mikudagur 22. august 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
28
Hjúnini Beinta og Ingi fara at
borðreiða við einari einklari
og inniligari framførslu á
Fjarðafestivalinum. Beinta syngur,
meðan Ingi spælir gittara og syngur
røddir.
- Vit fara at syngja ymiskar kendar
sangir sum t.d. ‘How Great Is Our
God’ og ‘Shackles’ hjá MaryMary,
sigur Beinta, ið ikki smæðist við at
greiða frá hví hon syngur:
- Eg elski at syngja og eg havi
eina sterka trúgv á Gud, og tí er tað
sera natúrligt at sameina hesi bæði;
kærleikan til sang og kærleikan til
Gud.
Seinastu trý árini hava tey bæði
framført nógv í kristnum høpi:
- Vit hava spælt til HMU-
konsertirnar, til gospelkonsertir
og í samkomum kring landið.
Samstundis eru vit ein partur av
lovsongstoyminum í Kelduni. Men
eg haldi, man kann siga, at hetta er
okkara størsta uppgáva higartil.
Tónleikur er ein stórur partur av
hjúnabandinum hjá teimum báðum:
- Vit bæði syngja nógv og
hava nógv við tónleik at gera í
gerandisdegnum, og tað fyllir nógv
í okkara heimi. Ella beint nú flyta
vit, so har hendir ikki nógv í løtuni,
sigur Beinta og leggur aftrat, at í
bilinum er altíð nógvur tónleikur, og
har verður sungið væl við. Serliga í
hesum flytingardøgum.
Petur Háberg
Beinta & Ingi
Framførslan hjá gospelkórinum VOX í fjør fekk sera góð ummæli, so tað
skuldi ikki komið óvæntað á nakran, at tey aftur eru á skránni í ár.
VOX hevur verið til í skjótt tíggju ár, og uttan at taka munnin ov fullan,
so eru tey fremsta gospelkórið í Føroyum í løtuni.
Manningin kemur øll úr Heimamissiónini, og síðani tey byrjaðu í 1998,
hava tey sungið til møtir, konsertir, festivalar og onnur tiltøk.
Kórið, ið hevur staðið á palli við stórum nøvnum sum Etta Cameron
og Jesse Dixon, fer at framføra lívlig løg hjá m.ø. Kirk Franklin og Fred
Hammond, men eisini meiri friðarlig løg sníkja seg inn á spælilistan.
Petur Háberg
VOX
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Vit hava sølu- og tænastuumboð fyri:
Rapp Hydema, Palfinger, JCB, Triplex, Karmøy, Rotzler,
Pullmaster, Parker-Denison, Sauer-Danfoss, Bosch-
Rexroth, Eaton-Vickers, Vibromax, Hyundai, Caterpillar,
ABC Motors , Iveco Motors.
Vit hava á goymslu:
Hydraulikk pumpur, hydraulikk motorar, hydraulikk
ventilar, hydraulikk slangur-, rør- og fittings, hydraulikk
filtur, smyrjioljufiltur, brennioljufiltur, leigir, koblingar og
koblingshúsar, magnetkoblingar, tetningsringar,
stempul, stempulstengur.
Kambsdalur . Tórshavn
Tel 40 70 00 . Faks 40 70 01 . info@kj.fo . www.kj.fo
KJ HYDRAULIK er ein fjølbroytt fyritøka, sum veitir útgerð, eykalutir og tænastur
til skipaflotan, flutningsvinnuna, entreprenørvinnuna og alivinnuna.
Klárir til tygara tænastu
KJ veitir:
. hydrauliskar umvælingar og ísetanir
. skipa- og maskinumvælingar
. kranakanningar á sjógvi og landi
Vit ynskja øllum ein góðan
Fjarðafestival