Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 161 - 22. august 2007 11 tíðindi Eitt valdømi er ein trygd fyri, at allir føroyingar fáa líka góðar tænastur frá tí almenna, sigur Hans Pauli Strøm Verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi, hevði tað tryggjað, at allir føroyingar høvdu fingið líka góðar tænastur frá tí almenna. Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður heldur avgjørt, at tað er skilagott, at Føroy­ ar vera eitt valdømi. Hann sigur, at á teimum málsøkjum, hann umsitur í landsstýrinum, sum eru almanna­ og heilsumál, er tað fremsta uppgávan at fáa samstarv ímillum stovnar­ nar í teimum ymsu lands­ pørtunum, so at øllum borg­ arum verður tryggjað javn­ bjóðis tænastur. ­Tað týdningarmiklasta er at fáa teir stovnar vit hava í landinum á teimum ymsu málsøkjunum, at sam­ virka sum eina eind, sum veitir øllum borgarum landsins javnbjóðis tænast­ ur, sama, hvar í landinum, borgarin býr. Hans Pauli Strøm heldur, at tað er ein forðing fyri hesum, at Føroyar eru sjey valdømi, tí sum støðan er nú, verður politisk støða ofta tikin eftir, hvat tænir tí einstaka valdøminum best, heldur enn hvat gagnar heildini best. Tí væntar hann, at verða Føroyar eitt valdømi, fer almanna­og heilsuverkið at fáa eina betri politiska við­ gerð, tí tá sleppa politikarar undan at hugsa í einstøkum valdømum, men kunnu hugsa landspolitiskt. Tað verður mangan ført fram, at verða Føroyar eitt valdømi, fara summi øki í landinum at detta niðurí­ millum. Her verður mest hugsað um útjaðaran? ­ Eg haldi, at tað fer at verða beint øvugt. Skulu vit tryggja, at mismunur ikki verður gjørdur á borgarum, alt eftir hvar ið teir búgva, eiga Føroyar at vera eitt val­ dømi, tí tá sleppa vit frá at taka útgangsstøði í lokal­ politiskum sjónarmiðjum, men kunnu leggja til rættis útfrá einum heildarsjónar­ miði. Hinvegin er Hans Pauli Strøm sannførdur um, at verða Føroyar gjørdar til eitt valdømi, er eisini neyðugt at styrkja kommunurnar. Tey fýra viðurskiftini: Føroyar sum eitt valdømi, fyrisitingarliga, politiskt og búskaparliga sterkari kommunur, kommunal útjavning og greitt ábyrg­ darbýtið ímillum land og kommunur, hoyra óloysiliga saman, tí tey eru ein treyt fyri hvørjum øðrum. Men akkurát í hvørjari raðfylgju hetta skal gerast, heldur hann kanska hevur minni týdning, men tey treyta hvørt annað. Ongin dettur niður ímillum Eitt valdømi er ein trygd fyri, at summir føroyingar ikki vera við skerdan lut, bara tí at teir búgva í útjaðaranum, heldur Hans Pauli Strøm Jacob Vestergaard tekur undir við at gera Føroyar til eitt valdømi, men fyrst mugu kommunurnar styrkjast ­ Tað er skilagott at gera Føroyar til eitt valdømi. Tað heldur Jacob Vester­ gaard. Men hann heldur ikki, at tíðin er búgvin til at gera tað beint nú. ­ Eg haldi, at tað fyrst er neyðugt at styrkja tann kommunala bygnaðin, sigur hann. Hetta merkir, at Jacob Vestergaard vil hava, at Før­ oyar verða lagdar saman í sjey kommunur og at vit fáa eitt greitt ábyrgdarbýti ímillum landið og komm­ unurnar, áðrenn Føroyar verða eitt valdømi. Hetta merkir eisini, at kommunurnar skuldu fing­ ið ábyrgdina av fleiri máls­ økjunum. ­ So kunnu kommunurnar føra veruligan økispolitikk ímeðan Løgtingið førir veruligan landspolitikk, sig­ ur Jacob Vestergaard. Hann heldur, at verða Før­ oyar gjørdar til eitt valdømi, sum kommunala støðan er nú, er vandi fyri, at øki detta niður ímillum og ikki verða útbygt, sum tey eiga. ­ Tann vansin hevði mink­ að, vóru kommunurnar færri og sterkari so at tær kundu ført veruligan økis­ politikk, sigur Jacob Vestergaard. ­ Landið er lítið, so í grundregluni eiga vit at duga at síggja alt landið sum eina heild, heldur landsstýrismaðurin. Tíðin ikki búgvin til eitt valdømi Tað er ikki rætt at leggja allar Føroyar í eitt valdømi, fyrr enn vit fyrst hava fingið færri, størri og sterkari kommunur, heldur Jacob Vestergaard - Tað er lokalpoli- tikkur, sum heldur teimum ymsu økju- num uppi, sigur Jógvan á Lakjuni ­ Tað er ikki satt, at tinglimir kring landið bara føra lokalpolitikk. Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður. Hann sigur, at tað vera nógvar landspolitiskar avg­ erðir tiknar í Løgtinginum og tað verður sanniliga nógvur landspolitikkur førdur í Løgtinginum. Hinvegin heldur hann eisini, at tað er onki løgi í, at teir ymsu tinglimirnir arbeiða fyri sínum val­ dømi. ­ Er tað ikki tað, sum er eitt endamál við politikki, spyr hann. Hann heldur í hesum sambandi, at tað er als ikki sagt, at undirsjóvartunnilin til Vágar og Norðoyggjar vóru komnir við ongum vágamanni og ongum norðoyingi á Løgtingi, spyr hann. Jógvan á Lakjuni er ímóti at Føroyar verða skipaðar í eitt valdømi og hann heldur ikki at grund­ gevingarnar fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, eru ikki haldgóðar. Í øllum førum heldur hann, at tað er alt ov knapp­ ligt at gera Føroyar til eitt valdømi á løgtingsvalinum, sum verður um eitt hálvt ár. ­ Verður uppskotið um at gera Føroyar til eitt val­ dømi, samtykt, kann tað í hvussu so er ikki koma í gildið fyrrenn á næsta løgtingsvali um fýra ár, tí, sum er, eru flokkarnir undir ongum umstøðum til reiðar til tað uppundir hetta valið. Hann staðfestir, at eitt endamál við at hava fleiri valdømi, er at øll øki skulu vera umboðað á Løgtingið. Tað er ikki uttan orsøk, tí tað er meiningin við fólkaræðinum, at øll skulu hava eina rødd, eisini tey veikastu. Tí heldur hann, at vit eiga framvegis at hava eina skipan, sum tryggjar, at øll økini fáa umboðan á Løgtingi. Jógvan á Lakjuni spyr, hvussu uppstillingin skal vera, skuldi tað hent, at Føro­ yar verða eitt valdømi. Ein spurningur er, hvønn leiklut tey ymsu valfeløgini fáa. ­ Floksapparatini eru veik í øllum flokkum og verða Føroyar eitt valdømi, stúri eg fyri, at tað verður ein miðsavnað nevnd í Havn, sum ger av, hvør skal stilla upp úti um landið. Ein vansi við tí er, at í summum økjum í land­ inum verður kanska als onki valevni. ­ Sostatt fara grasrøturnar at følna, heldur Jógvan á Lakjuni. Lokalpolitikkur er øgiliga positivur Verða Føroyar eitt valdømi, stúri eg fyri, at grasrøturnar følna, sigur Jógvan á Lakjuni Magni Laksáfoss ivast onga løtu í, at Føroyar skulu vera eitt valdømi Føroyar eiga at vera eitt valdømi. Tað ivast Magni Laksá­ foss onga løtu í. ­ Størsti fyrimunurin við at gera alt landið til eitt valdømi, er fyrst og fremst, at tað hevði eggjað fólki at hugsa lands­ politiskt, heldur enn lokalpolitisk. Hann heldur ikki, at vandi er fyri, at tey ymsu økini fara at detta niður ímillum, verða Føroyar eitt valdømi. ­ Sum støðan er í dag, eru tað politikarar úr Suðuroy, sum hugsa mest um Suðuroy, men verða Føroyar eitt valdømi vænti eg, at tann støðan fer at broytast, so at eisini onnur fara at føla tað sum eina skyldu at hugsa um Suðuroynna. Magni Laksáfoss sigur kortini, at sum støðan er í dag, eru tað veruliga eisini politikarar, sum arbeiða fyri økjum, har teir als onki kunnu fáa burturúr í atkvøðum á einum vali. ­ Og tá ið politikarar undir skipanini í dag kunnu fáast at arbeiða fyri einum øki, har teir onki fáa burturúr, er væl hugsandi, at enn fleiri høvdu fingið uppaftur størri áhuga at arbeitt fyri einum ávísum øki, nú teir eisini kunnu hava vónir um at fáa atkvøður afturfyri. Magni Laksáfoss heldur lítið um at summi halda, at Føroyar kunnu ikki verða eitt valdømi, fyrrenn komm­ unurnar eru styrktar. ­ Tað einasta, slíkur hugs­ unarháttur førur við sær, er at øll bíða eftir hvørjum øðrum: Ein kommunal út­ javningarskipan kann ikki verða sett í verk, fyrrenn kommunurnar eru styrktar – men kommunurnar kunnu ikki styrkjast, fyrrenn ein útjavningarskipan er sett í verk. Summi siga, at alt hetta má avgreiðast, áðrenn Føroyar verða eitt valdømi, men onnur halda, at tað er neyðugt at fáa allar Føroyar til eitt valdømi, áðrenn nakað kann henda á kommunala økinum. ­ Soleiðis sita øll og bíða eftir hvørjum øðrum og tí er tað meiningsleyst at bíða, ­ Velur tú at ganga eina kós, er neyðugt at halda kós­ ina, hóast øll ikki akkurát ganga í takt, sigur Magni Laksáfoss. Eggjar fólki at hugsa um heildina - Tað er meiningsleyst at bíða, heldur Magni Laksáfoss