mikudagur 22. august 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
23
sjálvur er ikki nóg djúpur til slíkar
stórar framførslur, sum verða á
festivalinum, so modulir verða
løgd afturat frammanfyri. Hetta
ger til dømis, at trummusettið fær
staðið mitt fyri. Hetta varð eisini
gjørt í fjør.
Betri umstøður
til mat
Umstøðurnar í cafeteriahølunum
eru broyttar. Síðani festivalin
í fjør er nýggi køkurin liðugt
bygdur, og tað gevur nú góðar
møguleikar at gera mat á
staðnum, ístaðin fyri at bera mat
inn uttanifrá, sum tey gjørdu
í fjør. Rúmliga cafeteriahøllin
liggur ímillum innipallin og
útipallin, og tað riggar væl at
seta seg har at eta ein bita ella
hugna sær. Hetta rúmið liggur
í veruleikanum mitt í økinum,
við beinleiðis atgongd til bæði
útipallin, innipallin í salinum,
talentpallin og økið frammanfyri
Kelduna. Terje sigur, at við tað at
nýggi køkurin er komin, er gamla
útgongdin afturum húsið burtur,
og tí hava tey gjørt eina nýggja
gongd til endamálið.
Frammanfyri húsið verður eitt
øki, har til ber at hugna sær
burturi frá tónleikinum. Her verða
mattjøldini: Tvey stór tjøld, eitt
við festivalbúffum frá Hotel Norð,
og eitt tjald við pizza. Her verður
gott pláss at sita inni; og um tað
viðrar, verða eisini borð sett upp
uttanfyri.
Ymiskt annað verður eisini
á hesum økinum, t.d. fer
bókhandilin Vitin at hava bóka-
og fløgusølu, og onnur søla
verður eisini.
Nýggj backstagehøli
Umbyggingarnar í Kelduni gera,
at møguleikarnir fyri at hava
backstageøkið á staðnum batna,
sigur Terje.
- Í fjør vóru backstagehølini í
gomlu Kelduni, men í ár verða tey
í syðra endanum í nýggju Kelduni.
Nýggju rúmini rigga sera væl til
júst hetta. Tey hava beinleiðis
útgongd, so at siga beint við
útipallin, og tí eru tey uppløgd
at brúka sum backstagehøli.
Eisini er lætt at sleppa til frá
innipallinum. Í hvussu er lættari
enn gamla Keldan var.
Bert ein inngongd
Ein onnur broyting á festivalinum
er, at í ár verður bara ein
inngongd inn á festivaløkið í
mun til tvær í fjør. Alt økið verður
avhegnað. Terje sigur, at tað
gjørdist ov ringt at yvirskoða
báðar inngongdirnar, og lættari
er at halda skil á einari inngongd.
Tó eru møguligar neyðútgondir
nógvastaðni á økinum. Møguleiki
er at lata alt økið upp, um
vandi skuldi borist á, og tá
er frítt at fara allastaðni. Á
Fjarðafestivalinum ynskja tey at
ganga høgt upp í trygdina. Tey
hava fingið profesionella hjálp
við at seta hegnið upp, soleiðis
at hetta verður gjørt á tryggasta
hátt. Eisini um ódnarveður
skuldi brostið á, leggur Terje
Vestergaard afturat.
Festivaløkið er ment frá í fjør, og
umstøðurnar er vorðnar betur at
skipa fyri einum tiltaki á økinum