mikudagur 22. august 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22. august 2007
31
samrøða
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Síðst í áttatiárunum spældu
Jerusalem á fyrsta sinni í Føroy
um. Svenski bólkurin var eitt sera
heitt navn innan kristnan tónleik,
og við stórum hári, fýrverki og
longum solo’um borgaðu teir fyri
einum konsertbraki.
Nú, 20 ár seinni og framvegis
á toppinum, koma teir aftur til
Føroya, og teir gleða seg:
Vit í bólkinum hava sera
góð minnir frá okkara seinasta
túri í Føroyum. Tað er, sum um
at føroyingar eru eitt sindur
tættari og meiri saman enn
fólk aðrastaðni, sigur Ulf
Christiansson, sum er sangari og
grundarsteinurin í bólkinum.
Og eg giti, at tað kemst av, at
landið er so lítið og samstundis
so avskorið. Fólk knýta seg
tættari.
Á hesum sama túri komu
sviarnir út í óføri:
Okkum dámar væl at vera úti
í natúruni, so vit í bólkinum fóru
ein gongutúr uppá eitt av tykkara
vøkru fjøllum. Men vit viltust
og komu ikki afturíaftur fyrr enn
tímar seinni, sigur Ulf flennandi
og lovar, at tað ikki verður nakað
fjallaævintýr hesuferð.
Djevulsins tónleikur
Bæði rokktónleikur og kristin
dómur høvdu framgongd í
sjeytiárunum, tá ið Jerusalem sá
dagsins ljós.
Karismatiska vekingin var
í hæddini, samstundis sum
Judas Priest, Black Sabbath
og Deep Purple gingu á odda í
rokkkolveltingini og sparkaðu
tónlistarligar dyr niður.
Fullir av áræði tvinnaðu ungu
menninir í bólkinum hesar báðar,
at síggja til, mótsetningarnar;
harðan rokk og kristindóm.
Hetta fall ikki í góða jørð mill
um nógv kristin, og á nógvum
støðum vóru teir als ikki vælkom
nir. ‘Djevulsins tónleikur’ varð tað
kallað.
Men sum tíðin leið, og
fordómar hvurvu, gjørdust
teir betur og betur umtóktir.
Harði tónleikurin og bersøgni,
kristni boðskapurin fangaði
ungdómin, og í meiri enn tríati
ár hevur henda samansetingin
gjørt Jerusalem til eitt av best
umtóktu, kristnu nøvnunum á
okkara leiðum.
Ein bersøgin maður
Aftur til Ulf. Tað gert skjótt greitt,
at hesin maðurin hevur sterkar
meiningar og ikki smæðist við
at leggja tær á borðið – ongar
fingrar millum.
Eftir at hava prátað eina løtu
um leyst og fast, verður farið eitt
sindur djypri og tað hóvar 57ára
gamla rokkaranum:
Satt at siga, so tími eg illa at
práta um veður og vind. Tað havi
eg gjørt so ofta gjøgnum árini. Eg
vil nógv heldur práta um okkurt
størri. Okkurt sum telur, sigur Ulf og
greiðir frá,
hvat hann
meinar við:
Øll vilja
vita, hví vit
eru her. Hvat
meiningin
við tí heila
er. Nógv fólk
hava einki
at liva fyri.
Og júst tí er
tann kristni
boðskapurin meiri umráðandi enn
nakrantíð áður.
Dánjal í Bábylon
Ulf hevur í meiri enn tríati
ár verið ein partur av kristnu
tónleikavinnuni, og hann hevur
sína egnu, greiðu hugsan um
hana:
Nógvir kristnir bólkar royna
at gerast ein partur av verðsliga
plátumarknaðinum við at
fjala boðskapin og spæla eftir
heimsins spælireglum. Men tað
riggar ikki. Okkara boðskapur er
meiri kollveltandi enn so.
Hinvegin er tað heldur ikki
rætt at avbyrgja seg. Vit liva
øll í sama heimi. Men eins og
Jesus, so hava vit ein greiðan
boðskap, sum er torførur at
balla inn í nakað pent. Hann er
konfronterandi, óvíkiligur og av tí
sama annarleiðis.
Ulf nýtir eina mynd úr Gamla
Testamenti:
Tað er sum við Dánjali og
vinmonnum hansara, tá ið teir
vórðu burturfluttir til Bábylon.
Teir góvu ikki eftir, hóast teir vóru
í einum fremmandum landi. Eitt
sindur soleiðis skulu vit vera í
dag.
Minni rokk – meiri
sannleika
Endamálið við bólkinum og
at spæla yvirhøvur, er vorðið
greiðari og greiðari við árunum:
Vit leggja ikki longur í, um
vit eru væl umtóktir og hava
nógvar fjepparar, hóast tað
eisini er frálíkt. Tað er bara ikki
endamálið. Vit ynskja fyrst og
fremst at tæna Gudi og at seta
Hansara ætlan fram um okkara.
Ríkidømi og at vera kendir sigur
okkum einki longur.
Heimurin hevur ikki tørv á
einum rokkbólki aftrat. Heimurin
hevur tørv á sannleikanum.
At enda spyrji eg um fram
førsluna á Fjarðafestivalinum, og
hvat áhoyrararnir kunnu vænta
sær. Ulf svarar heilt stutt:
Tað verður eitt yvirraskilsi.
Royndir rokkarar við
boðskapi
- Heimurin hevur ikki tørv á
einum rokkbólki aftrat, men á
sannleikanum, sigur Ulf
Christiansson, sangari í
rokkbólkinum Jerusalem. Vit
práta við bersøgna og eld-
hugaða mannin, ið illa tímir at
tosa um veður og vind