hósdagur 23. august 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 23. august 2007
35
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tað vanliga í kirkjugørðum
er jú, at hjún liggja saman.
Tá ið fyrri hjúnarfelagin
doyr, verður pláss lagt av til
hin.
Hendan grein umrøður tó
eina grøv, har faðir og sonur
eru grivnir saman. Her er
talan um okkara kenda
rithøvund Jørgen Frants
Jacobsen, sum er jarðaður
undir liðini á pápa sínum
Meinhardt.
Hetta er ein søga um móð
urkærleika. Jørgen Frants
var sjúkur leingi, og hann
hevur ánað, hvat hetta
kundi enda við. Hann sigur
ella skrivar, at hann kundi
betri forlíka seg við deyðan,
um hann varð jarðaður í
kirkjugarðinum á Svína
ryggi, sum var hansara
heimliga umhvørvi.
Tá ið Jørgen Frants doyði
í 1938, livdi mamma hans
ara Marin framvegis. Men
í 1935 var nýggi kirkju
garðurin í Havn tikin í brúk.
Eftir hetta vórðu bert tey
jarðað í gamla kirkjugarði,
sum áttu pláss har, og Marin
var ein teirra. Maður henn
ara var longu deyður í 1917
og var jarðaður á Svína
ryggi.
Marin vildi fegin ganga
hesum ynski hjá soninum á
møti. Hon man eisini hava
hildið tað vera so óunniligt,
at sonurin skuldi jarðast so
langt av landi skotin, sum
nýggi kirkjugarður tá var.
Tískil varð Jørgen Frants
jarðaður saman við pápa
num. Hetta gjørdi tað eisini
munandi lættari hjá Marini
at vitja grøvina. Tað er bert
eitt hanagleiv frá Grím
Kambansgøtu, vanliga kall
að Konradsbrekku, har hon
búði, niðan í gamla kirkju
garð.
Beint við liggja eisini
foreldrini hjá Meinhardt,
Hanne f. Raffenberg og
Jørgen Frands Jacobsen,
sum gjørdist 97 ára gamal.
Tey verða umrødd seinni.
Tá ið Marin doyði í 1953,
varð hon tískil grivin í
nýggja kirkjugarði.
Um teir báðar kann
annars verða sagt:
Martin Meinhardt Jacob
sen var føddur 4/51862 og
giftist við Maren Mikkel
sen, fødd í Elduvík 18/3
1871. Hon vaks upp hjá
Clement Jacobsen úti á
Reyni í Havn. Meinhardt
var útbúgvin handilsmaður
og starvaðist fyrstu árini í
Vágsbotnshandlinum, har
hann hevði eftirlit við og
umsiting av úthandlunum
úti á teimum ymisku bygd
unum í Føroyum. Hann
hevði eisini ábyrgdina av
fiskaplássunum úti í Ála
keri, har handilin turkaði
nógvan fisk.
Seinni tók hann við starvi
sum leiðari hjá A.W. Skib
sted úti í gomlu handils
húsinum í Tinganesi. Tey
seinastu árini handlaði hann
saman við verfaðir sínum
Clement Jacobsen úti í
Tinganesi. Meinhardt doyði
12/21917 og Marin doyði
tann 17/111953.
Børnini hjá Meinhard og
Marin vóru umframt Jørgen
Frants: Anna Cathrina, Fran
ciska, Hanna, Hella og
Klæmint. Bert Klæmint og
Hella vóru gift.
Mamma mín og Hella
vóru javngamlar. Tær búðu
í sama grannalagi. Her
spældu tær saman og vóru
væl alt lívið.
William Heinesen
sigur millum annað
um Meinhardt:
Hans liv var delt mellem
arbejde og leg. Men legen
var i grunden stedse den
vigtigere, den egentlige del,
mens arbejdet for det meste
formede sig som pligt
arbejde. Det kunde natur
ligvis ogsaa forme sig som
en glad og fornøjelig pligt,
således når det gjaldt mange
beholdningrejser han fore
tog til forskellige bygder,
hvor M C Restorff &
Sønner havde filialer eller
også når det drejede sig om
fisketilvirkningsinspekti
oner ude i det solbrændte
og
saltfyldte
Aalekjær.
Ogsaa den del af det arbejde
onkel Meinhardt gennem
årende udførte, har han
utvivlsomt omfattet med
interesse...
Han var en talentfuld og
ivrig dilletantskuespiller og
repræsenterede på dette felt
ogsaa altid den fantasifulde
og organiserede impuls.
Også litteratur spillede en
stor rolle for onkel Mein
hardt. Han var sjælen i
Thorshavn Læseselskab,
der bestod i mange år og
anskaffede en række gode
bøger og tidsskrifter.
Jørgen Frants Jacobsen
var
føddur
29/111900.
Aftaná at hava tikið real
prógv her í Havn í 1916 fór
hann til Danmarkar á Sorø
Akademi, har hann gjørdist
studentur í 1919 og fór
undir at lesa søgu og franskt
mál. Á heysti 1922 gjørdist
hann
tuberklasjúkur
og
hóast hann var innlagdur á
fleiri sjúkrahús og sanatori
um, gjørdist hann ongantíð
frískur ella raskur aftur.
Hann kom tí ikki at taka sítt
embætisprógv sum cand.
mag. fyrr enn í 1932. Í 1934
varð hann settur í starv á
Institut for Historie og
Samfundsøkonomi á Lærda
háskúlanum í København
og skuldi hann í hesum
starvi greina viðurskiftini
um ”Den grønlandske
monopolhandels historie”,
og kom hann eisini í hesum
sambandi inn á føroysk
viðurskifti.
Meðan hann læs í Keyp
mannahavn, starvaðist hann
sum blaðmaður á Politiken,
har hann var høgt í metum
sum blaðmaður, hóast hann
til tíðir kundi hava ein
hvassan penn og sína egnu
áskoðan um ymisk viður
skifti.
Hann gav út í 1936 bók
ina ”Færøerne Natur og
Folk”, ið skuldi lýsa Før
oyar sum ferðamannaland.
Í 1939, eftir at hann var
deyður, kom út skaldsøgan
Barbara, sum skyldmaður
og vinmaður hansara Willi
am Heinesen skrivaði lidna.
Bókin er eisini umsett til
fleiri tungumál og er eisini
gjørd til film av dananum
Niels Malmros. Seinni eru
aðrar bøkur sum Nordiske
Kroniker, Dýrmæta lív, sum
William
Heinesen
og
Christian
Matras
hava
ritstjórnað,
komnar
út.
Jørgen Frants Jacobsen bar
orð fyri at vera ein evnaríkur
maður, ið setti sær stór mál.
Hesi hevði hann eisini nátt,
um hann ikki gjørdist sjúkur
á ungum árum og doyði
bert 37 ára gamal tann 24/3
1938.
Keldur:
William Heinesen
Johan Restorff Jacobsen
Súsanna Danielsen
Komandi grein:
Blaðstjórin doyði
16 ára gamal
Kristoffur Kamban gjørdist
bert 16 ára gamal. Hann
hevði júst byrjað útgávu
na av einum blaði fyri
realskúlanæmingar. Tað
vóru bert komin trý bløð,
tá ið Kristoffur doyði.
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Mamma Jørgen Frants
læt sonin fáa sína grøv
Hetta er gravsteinurin hjá Jørgen Frants Jacobsen og pápa hansara Meinhardt. Aftanfyri til høgru hómast steinurin hjá gamla Jørgen
Frands.
Jørgen Frants.
Meinhardt, pápi
Jørgen Frants.
Hendan myndin man vera
tikin um ta tíðina, tá ið
Meinhardt doyr. Aftast
frá vinstru eru: Anna
Katrina, Marin, Fransiska
og Hanna. Frammanfyri
Hella og Klæmint.