Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 163 - 24. august 2007 Ungdómi dámar væl at hitta annan ungdóm. Eitt slíkt høvi er ungdómslegan sum Heimamissiónin skipaði fyri fyrr í hesum mánaðinum í Nesvík. – Her er super at vera, sigur ein av luttakarunum UngdómUr Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Nesvík: Tað er róp og skrál inni á vøllinum. Tað er skill­ igt, at her verður gingið upp í dystin við lív og sál. Nøkur ungfólk eru mitt í einum spennandi dysti á graslagda vøllinum niðan fyri leguhúsið. Rundan um girðingina sita onnur ung­ fólk og rópa á sítt lið. Ein av hesum er 13 ára gamla Marin Petersen úr Søldarfirði. Hon situr í fót­ bóltsklæðum og er í gagg­ um, men er ikki í dysti. ­ Eg var nakað sein út, og tá vóru liðini longu úttikin, sigur Marin. Hon plagar at ganga á ungdómsmøti av og á. Nú var hon komin á hesa ung­ dómsleguna í Nesvík fyrr í hesum mánaðinum, saman við sløkum hundrað øðrum fólkum. ­ Her er gott at vera, tí eg kenni tey flestu, sigur Marin við Sosialin. Góð lega Henda ungdómslegan var eitt sindur øðrvísi, tí her vórðu tvær legur í roynd og veru lagdar saman í eina, vegna ov lítla tilmelding. Hinvegin, er altíð betri at fara á legu, tá ein er saman við øðrum – og serliga øðr­ um, sum ein kennir. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð at hon er á eini ungdómslegu. Marin plagar vanliga at vera rættiliga nógv saman við tveimum vinkonum sín­ um, og tað var hon eisini á hesi ungdómsleguni í Nes­ vík. ­ Ja, vit tríggjar – eg, Anita og Fríða – fylgjast. Og vit avgjørdu tí eisini at fara á hesa ungdómsleguna, greiðir Marin frá. Nú legan var komin í helvt, kundi Marin bara staðfesta, at hetta hevði ver­ ið ein góð lega. ­ Alt er gott. Eg haldi, at henda legan hevur verið ordiliga super, sigur hon við einum brosi. At vera eitt vitni Vanligt er at ungdómslegur­ nar hava eitt ávíst evni, og eitt teirra á hesi leguni var um synd og fyrigeving. Marin hevur gingið nakað á ungdómsmøtum, og tí er hetta ikki nýtt fyri hana sum so. Eitt annað evni var um tað at vitna. ­ Eg havi nú skilt, hvussu týdningarmikið tað er, at ein sigur frá tí ein trýr uppá, sigur hon. Tá ein hevur fing­ ið alt fyrigivið, kann ein av sonnum vera eitt vitni. Eitt annað spennandi til­ tak á leguni vóru tær ymisku breytirnar, ein kundi velja seg inn á. Tær vóru fimm í tali, mill­ um annað drama, kór, leir­ arbeiði, hockey og ítrótt, sum Marin altso valdi seg inn á. Hon hevur áður spælt eitt sindur við NSÍ. ­ Men, sorry. Eg var nak­ að sein út á vøllin, og tá eg umsíðir kom vóru liðini longu úttikin. Tí siti eg her á girðingini, sigur Marin við einum brosi Eftir dystin skuldi hon til breytina við leirarbeiði og kundi síðani gleða seg til eitt grillkvøld. Gott at hitta onnur ung ” Eg var nakað sein út á vøllin, og tá eg umsíðir kom vóru liðini longu úttikin. Tí siti eg her á girðingini - Tað er super at vera her í Nesvík, sigur 13 ára gamla Marin Petersen (t.v.) Mynd: Snorri Brend Marin hevði ætlað sær á eitt lið, men var ov sein til úttøkuna. So hon var bara áskoðari hesa løtuna Mynd: Snorri Brend