mikudagur 22. august 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
2
V
ið tí sera væleydnaða festivalinum
í fjør í baksýni er tað okkum
ein stór gleði at bjóða tykkum
øllum, bæði børnum og ungum, eldri og
gomlum, vælkomnum á ársins festival,
altso Fjarðafestivalin.
Hevði festivalurin eina spennandi skrá
í fjør, er hon enn meira spennandi í ár.
Eisini hesaferð hava vit lagt okkum
eftir at hava festivalin so breiðan sum
gjørligt.
Festivalumstøðurnar kunnu neyvan fáast
betri, enn tær eru á økinum rundan um
og í bygninginum hjá Kelduni. Her er
hjálpsemi og vælvild uttan líka.
Tá ein slíkur festivalur verður hildin í
Skálabotni, eru tað ikki bert vit, sum
fyriskipa, ið gerast ein partur av hesum,
men eisini tey, sum dagliga búleikast
her. Tí er tað eisini við stórum takksemi,
at vit hugsa aftur á stóru vælvildina,
bygdarfólkið í Skálabotni sýndi okkum
og gestunum í sambandi við festivalin í
fjør. Vit vilja gera alt fyri, at festivalurin
verður tykkara aftur í ár.
At búgva í Runavíkar kommunu er ein
sonn signing. Tað merkist, at her er bæði
ynski og vilji til, at nakað skal henda, og
hava vit sanniliga merkt vælvildina í tí
framúrskarandi stuðli, sum á allan hátt er
sýndur okkum.
Tá tey mongu útlendsku nøvnini koma
hendaveg, er tað skjótt, at okkara
egnu stjørnur verða gloymdar í øllum
fjølmiðlarokinum. Men fyri okkum
stendur púra greitt, at uttan heimliga
luttøku og hjálpsemi hevði festivalurin
ikki verið møguligur. Tí skal ein hjartans
tøkk ljóða til tykkara.
Festivalurin nærkast av álvara. Sum
fyriskiparar hava vit gjørt alt, sum er í
okkara valdi fyri at skapa bestu karmar.
Vit biðja okkara almáttuga eina og sanna
Guð um at leggja sína signing til, so
veður og allar kringumstøður annars
verða til vildar.
At enda bera vit fram eina hjartans tøkk
til okkara familjur, sum stuðla so væl;
og mest av øllum til okkara Frelsara og
Harra, Jesus Kristus, sum í øllum er
okkara álit og styrki. Honum vilja vit ogna
hendan festivalin. Øll æran er hansara í
ævir.
Enn einaferð, ver vælkomin á
Fjarðafestival 2007, vit lova tær ein
“Mega” festival.
Má Guð signa teg ríkiliga.
Leiðslan fyri Fjarðafestivalinum
Vinjard Johansen
Eyðun Jacobsen
Terje B. Vestergaard
Pól Frits Høj
Tummas Jákup Høj
Vælkomin á
Fjarðafestival 2007
Sosialurin
Post@sosialurin.fo
Sosialurin.fo
Blaðstjórn
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Blaðfólk
Niels Uni Dam
Petur Háberg
Oddur á Lakjuni
Heini Kristiansen
Myndir
Álvur Haraldsen
Jens Kr. Vang
Dag Magnuset
Magnus Simonsen
Fjarðafestivalurin
Umbróting
Sp/f Sosialurin
Lýsingar
Henrietta Hammer
Permumynd
Álvur Haraldsen
Útgevari
Sp/f Sosialurin
Fjarðafestival-
blaðið