Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 163 - 24. august 2007 Útbúgvingin av einum nýggjum liði av shipping-/speditørnæmingum byrjar 1. september 2007 á skrivstovum okkara í Tórshavn. Ein útbúgving hjá Smyril Blue Water gevur eina holla og fakliga útbúgving. Nógv teir flestu av næmingum okkara, velja at halda á fram í felagnum eftir lokna útbúgving, her tað eisini eru góðir starvsmøguleikar – eisini uttanlands. Vilt tú vita meira um útbúgvingarmøguleikarnar, ert tú vælkomi at vitja heimasíðu okkara www.bws.dk ella at ringja til Heðin Joensen, tlf. 30 96 20. Um tú hevur HHX prógv ella nakað, ið er líka gott, og hevur lokið prógv innan summarið er av – so send eina umsókn, við upplýsingum innan 25. august 2007. Markað brævbjálvan “ELEV” og legg próvskjøl og møgulig ummæli við. Smyril Blue Water ið bjóðar altjóða farmaloysnir við bili, toki, skipi og flogfari – kring allan heim. Tilsamans eru yvir 700 fólk í starvi hjá Blue Water, á 42 skrivstovum í Danmark, Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Onglandi, Skottlandi, Írlandi, Hálandi, Fraklandi, Spaniu, Italiu, USA, Brasiliu, Ruslandi, Litava, Pólandi, Georgia, Azerbadjan, Kazakhstan, Sameindu Arabisku Emiratinum, Singapore og Kina. Shipping- / speditørnæmingur Shipping- / speditørnæmingur SMYRIL BLUE WATER P/F Eystara Bryggja P.O.Box 3296 110 Tórshavn Sum næmingur í Smyril Blue Water kanst tú gleða teg til ein gerandisdag við nógvum og spen- nandi avbjóðing-um. Longu frá fyrsta degi fært tú ábyrgd og loyvi at loysa uppgávur sjálvstøðugt. Tú verður ein partur av einum felags- skapi tvørtur um ymisku deildirnar. Vit eru ein fyritøka, ið ger íløgur í framtíðina. Útbúgving av næmin- gum raðfesta vit høgt og vit hava ein bólk av vegleiðarum, ið neyvt fylgir fakligu upplæringini. Ê -  9 ,   Ê  1 Ê 7  / , Montørur Casa søkir eftir montøri at byrja beinanvegin. Casa er partur av Nema-samtakinum og bjóðar skrivstovuinnbúgv til virkir og stovnar, umframt sniðinnbúgv til heimið. Vit leggja dent á holla ráðgeving og fyrsta floks tænastu. Arbeiðið er bygt á toymi og fevnir um · Montering og uppseting av møblum á verkstaði okkara og úti hjá kundum · Flutningsuppgávur til og frá goymslum okkara · Aðrar uppgávur í samráði við leiðaran í Casa · Internar húsavarðaruppgávur · Annað fyrifallandi arbeiði í hesum sambandi Yrkisførleikar Vit vænta, at tú hevur royndir í yrkinum og hevur handverksligan førleika. Koyrikort er krav, og fyrimunur er eisini at kunna koyra trukk og lastbil. Eginførleikar Tú ert fyrikomandi og skyldurøkin, sýnir áræði og ábyrgd, og tú arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og saman við øðrum. Tú ert likamliga væl fyri, tí starvið kann stundum vera kropsliga krevjandi. Arbeiðsvikan er 40 tímar, og lønin verður sambært avtalu. Heldur tú, at starvið er nakað fyri teg, frætta vit fegin frá tær. Umsókn skal vera okkum í hendi innan mánadagin 17. september 2007 og skal stílast til: NEMA Starvsfólkadeildin Brekkutún 4 Postmoga 109 110 Tórshavn www.casa.fo r e p r o z lýsingar