mikudagur 22. august 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
12
Góðir møguleikar
verða hjá teim
um, sum hava
hug at taka tjald
við og gista á
Fjarðafesti
valinum
gisting
Oddur á Lakjuni
planet@sosialurin.fo
Eitt stórt øki er lagt av til tjalding,
húsbilar og kampingvognar.
Norðan fyri Kelduna er ein
rætt, og beint norðanfyri hesa
rættina er ein stór fløta, sum
Fjarðafestivalurin hevur fingið
loyvi til at nýta sum tjaldingarøki.
Hetta er beint við festivaløkið;
tað eru einans nakrir fáir metrar
at ganga ímillum Kelduna og
tjaldingarplássið.
Hetta er eitt vakurt og
hugnaligt øki við eini á, sum
rennur beint ígjøgnum. Terje
Vestergaard, fyrireikari, sigur,
at plássið á tjaldingarøkinum er
mestsum óavmarkað.
– Her trýtur ikki pláss. Fólk
kunnu fara heilt niðanum
hamaran, um tey hava hug.
Parkering til húsbilar
Beint hinumegin rættina nærri
sjálvum festivaløkinum, er
eitt parkeringsøki sett av til
húsbilar og kampingvognar. Har
verður gott pláss til bilarnar,
sum so koma at standa heilt
nær festivaløkinum. Fleiri hava
umbiðið sær pláss til vognar í ár.
Sjálv rættin, sum liggur í
millum tjaldingarplássið og
plássið til vognar, verður eisini
tikin í brúk. Rættin verður ruddað
og sópað, og tjøld verða sett upp
inni í henni. Borð verða eisini
sett upp, og har verða góðir
møguleikar at gera sær mat og
at vera saman hjá teimum, sum
gista í økinum.
Í fjør vóru tað rættiliga fá, sum
gistu á tjaldingarplássinum, sigur
Terje.
– Í ár fara vónandi fleiri at gera
brúk av frálíku umstøðunum, sum
vit hava til tjalding her á økinum.
Her er nokk av plássi og tað
liggur væl fyri.
Tjalding á festivalinum
Myndlist
á Fjarða
festivalinum
Eins og í fjør verður
myndlistin umboðað á
Fjarðafestivalinum. Á
framsýningini í ár hevur
festivalurin fingið bæði
roynd listarfólk, so sum
Oggi, Eli Smith og Edith
Mørkøre og nýggjari
spennandi nøvn sum Ruth
Mohr í Grund og Astrid
Mouritssen.
nud
Articon P/f, á Hjalla 20, Hoyvík - Tel.350 710
Vit veita betong til kappingarførar prísir – nær sum helst og hvar sum helst. Einki er ov lítið ella ov stórt. Okkara
fyrstafloks betongframleiðsla er stýrd við framkomnari tøkni, og vit veita betong til øll endamál. Skjótari og betri
gerst tað snøgt sagt ikki.
Skalt tú byggja?
sansir.fo