Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman umborð Nr. 163 • 24. august 2007 Takið tykkum saman, mammur! Summartúrurin til Føroyar er av á hesum sinni. Altíð deiligt at vitja gamlar vinir og kenningar og kjakast um leyst og fast. Eitt evni, ið altíð verður haft á lofti er, hvat mennirnir gera og ikki gera í húsarhaldinum. Nógvar undrast á, hvussu tað ber til, at maður mín hjálpur so nógv til við børnum og heiminum, og hví teirra ikki gera tað sama. Aðrar hava góðtikið støðuna, sum hon er, og leggja klæði fram til mannin at fara í hvønn morgun, smyrja honum breyð til døgurða og vaska alt undan honum. Mítt svar er einfalt - eg havi ikki gjørt nakað fyri at fáa mannin, so sum hann er - hann var soleiðis tá eg ”fekk” hann. Mamma hansara hevur nevniliga lært hann, at tað er ein sjálvfylgja, at dreingir dustsúgva, gera mat, vaska síni egnu klæði, og til og við strúka sínar egnu skjúrtur. So ein partur av svarinum, hví summir føroyskir menn eru so óhjálpnir heima, meini eg, er, at teir ikki duga tað, ein skal fyri at halda hús. Tá er sjálvandi lættast at halda seg vekk frá slíkum og lata konuna takað tað tunga takið við klæðum, mati, rudding og vasking. Loysnin er tit mammur! Lærið dreingirnar tað sama sum genturnar - ger tað til eina sjálvfylgju, at teir eisini skulu gera reint heima og vaska klæði. Eg lovi tær, at ein dag fer kona hansara at takka tær! Í fleiri ár sigldi hann sum dekk­ ari við gomlu Norrönu, men sum árini gingu, fór hann í skúla, og seinastu árini hevur hann sitið í skiparastólinum umborð á nýggju Norrönu Føroyski stoltleikin í uttanlands- sigling, Norrøna, hevur tveir skiparar. Annar er 36 ára gamli Alfred Joensen, sum býr á Norðskála. Hin er 40 ára gamli Henrik Hammer, sum býr í Havn. Á ferðini heim úr Hanstholm 21. juli hittu vit seint á kvøldi Henrik, sum júst var komin av vakt. Og tó. Henrik var ikki komin meira av vakt enn tað, at skiparin umborð á Norrønu er altíð á vakt – tó ikki á brúnni í 24 tímar um døgnið. Vit sessaðust og skiparin, sum gjørdist skipsførari á Føroya Sjómansskúla í 1993, var bæði fyrikomandi og blíður. - Hetta er ein av teimum góðu túrunum. Vit hava 1319 ferðafólk umborð, 410 vanlig akfør, 62 húsvognar og 20 trailarar. Pláss er fyri tilsamans 1482 ferða- fólkum, og talið hevur onkuntíð verið omanfyri 1400. Tað er tó ikki altíð, at øll kømrini eru full, tí eitt nú kunnu tvey ella trý fólk á einum kamari gjalda fyri fýra sengur. Manningin hendan túrin taldi 106. Henrik letur væl at, og hann er væl nøgdur við ta undirtøku, sum nýggja Scrabster-rutan hevur fingið í summar, hóast hon í fyrsta umfari bert byggir á ferðafólkaflutning. Hann heldur eisini, at nýggju møguleikarnir við uppihaldi í Bergen í eina nátt ávegis til Hirtshals við aðrari ferju dagin eftir, hava givið Smyril Line øktar møguleikar og fleiri ferðafólk á Bergens-rutuni. Skiparin sigur, at blandingurin av ymiskum nationalitetum í starvsfólkapartinum umborð á Norrønu riggar sera væl. - Her hava vit ymisk fólk, og vit hava soleiðis eisini ymisk- ar mentanir. Neyðugt er, at manningin er stabil og professio- nell, ikki minst í summartíðini. Henrik sigur, at sjálvandi kundu tey ynskt sær, at eitt uppaftur størri tal av manningini var føroysk. - Men tørvurin á arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum merkist eisini umborð á Norrønu. Allir yvirmenninir eru tó føroyingar, bæði á brúnni og í maskinrúminum. Haraftrat eru fleiri føroyingar í tænastuni. Samanlagt er ein lítil helmingur av manningini føroyingar. - Útlendska manningin er dugnalig, og vit eru eisini sera væl nøgd við føroysku manning- ina, sum er óføra røsk og ógvuliga stabil, sigur Henrik. Vit spurdu skiparan, hvat manningin ger á frívaktini, tá ikki er vanligt at síggja fólk, sum hava sítt starv umborð, millum ferðafólkið. - Skipanin er hon, at hevur onkur hug at vitja ella vera saman við næstringum, sum eru við á ferðini, skulu tey biðja skiparan um loyvi til tess. Eg veit meg ongantíð hava sagt nei, tá spurt hevur verið um tað. Henrik vísir á, at manningin hevur ymiskt at stytta sær stundir við á frívaktini. - Vit hava teldurúm, og fólk sleppa á netið, tá tey vilja – ókeypis. Tað eru nógv, sum brúka henda møguleika. Fólk kunnu lesa tíðindi, og hetta er eisini ein góður møguleiki hjá fólki at samskifta við tey har heima. Ikki minst hjá útlendingunum, sum vit hava umborð, er hetta eitt kærkomið høvi. Skiparin sigur, at borðtennis- borð er umborð, fitnesamboð, videospøl og stórskíggi. - Tað eru eisini nógv, sum brúka møguleikan at fara í svimjihylin og sauna, tá latið er aftur fyri ferðafólki eftir klokkan 20. Hetta er eitt tað mest populera á frívaktini, sigur hann. Henrik Hammer hevur næstan ikki verið fiskimaður í síni tið á sjónum. - Eg var í sínari tíð einar tveir túrar við partrolara. Annars er øll mín tíð á sjónum farin umborð á farmaskipi og ferðamannaskipi. Henrik fór fyrstu ferð umborð á Norrønu, longu tá hann varð liðugur við 10. flokk tíðliga á sumri í 1983. Hann byrjaði sum lættmatrósur og sigldi sum dekkari við gomlu Norrønu í fleiri ár fram til 1992. Tó var hann veturin 1984/1985 við Líðartindi hjá táverandi Traderline. - Fyrstu ferð, eg var á brúnni á gomlu Norrønu, var sum 2. stýrimaður í 1993, sigur hann. Árini 1993-1998 sigldi Henrik úti sum stýrimaður við bingju- skipum hjá danska reiðarínum Knud I. Larsen. - Í 1998 fór eg umborð aftur á Norrønu sum stýrimaður og loysti fyrstu ferð av sum skipari í 2002. Í 2003, tá vit fingu nýggju Norrønu, var eg ein túr við sum yvirstýrimaður og gjørdist síðan fastur skipari umborð í juli 2003, sigur Hendrik Hammer, sum er sonur Óla og Marthu Hammer. Vit takka skiparanum fyri prátið. Tíðliga morgunin eftir, tá Norrøna kemur inn í Nólsoyar- fjørð, verður rópt í hátalaranum, at undirritaði verður biðin um at koma til reseptiónina. Eg hugsi mítt – og jú, tað er Henrik, sum er í telefonini og spyr, um eg havi hug at koma upp á brúnna at síggja innsiglingina. Í góðveðrinum hendan mána- morgunin fái eg soleiðis høvi at taka nakrar myndir av brúnni og síggja, hvussu skipað verður fyri, tá eitt so stórt skip, sum Norrøna er, leggur til bryggju í lítla føroyska høvuðsstaðnum, Tórshavn. Av dekkinum upp á brúnna Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Henrik Hammer, skipari á Norrønu, leggur skipið trygt í havn ein mánamorgun í summar. Veðrið er gott, stemningurin á brúnni er avslappaður, og eingir trupulleikar eru av nøkrum slagi Mynd: Vilmund Jacobsen Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo