hósdagur 23. august 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VARPIÐ
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra •
FRÍGGJADAGUR 24. AUGUST 2007
TV3
Hósdagin kl. 20.00
Diana: Vitnini í tunlinum
Klokkan 12.23 tann 31. august 1997 endi
ein svartur Mercedes í eina betonsúlu
í einum tunli í Paris. Diana, Dodi Fayed
og bilførarin, Henri Paul, lótu lív. Innan
hálvan tíma var tunnilin rokaður við
paparazzi, løgreglu, fótgangarum og
portørum, sum øll royndu at sleppa
framat. Her verður sagt frá, hvat hendi
eftir vanlukkuna. Hvør var á staðnum
og hvør skeldaðist og bardist um hvat.
Eisini verður tosað um, hví myndamenn
vórðu handtiknir og hvat seinni hendi
við myndunum, sum vórðu tiknar.
Kanal4
Leygardagin kl. 23.00
Et liv som albino
Gjøgnum søguna eru albino-
fólk løgd undir at hava
gandakendar kreftir og at
hava serliga tætt samband
við gudarnar. Og eisini verður
sagt, at tey heilt einfalt eru
ónd og huldukend.
Canal+ • Sunnudagin kl. 19.00
Lassie
Tá Carradough-húskið kemur
í fíggjarligar trupulleikar,
noyðast tey at selja teirra
elskaða Lassie, sum ístaðin fer
til Skotlands. Lassie sjálvur vil
tó sleppa heim, og so byrjar
ein long og vandamikil ferð.