í minst tveimum valdømum. Og tað ger politikk óneyðuga torføran, at valdømi ikki samsvara við kommunu­ mark. Bjarni Djurholm sigur, at verða allar Føroyar eitt valdømi, verða flokkarnir noyddir at samskipa síni vallyfti og sostatt mugu floksleiðslurnar og floks­ skrivstovurnar styrkjast og virka landspolitiskt við einum felags baklandi í staðin fyri sum nú, har hvør flokkur ikki virkar sum ein eind, men sum sjey lokalfeløg. ­ Við einum valdømi stendur tað til hvønn flokk sær at syrgja fyri, at teir hava ein boðskap og val­ evni, sum skaffar teimum undirtøku um alt landið. Hann nevnir sum eitt dømi, at vóru Føroyar eitt valdømi, ivast hann onga løtu í, at vit langt síðani høvdu samst um at byggja ein tíðarhóskandi framtíðar flogvøll í Føroyum, sum hevði verið nógv longri og enn tann vøllurin, sum, vit nakrantíð kunnu gera í Vágum. Hinvegin heldur hann eisini, at uttan iva er tað skila­ gott at styrkja kommunurnar. Men hann heldur ikki at vit skulu bíða við at gera Føroyar til eitt valdømi, til kommunurnar eru styrktar. ­ Besti mátin at styrkja kommunurnar er kanska nettupp at taka stigið og gera landið til eitt valdømi, men finna kommunurnar ikki sjálvar útav at leggja saman, kann nettupp eitt Løgting, sum er valt í einum valdømi, megna at leggja tær saman í einar sjey kommunur. Ongantíð ov skjótt - Verða Føroyar eitt valdømi hevði tað gjørt politikkin ruddiligari, sigur Bjarni Djurholm Ætlanin at gera Føroyar til eitt valdømi, hevur kloyvt samgonguna av um miðjuna, men Løgmaður heldur, at tað eigur hon at tola ­ Tað stóð nógv á sam­ gonguni, tá ið broytingarnar í 266b í revsilógini vóru fyri. Men hon slitnaði ikki. ­ Og nú ætlanin er at gera Føroyar til eitt valdømi, fær samgongan kanska ein skelk afturat, men eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at slíta hana fyri tað. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, heldur, at tað vildi burturvið, at slitið sam­ gonguna upp á málið um eitt valdømi. ­ Spurningurin um at gera Føroyar til eitt valdømi er ikki eitt samgongumál og tí er tað ongin orsøk til at gera tað til eitt samgongumál, sum kann slíta samstarvið, sigur hann. Hann staðfestir, at upp­ skotið hevur býtt sam­ gonguna í tveir partar, sum eru at kalla javnt stórir. ­ Eg havi onga fráboðan fingið um, at nakar ætlar at seta samgonguna í váða fyri hetta uppskotið og tað er tann veruleiki, eg havi at halda meg til. ­ Men eg dugi ikki at síggja, at nøkur orsøk er til, at samgongan skal betala prísin fyri at Edmund Joensen hevur lagt uppskot fram um at gera Føroyar til eitt valdømi. Men skuldi samgongan slitnað, kann løgtingið halda fram at virka og tí er tað ikki neyðugt, at tað skal forða løgtinginum at virka. Men fer samgongan so at virka víðari, skuldi tað hent, at fleiri samgongulimir ikki longur kenna seg bundnar at samgonguskjali­ num, men fara í sjálvdrátt? ­ Eg havi onga fráboðan fingið um nakað slíkt. Eg má halda meg til veruleikan og tað er, at vit hava eina samgongu. Hinvegin mugu vit bara síggja, hvussu leikur ferð og taka støðu útfrá tí, so hvørt sum tíðin líður, leggur Jóannes Eidesgaard afturat. Eitt valdømi Annars heldur Løgmaður, at Føroyar eiga at verða eitt valdømi. Hann sigur, at kommun­ urnar verða færri og størri, samstundis sum undirstøð­ ukervið bindur næstan alt landið saman og harumframt er støðan tann, at ting­ mannabýtið samsvarar ikki við atkvøðutalið. ­ Eg haldi tí at landið allar Føroyar eiga at verða eitt valdømi. Hinvegin skilir hann væl sjónarmiðini hjá teimum, sum ikki taka undir við hesum. Hann heldur, at tað er ein stór og grundleggjandi broyting at skipa Føroyar sum eitt valdømi og tí heldur hann, at tað er rætt at leggja málið til fólka­ atkvøðu. Hinvegin staðfestir hann eisini, at eftir uppskotinum, sum nú er frammi, er ikki lagt upp til eina fólka­ atkvøðu. Ongin orsøk at slíta samgonguna - Eg má taka tað, sum tað kemur, tí annað fái eg ikki gjørt, sigur Løgmaður