mikudagur 22. august 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
26
Samrøða
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
- Um kristindómurin hevur rætt,
og Guð er til og hevur skapt
heimin, er so nakar verðsligur
tónleikur til? spyr Martin Joen-
sen, sum á Fjarðafestivalinum
fer á pallin saman við tí besta
innan kristiligan tónleik í Føroyum
og stórum útlendskum gospel
nøvnum sum Pillar og Jerusalem.
- Tá Fjarðafestivalurin spurdi
meg, um eg hevði hug at luttaka
á festivalinum, so var mítt
fyrsta svar, Jamen, eg spæli
ikki ikki gospel, sigur Martin,
um luttøkuna á stóra kristiliga
festivalinum í Skálabotni.
Men hann metur tað tó ikki
vera eitt óvæntað stig, at heitt
verður á hann at luttaka á
Fjarðafestivalinum.
- Flestu sangirnir á míni sein-
astu fløgu, Á Brúnni, eru gjørdir
í míni sjúkraperiodu, og meðan
eg var í kemoterapi, og nógvir av
teimum eru andaliga funderaðir.
Eg havi tó ongantíð kent tað sum
eina treyt at nevna Várharra ella
Halleluja, tá eg skrivi andaligar
ella kristnar sangir til mín sjálvs.
Í mínum føri lýsi eg mína støðu,
t.d. í sanginum ”Sólin Hevur
Sæð” av fløguni ”Á Brúnni”.
Tann sangurin lýsir væl byrjanina
til mín áhuga fyri kristindóminum,
sigur Martin, ið er, sum hann
sjálvur sigur tað, ein heilt vanligur
limur í fólkakirkjuni, sum eisini
vitjar Heimamissiónina. Martin
sigur, at hann setur stóra æru
í, ikki at gera eitt stórt lop í síni
sangskriving, hetta sjálvt um Guð
hevur fingið ein alt størri leiklut í
hansara lívi. Hann skrivar tó eisini
fegin ”reinar” gospelsangir, og
hevur eitt nú skrivað sangir til
Magna Christiansen.
Barnatrúgvin
Martin hevur altíð verið kristin.
Eins og føroyingar flest fekk hann
kristnitrúnna í barndóminum, og
hóast hann á yngri døgum dámdi
væl at koma við útsøgnum sum:
”Tað er ikki Guð, sum hevur skapt
menniskjuna, men menniskjan
sum hevur skapt Guð”, so hevur
hann ongantíð verið ateist.
- Tað plagdi at vera ein hobby
at fara inn í Ebenezer aftan á
dansin og seta tey føst í ymiskum
sonevndum andsøgnum úr
Bíbliuni, men í dag pástandi eg,
heilt og fast, at einki fær sannført
meg um, at mín trúgv ikki er røtt.
Eg eri eitt rættiliga rationelt
menniskja, og um eg hyggi at
øllum tí, ið er hent í mínum lívi,
síðan eg byrjaði at taka Bíbliuna
og bønina í álvara og til í dag, so
er eingin onnur forkláring, enn
at Guð er til, sigur Martin við
nógvari sannføring í røddini.
Guð er við
Martin greiðir frá, at hann síðan
miðskeiðis í nítiárunum hevur
latið ymiskt upp í hendurnar á
Guði, og hvørja ferð við sera
góðum úrsliti. Kristnitrúgvin
hevur hjálpt honum burturúr
rúsdrekkatrupulleikum og gjørt
hann roykfrían, umframt at
vera ein stuðul í stríðnum móti
krabbameini.
- Eg eri ikki idiot, - eg veit, eg
skal doyggja einaferð. Men eg
veit eisini, at tað hendir ikki, fyrr
enn Gud vil tað. Eg doyggi ikki av
kreft, uttan so at Guð onkusvegna
loyvir tí. Eg eri varin við at
snakka um leking og grøðing,
men eg kann ikki lata verða við
at kombinera tað, at so nógv er
hent, síðan eg byrjaði at biðja til
dagin í dag. Har er so nógv, sum
eg ikki kann forklára á annan
hátt, enn at Guð er við.
Eingin
verðsligur
tónleikur
er til
Um Guð hevur skapt
heimin, so er tónleik
urin í heiminum ikki
verðsligur, sigur Mart
in Joensen, sum á
Fjarðafestivalinum á
fyrsta sinni skal royna
seg á einum kristilig
um tónleikafestivali