Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. august 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 162 - 23. august 2007 TÚ TÚ & EG RÁÐGEVINGIN SØKIR EFTIR SJÁLVBODNUM RÁÐGEVUM. Ert tú námsfrøðingur, lærari, sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur, sálarfrøðingur, ella hevur tú royndir í at tosa við børn og ung, ið hava trupulleikar ella tørv á at tosa við ein vaksnan, so er tað tær vit leita eftir. TÚ & EG ráðgevingin hevur tørv á ráðgevum, sum antin kunnu taka vaktir á ráðgevingini í Tórshavn ella svara brøvum heimanifrá um– vegis netið. VIT VÆNTA, AT TÚ: DUGIR VÆL AT LURTA OG AT SETA TEG Í STØÐUNA HJÁ ØÐRUM DUGIR VÆL AT SAMSKIFTA HEVUR TELDUKUNNLEIKA EVNAR AT ARBEIÐA SJÁLVSTØÐUGT YNSKIR STØÐUGA, FAKLIGA MENNING KANST TAKA 2–3 VAKTIR (Á 4 TÍMAR) UM MÁNAÐIN ELLA SVARA EINUM ÁVÍSUM TALI AV BRØVUM HVØNN MÁNAÐ HETTA BJÓÐA VIT TÆR: SKEIÐ Í RÁÐGEVING ÁÐRENN BYRJAN FRAMHALDANDI SKEIÐ OG UNDIRVÍSING SUPERVISJÓN FAKLIGT TILFAR Ljóðar hetta sum ein spennandi avbjóðing fyri teg, so send umsókn og CV saman við viðkomandi skjølum til: vit@eg.fo ella Barnabati, Postboks 74, 110 Tórshavn, viðmerkt „Tú og eg ráðgevingin.“ Umsóknarfreistin er 1. september 2007. Revsiváttan skal vísast við setan. Meiri fæst at vita við at venda sær til: vit@eg.fo ella á tlf. 596705. TÚ & EG ráðgevingin er ein anonym ráðgeving ætlað børnum og ungum, sum hava tørv á at tosa við ein vaksnan um ymisk viðurskifti. Ráðgevingin fer fram umvegis telefon, kjatt og brævkassa. Ráðgevingin hevur opið 2 dagar um vikuna frá kl. 14–22, og á ráðgevingini starvast 18 ráðgevarar og 1 samskipari. TÚ & EG ráðgevingin er partur av verkætlanini „Tú hevur rætt,“ ið virkar út frá Barnabata, og sum hevur til endamáls at varpa ljós á rættindini hjá børnum og ungum. R E P R O Z