Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2007 29 Proclaim er sprottin úr Heimamissiónini. Teir fimm ungu menninir eru til dagligt virknir innan ungdómsarbeiðið í Heimamissiónini, og hava spælt nógv á tiltøkum og møtum í hesum sambandi. Fyrstu stigini til bólkin vóru tikin á árliga sangskeiðinum hjá Heimamissiónini í 2004. Fyrsta framførslan var á árligu gospel konsertini hjá Heimamissións Ungdómi í 2005, síðan tá hevur bólkurin spælt nógv kring Føroyar. Tónleikurin er lættur poppur við lættskiljandi tekstum. Serliga røddin hjá sangaranum Bjarti Johannesen er góð, og hóskar væl til vakra poppin. nud Kristina Bærendsen Aftur í ár bjóðar Fjarðafestivalurin eina framførslu við Kristinu Bærendsen, ið er er nakað so forkunnugt, sum annað ættarlið av kristiligum countrysangarum. Dóttir Alex Bærendsen smæðist ikki burtur. Hon er vorðin ein vøkur ung dama, ið dugir at nýta sína vøkru sterku rødd. Hon er vorðin pallvand við royndum úr Siloa kórinum og sum lovsongsleiðari í ungdómsbólkinum EYOY. Kristina og bólkur hennara spæla eitt slag av southern gospel/country og popp lániløg nud Sum partur av Samsint var Heine Lützen við til at kollvelta kristiligan tónleik í Føroyum. Fløgan, ið bólkurin gav út í 1989, var fyrsta veruliga rokkfløga við gospel sangum í Føroyum, og hevur hon latið dyrð upp fyri bólkar, ið eru komnir aftan á. Men eisini á egnum beinum hevur Heine Lützen gjørt vart við seg, sterka røddin og egni stílurin, hevur vunnið Heina Lützen fjepparar langt útum vanligu gospel fjepparafjøldina. Við sær á Fjarðafestivalin hevur Heine Lützen eina sera sterka manning, við royndum kreftum av kristiliga tónleikapallinum sum Jón Svein Heinesen, Svend Åge Drewsen og stjørnuskotinum Gunnari Guttesen. Linda Petersen syngur kór, meðan Rúni Eysturlíð, ið kanska er best kendur innan verðsligan tónleik spælir gittar. nud Heine Lützen Humble Cry Proclaim Eitt av nýggju og fesku nøvnunum á skránni í ár er Humble Cry. Bólkurin varð stovnaður í sambandi við HMU konsertina, ið var hildin fyri hálvum árið síðani. Framførslan eydnaðist so mikið væl, at bólkurin hevur hildið á fram síðani. Onkrar útskiftingar hava verið, men kjarnin er hin sami. Meinhard A. Jensen spælir bass í bólkinum og sigur, at teir eru sera spentir at framføra á Fjarðafestivalinum, sum avgjørt er teirra størsta uppgáva higartil. Um bólkin sjálvan sigur hann: - Heitið á bólkinum, Humble Cry, sigur rættiliga nógv um, hvat vit ynskja at fáa út. Ein eyðmjúk ákallan til Gud er í stuttum tað, sum tað snýr seg um hjá okkum. Meðan boðskapurin er rættiliga greiður, so er tónleikastílurin ikki so fastlæstur hjá Humble Cry: - Tónlistarligi íblásturin er sera ymiskur frá persóni til persón í bólkinum. Onkur lurtar eftir ordiliga tungum rokki, og onkur annar dámar betri, tá ið tónleikurin er eitt sindur lættari. Og tað kemur eisini til sjóndar í okkara sangum, tí teir eru rættiliga fjølbroyttir í stíli. - Vit venja dúgliga og gleða okkum ótrúliga nógv til at spæla á Fjarðafestivalinum. Petur Háberg Petur Háberg Síðan fyrrverandi Krit og Crashwave bassleikarin Petur Háberg eitt leygarkvøld á vetri 2005 trein á pallin í Hafnia Lounge í nýggjum leikluti, hevur tónleikaliga yrkisleiðin bert gingið ein veg - Petur er nú eitt av fremstu føroysku tónleikanøvnunum, ikki bert á kristiliga tónleikapallinum. Við luttøku á Asfalt, G!Festivalinum, Summar Festivalinum, á Ovastevnu og nú á Fjarðafestivalinum, er Petur eitt av allar heitastu nøvnunum í løtuni. Singer/ songwriter stílurin hjá Peturi er mentur til okkurt, ið líkist nútímans popprokki. Røddin er egin og nokk hansara størsta styrki. Næst størsta styrkin er uttan iva sjarman. Konseptið Petur Háberg er eisini snøgt, her verður kýnt fyri staklutunum. Tú veitst, at fert tú á eina Petur Háberg konsert er okkurt fyri bæði oyru og eygu. nud