Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22. august 2007 30 Reach ‘M Loud er lovsangsbólkurin hjá teimum ungu í Kelduni. Hvørt leygarkvøld er ungdómsmøti, og tá syrgja Reach ‘M Loud fyri, at tónleikur og sangur eru í ordan. Leiðari fyri bólkin, ið telur sjey sangarar og bólk, er Kristina N. Hansen, og hon leggur leggur dent á, at tey fyrireika seg væl : - Vit venja hvørt týskvøld, og upp undir festivalin fara vit at venja hvønn dag. Vanliga syngur festivalgesturin ikki tað stóra. Kanska til onkran hissini sang, ið hann ella hon kennir aftur, men sum heild verður hetta latið yvir til tey, ið standa á palli. Men tá Reach ‘M Loud fara at framføra, slepst ikki undan: - Allir sangirnir verða vístir á stórskíggja, og tað er fyri at geva øllum, ið hava hug, møguleika at syngja við, sigur Kristina. - Endamálið er at boða Guds Orð á ein frískan og spennandi hátt, ið fangar tey ungu. Sangirnir koma frá Hillsongs United og Planet Shakers, ið eru heimskend, kristin ungdóms- og lovsangstiltøk. Petur Háberg OASU- børnini Kórið Oasusbørnini varð stovnað tí at tørvur var fyri einum gospelkóri. Upprunaliga vóru tað børn úr sunnudagskúlanum í Oasuni í myndaðu kórið, men skjótt komu børn úr øðrum samkomum eisini til. Børnini eru øll í skúlaaldri, og eru eyðkend fyri sína stóru sanggleði. Sambært Sigrid Sivertsen kórleiðara, syngja tey glaðan popputan gospel sang. - Hetta eru lættir sangir, flestir á føroysk- um, men eisini onkur á enskum. Hetta eru í føroyskum høpi alt rættiliga ókendir sangir, ið vit hava fingið umsett úr enskum, greiður Sigrid frá. Her verður sostatt ikki talan um eitt vanligt barnakór, ið tulkar vanligu sunnudagsskúlasangirnar. Tað er Jón Ellender- sen, ið hevur staðið fyri umsetingini, og hetta er hann sambært Sigrid komin sera væl frá. Kórið hevur m.a. framført í Norður- landahúsinum og í SMS í sambandi við Mentanarnáttina. nud Reach ‘M Loud Vit ynskja øllum ein góðan FjarðaFestiVal! 600 Saltangará · Tel. 44 81 10