mikudagur 22. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
4
Fordómarnir ímóti teimum lættaru
sjangrunum var størsta forðingin
afturi í sjeytiárunum
Klumma
Fríálvur Jensen
T
á ein hyggur aftur á tíðina, hvussu
tónleikurin hevur fingið betri
gróðrarbotn hesi seinastu 30 árini,
og latið er upp fyri stóru menningini, ið er
at hoyra innan føroyska tónleikin, er tað
við stórum takksemi, ein minnist aftur á
tey, sum góvu okkum møguleikan.
Vit vóru í eini samtíð, har stórar
rembingar vóru á tónleikaliga økinum
– afturi í seksti- og sjeytiárunum – og
tískil kundi tað ikki umgangast, at hetta
rákið eisini kom at hava stóra ávirkan á
tónleikalívið í samkomunum.
Stóra broytingin
Stóru broytingarnar setti sinnið í kók
hjá mongum, tí nóg gott var við eini
harmoniku, urgu, klaveri ella kassaguitara,
men nú skuldu forstyrkjarar, trummur og
annað inn í samkomurnar.
Tað komu nógvir góðir tónleikabólkar
fram eftir Beatles-tíðina í sekstiárunum,
og tann gongdin hevði eisini sína ávirkan á
tónleikalívið í samkomunum, sum fyri nógv
tóktist rættiliga “provokerandi”.
Fordómarnir
Slagið av tónleiki byrjaði við lættari
country, men fór, sum fráleið, yvir í ein
meira rock-kendan stíl, og kann eg í tí
sambandi til stuttleika nevna, at onkur
meinti hetta vera av tí ónda – enntá nevndi
onkur, undan einari av framførslunum,
at tað allarhelst búði okkurt ónt í
trummunum.
Tíbetur, eru tað ikki so nógvir av slíkum
fordómum longur, og ivist eg onga løtu
í, at varð givið eftir fyri slíkum, høvdu vit
ikki sæð tey frambrot, sum eru hend hesi
seinastu árini.
Nú á døgum er tað heldur blivið eitt
krav, at tónleikurin skal vera av tí rock-
kenda slagnum, og er tað ein av stóru
broytingunum innan andaliga tónleikin.
Mær vitandi, var fyrsti andaligi
rockbólkurin Te Deum, sum vit beiggjarnir
vóru limir í afturi í sjeytiárunum, og
kann eg serliga minnast á eina konsert
á Læraraskúlanum, tá Eli Andrésen, sáli,
sang lagið “Tá Móses við Guðs fólki úr
Egyptalandi fór....” í útstrektum rock-stíli.
Bólkurin – Samsint
Andaligi rocktónleikurin fekk eina nýggja
vend, tá Samsint kom á banan við síni
fløgu í 1989. Tá varð eitt nýtt kapittul
skrivað í andaligu rocksøguni, tí útgávur
eru komnar á marknaðin, sum allarhelst
hava fingið sín íblástur haðani – t.d. við
bólkinum I AM.
Framkomna tøknin
Tøknin er rættiliga nógv framkomin hesi
seinastu árini, og hevur hetta eisini víst
seg aftur innan tónleikaarbeiðið.
Eg kann
minnast
frá upptøku,
eg var við at
gera, hvussu
trupult tað
var, tí tøknin ikki
gjørdi tað møguligt,
sum er ein sjálvfylgja nú
á døgum.
Tó, eri eg av teirri
áskoðan, at tað ikki skal
gerast ov nógv við tekniskt
tilgjørdan tónleik – tað skal
vera tað einstaka persónliga
avrikið, sum skal skína
ígjøgnum, og tey fara vit at
síggja fleiri av á Fjarðafesti-
valinum.
Festivalarnir
Fyri nøkrum árum
síðani varð sett gongd
á tónleikafestivalar her
á landi og var tað sera
gleðiligt, at samkoman Keldan tók stig til
Fjarðafestivalin, sum ivaleyst hevur givið
andaliga tónleikinum góðan íblástur.
Framtíðin er bjørt
Tað er stuttligt, at hava verið við í hesi
mongu árini, og sæð ta fantastisku
menning, sum føroyskur tónleikur er
farin ígjøgnum. Ikki bara innan andaliga
tónleikin eru hend stór frambrot, men ein
kann líkasum hava kensluna av, at alt
føroyskt tónleikalív hevur lagt seg eftir, at
fáa tað besta fram – til gleði fyri okkum
ØLL.
Mín áheitan er, enn einaferð, á
politiska myndugleikan at skapa enn
betri fíggjarligar- og rúmligar karmar, so
tónleikurin kann mennast enn meira.
Góðan Fjarðafestival!
Er rokkur loyvdur innan
samkomu- og kirkjugátt?
Kristiligi føroyski tónleikapallurin
er broyttur nógv, síðan bólkar sum
Ekklesia myndaðu hann
I am er framum
aðrar bólkar, tann,
ið tók harða rokkin
inn í kristiligan
tónleik
Mynd: Álvur
Haraldsen
Við Fjarðafestivalinum í
fjør fekk kristiligi føroyski
tónleikapallurin sín egna
festival
Mynd: Álvur Haraldsen