mikudagur 22. august 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
27
Alkohol var loysnin
Í nógv ár var alkohol loysnin upp
á alt fyri Martin.
- Alkohol gjørdi meg hægri,
klænri, klókari og betri. Man
hevði verið idiot, um man
segði nei til tað! Eg var 17-18
ár tá eg uppdagaði brennivín,
og eg endaði við at vera heilt
úti at koyra. Brennivín hevur
eina kolossala makt á einum
alkoholikara. Brennivín er domi-
nerandi - Tað er lønin, sum ger
alt sum liggur ímillum, vert tað.
Sjálvt tá tú júst er liðugur við eitt
tørn, so er fløskan tað, sum alt
byggir upp til, - virðislønin sum
bíðar við endan á vegnum.
Rúsdrekka ávirkaði mítt
sosiala lív, mítt arbeiðslív og mítt
privatlív, og tað spældi sjálvandi
inn í mítt samlív. Eg var steðgaður
heilt upp. Eg prøvaði ofta at
gevast, men eftir 40-50 ferð,
so gevur tú uppat at lova tær
sjálvum, at tú ikki skalt drekka
aftur.
- Alkoholikarar kasta ofta
eyguni eftir hasi svørtu bókini,
og tað gjørdi eg eisini. Eg fór at
biðja. Eg bað: ”Please, Guð, lær
meg at drekka normalt”, ”Please,
Guð, fjerna hesar herviligu
timburmenninar!”, men eg bað
ongantíð Guð um at hjálpa mær
at halda uppat at drekka, og eg
gav altíð onkrum øðrum skuldina.
Guð tók yvir
Martin gavst við at drekka í 1995,
hugurin hvarv, eftir at hann ein
dagin vendi sær til Guð og bað
hann um at taka yvir. Sum vant
fyri Martin var avgerðin grunda á
rationella hugsan.
- Eg hugsaði, onnur klára at
halda uppat við at drekka við at
venda sær til Guð. Um eg trúgvi
teimum ella ei, so fungerar
tað. Frá teirri løtu lýsti í. Tá eg
drakk hevði eg vanliga tørn,
og í 1995 hevði eg eitt langt
tørn, øgiliga destruktivt helt eg
sjálvur. Eg gekk í tíggju dagar.
Ein kammeratur, sum var blivin
edrúur, segði við meg, ”Far í
viðgerð, tú fert ikki at angra
tað”. Eg hevði allar tær vanligu
umberingarnar, at eg ikki hevði
tíð og tílíkt. Men alíkavæl, so
tók eg ráðini og fór í viðgerð. Við
mær hevði eg eina tannbust og
Nýggja Testamentið. Eg var ikki
verandi longur enn einar tíggju
dagar, og eg var ikki somikið
sum ordiliga edrúur enn. Men
eg merkti, at okkurt var hent.
Nýggjársaftan, stutt eftir hetta
stóð eg framman fyri borðið. Har
vóru massar av fløskum, og eg
kundi tikið mær ein smakk, uttan
at nakar legði tað til merkis, men
tiltrekningurin var farin, a spell
was broken, eg hevði ikki hug til
alkohol longur, greiður Martin frá.
Hann vísir á, at hann ikki hevur
fingið nakra serliga viljastyrki,
men at tostin er burturi. Hann
kann nú saktans vera millum fólk,
sum drekka, uttan at tað nervar
hann.
Borin gjøgnum
sjúkuna
Hetta var byrjanin til endurnýggj-
aða kristinlívið hjá Martini,
- hetta saman við, at hann fekk
krabbamein. Martin hevði ein
vinmann, ið doyði av krabbamein,
og plagdi at hugsa, um hvussu
ræðuligt tað mundi vera at vakna
um morgunin og knappiliga
minnast, at tú hevur okkurt
óndartað innan í tær. Hann var
sannførdur um, at hann als ikki
hevði klárað tað. Men tá hann
sjálvur fekk krabbamein, gjørdist
hann enn einaferð greiður yvir, at
onkur var við honum, - onkur sum
leiddi hann ígjøgnum sjúkuna.
Martin fekk staðfest krabbamein
í stigi trý av fýra í tjúkktarminum
í januar 2004. Hann hevði ein
svull, ið var seks ferðirnar sjey
sentimetrar. Hann var ígjøgnum
stóra skurðviðger og kemoviðgerð
í eitt hálvt ár. Men stutt eftir fekk
hann staðfest krabbamein í livrini.
Eftir enn eina skurðviðgerð fór
hann undir enn eina kemoviðgerð,
ið endaði í november í fjør. Tá vit
hitta Martin er hann stutt síðani
kannaður, og hevur fingið at vita,
at alt er normalt.
- Eg havi biðið øgiliga nógv, -
eg havi yvirgivið mín lagnu til ein
ávísan timburmann úr Nazaret,
og havi følt meg bornan gjøgnum
mína sjúkraperiodu.
Tillagaður Martin
Tá Martin og manning fara á
pall á Fjarðafestivalinum verður
tað við eini eitt sindur tillagaðari
skrá, tó at tað í stóran mun verður
ein heilt vanlig Martin Joensen
konsert. Har verða eini níggju-
tíggju sangir hjá Martini, sangir
sum eru andaliga grundaðir og
sum viðgera hansara samband
við Guð. Helst verður eisini onkur
sálmur úr Sálmabókini á skránni.
Guð hevur hjálpt Martini Joensen
burturúr rúsdrekkatrupulleikum og gjørt
hann roykfrían, umframt at vera ein
stuðul í stríðnum móti krabbameini.
Mynd: Jens Kr. Vang{ }
- Alkohol gjørdi
meg hægri, klænri,
klókari og betri.
Man hevði verið
idiot, um man segði
nei til tað!
Martin Joensen