hósdagur 23. august 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 162 - 23. august 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Flýggja
úr Pisco
Tann harði jarðskjálvtin,
sum var í Peru í síðstu
viku, gjørdi serliga stóran
skaða í býnum Pisco, og
tað hevur fingið fólk í
túsundatali at rýma úr
býnum. Peruanska stjórn
in sigur, at meiri enn
50.000 fólk eru rýmd úr
Pisco við øllum, sum tey
eiga. Tað svarar til umleið
40 prosent av fólkinum í
býnum, tí undan jarð
skjálvtanum búðu umleið
130.000 fólk í Pisco. Men
mong teirra eru heimleys
í dag, tí sambært myndug
leikunum eru 85 prosent
av húsunum í býnum
javnað við jørðina.
Ímóti
fólka-
atkvøðu
Bretski forsætisráðharrin,
Gordon Brown, er ímóti
at hava fólkaatkvøðu um
ta nýggju ESgrundlógina,
sum ríkis og stjórnarleið
ararnir samdust um í
summar. Bretska Parla
mentið hevur fyrr samtykt,
at tað er ikki neyðugt at
lata bretsku veljararnar
taka støðu til nýggju
lógina, men at Parlamentið
kann taka avgerðina, og
hesum
tekur
Gordon
Brown undir við. Bretsku
fakfeløgini skulu hava
fund 10. september, og tá
fara tey væntandi at krevja
fólkaatkvøðu
um
ES
grundlógina.
Sleppa
ov lætt
Nógvir danir halda, at teir
nógvu eysturevropearar
nir, sum eru komnir til
Danmarkar at arbeiða,
gjalda ov lítlan skatt. Dan
ska lóggávan ger, at menn
inir kunnu draga útreiðslur
til mat og innivist frá, og
sambært Vinnuráðnum er
úrslitið, at nógvir eystur
evropear rinda bara mill
um 8 og 12 prosent í
skatti. Kristian Jensen,
skattamálaráðharri, hevur
tó ongar ætlanir um at
broyta frádráttarskipanina,
skrivar Ritzau.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Sjórænararnir hava tømt skipið, og teir tóku eisini
alt, sum manningin átti umborð
(Jørgen Folmer, reiðari á Danica White)
útlond
Sambært einum
somaliskum
felagsskapi hóttu
burturflytararnir við
at selja manningina á
Danica White, fingu
teir ikki loysigjald
Teir somalisku sjórænarar
nir, sum rændu danska
farmaskipið Danica White
og manningina fyri næstan
trimum mánaðum síðani,
hóttu við at lata yvirgangs
felagsskapin alQaeda fáa
manning og skip. Tað sigur
ein somaliskur felagsskapur
í Danmark, sum eisini vil
vera við, at tað var hendan
hóttanin, sum at enda fekk
reiðaríið at rinda loysigjald
í gjár, so manningin slapp
leys.
Hans Tino Hansen hjá
felagnum Protocol hevur
drúgvar royndir frá sam
ráðingum við sjórænarar,
og hann hevur eisini verið
uppi í málinum um Danica
White. Hann heldur tó ikki,
at hóttanin um at selja al
Qaeda skip og manning
skal takast í fullum álvara.
Vit vita, at alQaeda
hevur havt eina deild í
somaliska høvuðsstaðnum
Mogadishu, men hon hevur
verið illa kroyst í seinastuni,
so hetta hevur neyvan havt
nakað upp á seg, sigur Hans
Tino Hansen við danska
útvarpið.
Reiðarin á Danica White,
Jørgen Folmer, vil ikki siga,
hvussu nógv sjórænararnir
fingu í loysigjaldi. Hann
fegnast um, at manningin
er latin leys. Hinvegin hevur
hann ikki so nógv at fegnast
um, tá tað snýr seg um
sjálvt skipið, tí hann hevur
fingið at vita, at sjóræn
ararnir eru farnir við øllum,
sum hevði nakað virði.
Fakfelag misnøgt
Danska
sjómannafelagið
hevur boðað frá, at tað fer
ikki at sleppa málinum um
Danica White. Felagið fer
nú at fyrireika endurgjalds
krøv
ímóti
reiðarínum,
tryggingarfelagnum
hjá
reiðarínum og uttanríkis
ráðnum í Keypmannahavn.
Felagið hevur boðað frá,
at tað er sera misnøgt við,
hvussu teir ymsu partarnir
hava handfarið sjóránið. Í
samrøðu við DR í gjár
kvøldið spurdi eitt umboð
fyri fakfelagið hjá sjó
monnunum, um uttanríkis
ráðið hevði brúkt somu
mannagongd, um ein bussur
við donskum ferðafólkum
bleiv rændur í eitt nú Turka
landi. Sjálvur helt hann, at
uttanríkisráðið og reiðaríið
hjá Danica White hava víst
manningini ógvuliga lítla
virðing
seinastu
næstan
tríggjar mánaðarnar.
Fakfelagið hjá manningini á Danica White fer at reisa krav um endurgjald til manningina
Hóttu við at selja donsku
sjómenninar
Alt rør- og ventilatiónsarbeiði
verður gjørt skjótt og væl
MST-RØR Tel. 507003
Týskir ferðamenn
horvnir í Íslandi
Síðani ólavsøkudag
hevur eingin
borið eyga við
teir báðar týsku
ferðamenninar
Tann
24
ára
gamli
Thomas Grundt og tann
29 ára gamli Mathias
Hinz
gistu
á
einum
tjaldingarplássi
í
Laugardali í Reykjavík
til tann 29. juli, men
síðani hevur eingin sæð
nakað til teirra. Teir høv
du ferðaseðlar við flog
fari úr Íslandi seinasta
vikuskiftið,
men
teir
komu ikki á flogvøllin,
skrivar Morgunblaðið.
Íslendska
løgreglan,
bjargingartænastan
og
bjargingarfeløg hava teir
seinastu dagarnar leitað
eftir
teimum
báðum
týsku
ferðamonnunum.
Løgreglan hevur fingið
at vita, at teir plaga at
ferðast ímillum høg fjøll,
og tí er leitingin miðsavn
að í fjallalendinum. Sein
asta vikuskiftið leitaði
ein tyrla hjá sjóverjuni á
leiðini við Vatnajøkul, og
síðani hava bjargingar
feløg leitað ymsastaðni á
Suðureysturlandinum,
men higartil uttan úrslit.
Thomas Grundt
Mathias Hinz